Tann torskildi Javnaðarflokkurin

Øll eru úti eftir okkum. Eingin vil hava nakað við okkum at gera. Tað er so synd í okkum, tí eingin skilir, at tað eru vit og eingin annar, ið setur normarnar fyri hvat er rættvísi og sannleikin. Vita tit ikki, at tað bert eru vit, sum verja tey demokratisku rættindini í samfelagnum. Eingin skilir okkum, hóast vit hava staðið á tingsins røðarapalli og greitt Føroya fólki frá, at tað vit søgdu undan valinum ikki er tað sama sum vit meina aftan á valið, ? eisini fólkatingsvalið.

Ja, hví munnu so fá skilja Javnaðarflokkin.

Tað er ikki óseriøst, tá javnaðarfólk skíra tjóðveldisfólk at líða av Hoydalssyndromi (syndrom eru symtom uppá eina sjúku). Tað er heldur ikki óseriøst, tá vrakaða løgmansvalevnið samanber fullveldiskjakið við háttin, sum Hitler nýtti. Eidesgaard sigur, at soleiðis skuldi samanberingin ikki skiljast, men hví skal hann so nevna slíkan persón í fullveldiskjakinum?

Teir vilja heldur ikki koma vælferðarsamfelagnum í óføri, siga teir. Hvat var tað so, sum m.a. javnaðarmenn á odda vóru við til at gera í 80?unum, tá veðhaldini vórðu pumpað úr landskassanum, og hetta gjørdist ein av størstu grundunum til, at Føroya land fór á heysin. Var tað ikki at spæla við vælferðina og spæla alt burtur. Nei, eg spyrji bara.

Teir finnast ósmædnir at, hví einki er gjørt við pensjónirnar í 90?unum. Hví gjørdu teir einki, tá teir høvdu møguleikan? Landsstýrismenninir í almannamálum í 90?unum hava m.a. verið Jóannes Eidesgaard, Andreas Petersen, Kristjan Magnussen, Axel Nolsøe og Óli Jacobsen. Hesir tríggir seinastu vóru úr VMF, men til løgtingsvalið 1994 heittu javnaðarmenninir Kristjan og Hans Pauli á fólk um at velja VMF. Hesir báðir seinastu, sum nú eru teir mest kritisku, eiga tí part í øllum teimum, sum sótu við evstu ábyrgdini í 90?unum.

Í Sosialinum týsdagin tann 17.11. finst oddagreinin at Tjóðveldisflokkinum, tí hann á einum fundi inni í Eysturoynni ikki hevði bjóðað Javnaðarflokkinum við at kjakast um fullveldismálið. Bert Sambandsflokkurin, ein búskaparfrøðingur og ein bankastjóri, sum javnaðarmenn ofta í seinastuni hava endurtikið til egnan fyrimun, vóru bodnir við. Sagt verður, at Tjóðveldisflokkurin ikki torir í ein dialog, og tí vil halda javnaðarmenn uttanfyri. Men í kunngerðunum í kvøld, mánakvøldið 16.11., boðar Javnaðarflokkurin til almennan fund í Vágum um sama mál. Einastu røðarar eru Jóannes Eidesgaard og Hans Pauli Strøm. So sig at javnaðarmenn ikki tora.

Hóast eg altíð havi valt Tjóðveldisflokkin, havi eg eisini havt virðing fyri grundhugsjónini hjá javnaðarmonnum um tað solidariska samfelagið. Torført er at tó ofta at fáa samanhang millum hugsjón og førdan politikk. Hvussu kunnu t.d. javnaðarmenn rættvísgera, at teir ogna sær 90000 kr. skattafríar árliga, tá teir vita, at tað bæði løg-frøðisliga og moralskt er skeivt. Hjá javnaðarmonnum, sum ikki himprast vi at leggja moralskar og demokratiskar linjur fyri øll onnur, átti umberingin, at aðrir eru líka ómoralskir ikki at verið nóg góð. Torførari verður tað at skilja, tá hesir somu javnaðarmenn í tíð og úrtíð gera seg til talsmenn hjá teimum gomlu, sum liva undir trongum fíggjarligum korum.

Bæði Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu at vitað, at veljarar teirra revsa flokkin hart, um vikið verður frá grundsjónarmiðum floksins. Hetta merkti Tjóðveldisflokkurin í 1990 og Javnaðarflokkurin í 1994. Og hesa revsingina høvdu teir fult uppiborið. Núverandi hugsjónarfløkta og konservativa støðan hjá Javnaðarflokkinum kann koma teimum aftur um brekku. Tað ber ikki bert til at vera ímóti øllum broytingum og nýhugsan, og bert føra gamlan vanapolitikk.

Hvør á tingi umboðar 40% av javnaðarveljarum, sum í veljarakanningini søgdu seg stuðla fullveldistankanum?

Fyri fyrstu ferð hevur politikari havt dirvi til at seta kanning í verk, sum greitt skal siga okkum hvar vit standa, nú fullveldishugsanin skal setast í verk. Hví kunnu menn ikki bíða eftir úrslitinum, men heldur mála ræðslumyndir á veggin? Føroya fólk sleppur eisini sjálvt at avgera, hvussu verður og ikki. Hetta er so meira enn gjørt varð í 1948, tá m.a. Javnaðarflokkurin setti Heimastýrislógina í gildi.

Sosialurin hevur bjóðað til opið kjak um fullveldisspurningin, og tað er sera positivt. Teir gloyma tó at siga, at tú av Óla Petersen kanst vænta at verða úthongdur, um tað ikki passar hansara hugsan. Áður kundi hann vera skemtiligur, men heldur hann á í sama stíli, verður bókin á jólum og framsýningin á ólavsøku dekan ov einstáttað.

Fyri tjúgu árum síðan hevði tann tá gott 30 ára gamli Hans Pauli Strøm saman við øðrum ábyrgdina av Framanum. Lesið hvussu beinrakin hann longu tá, í eini oddagrein, var um Javnaðarflokkin. Í dag er hann fremsti verji floksins. H.P.S. skrivar m.a.:

»Tá javnaðarmenn fara at skriva um sosialismu, tá er ikki alt, sum tað skal vera. Sjálvbodnir taka teir hana ikki fram úr goymsluni, úr gloymskuni.

Men nú uppundir løgtingsvalið kom hon fram aftur í ljósmálan, sosialisman, ella rættari, tað serliga slagið, sum javnaðarmenn hava kannað sær, og sum teir nevna demokratiska sosialisman. Noydd fram av afturhaldinum, sum knappliga helt, at hendan sosialisman var vorðin heldur lík kommunismuni«.


»Vit hava ferð eftir ferð ákært Javnaðarflokkin fyri at víkja fyri afturhaldinum. Teir svara sjálvandi, at tað gera teir ikki, men veruleikin vísir nakað annað. Mynstið í politikki teirra mótvegis afturhaldinum er sera einfalt. Fyri hvørja ferð, ið afturhaldið fer í hernað í einum ávísum máli, so víkir Javnaðarflokkurin eitt sindur. Stig fyri stig politikkur við mótsettum fortekni. Krevur afturhaldið t.d. at kommunistar skulu útihýsast úr føroyskum skúlum, so siga javnaðarmenn í fyrstu syft nei. Men teir stuðla heldur ikki teimum, sum standa fyri skotum. Og verið vís í, at so við og við leggja teir størri dent á politisku hugsjónirnar hjá læraranum.

Grundarlagið undir hesum viðvíkjandi politikki er ein fullkomilig misskiljing av afturhaldinum. Av royndum vita vit, at tað áttu javnaðarmenn eisini at vitað, so ofta teir hava roynt tað, at fyri hvørja ferð, ein víkir fyri afturhaldinum, so herjar tað enn harðari á. Tað verður enn djarvari, tað fær blóð upp á tonnina og krev-ur meir.

At Javnaðarflokkurin enn ikki skilir, at hesin politikkur altíð førir til tap, er í veruleikanum margháttligt. Teir áttu at verið teir fyrstu at skilt tað við øllum royndum, teir hava gjørt seinastu hundrað árini«.


Hetta vóru so orðini og ráðini síðst í 70?unum frá tí nú konverteraða Hans Paula Strøm.

Nú vænti eg ikki, at hesi fáu orðini fara at rína við, hóast flest onnur, enn júst tey frelstu javnaðarfólkini, hava varnast skugga floksins, ella skulu vit heldur minna á ævintýrið um nýggju klæði keisarans.


´Manne Persson

Hoyvík