Skotar smildraðu innbúgv og gjørdu seg inn á tænarnar

Matstovan var fullsett, tá sjey skotar, sum eru sjómenn, gingu bersærksgongd, av tí at tænarnir ikki vildu útflýggja teimum øl. Teir fóru at blaka við innbúgvinum og løgdu at enda á tveir tænara, meðan skelkaðir gestir hugdu at

Tað var illsligt leygarkvøldið, tá skotski trolarin seint á kvøldi legði at bryggju í Havn.

Leygarkvøld var og skotarnir fóru beinu leiðina niðan á Café Nátúr, har tænarnir skonktu fyri teimum.

Av onkrari orsøk virkaðu gjaldskortini hjá teimum ikki, og menninir høvdu bert 156 krónur í reiðum peningi,tá teir skuldu gjalda rokningina, sum var umleið 266 krónur.


Hildu seg hava

goldið ov nógv

Tænarin fór aftur eftir ølinum, sum menninir høvdu fingið á borðið.

Tá kom ein teirra við øðrum gjaldskorti, sum riggaði, og tænarin tók tær írestaðu 110 krónur av kortinum, tá goldið var áðru ferð fyri nýggja umbering av øli.

Sjómenninir gjørdust í øðini og skuldsetti tænaran fyri at hava svikað, og vildu vera við, at teir høvdu goldið ov nógv. So kom ófriðurin.


Brúktu stólabein

sum lurkar

Tað byrjaði við at ein skoti tók ein stól, og blakaði hann eftir tænaranum, og við eitt reisti øll skipsmanningin, sum tali einir sjey mans, seg upp, og bjóðaði gestunum av.

Teir blakaðu við tí, sum fyri var - gløs, øskubikar, fløskum og stólum.

Stólirnir vóru pettaðir sundur og stólabeinini brúkt sum lurkar.

Tænararnir, sum eru feðgar, pápin er venjari hjá H 71, og sonurin er við á liðnum, vildu einki gera, av tí at teir skuldu spæla hondbólt dagin eftir, og tí ikki vildu koma til skaðis við at leggja uppí. Teir noyddust tí at lata seg buka, meðan matstovugestirnir skelkaðir hugdu at.


Gestur við fartelefon boðaði løgregluni frá

At enda kom ein av gestunum so mikið fyri seg, at hann ringdi til løgregluna á fartelefon síni.

Thurid Samró, stjóri á Café Nátúr, sigur við Sosialin, at skotarnir rýmdu áðrenn løgreglan kom, men at teir eru meldaðir til løgregluna.

Innbúgv fyri einar 10.000 - 12.000 krónur er oyðiligt, og tað skulu skotsku sjómenninir gjalda.

Hon sigur annars, at skotarnir bóru seg at sum rættir ófriðarkroppar, júst sum bretar eru kendir fyri tá fótbóltsdystir eru.

Á Café Natúr hava tey ikki verið fyri slíkum áður.


Bót og sektaruppskot

Á Politigarðinum verður sagt, at skotarnir vórðu avhoyrdir áðrenn teir fóru avstað aftur. Teir eru skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar, og fingu sektaruppskot, sum teir góðtóku.

Hvør maður skal gjalda 1500 krónur, umframt at teir fingu eina bót, ið fer til endurgjald fyri oyðilagt innbúgv o.a. á Café Natúr.