Lítil undirtøka fyri at minka um 1. deild

Fótbóltur: Talið av liðum í ovastu deildunum skal ikki broytast. Tað bleiv dyggiliga staðfest á árliga fundinum millum FSF og feløgini, ið varð hildin í B36 húsinum leygardagin

Leygardagin var árligi fundurin millum FSF og føroysku fótbóltsfeløgini hildin í B36 húsinum. Salurin var væl mannaður av umboðum frá øllum feløgunum umframt umboð fyri venjarafelagið, dómarafelagið, landsliðsvenjarar. Haldgrím Gregersen, fyrrverandi formaður í Gøtu Ítróttarfelag, hevði eisini leitað sær suður til Havnar at lýða á, hvat feløgini høvdu at bera fram. Nógv mál vóru innkomin, og tí hevur FSF gjørt av at hava tveir fundir afturat. Annar verður nú 5. desember og snýr seg um kvinnufótbóltin. Ungdómsfótbólturin verður umrøddur á fundi 13. februar.


Nær er haldgóð orsøk til ikki at møta upp?

Fyrsta punkt á fundinum var ein eftirmeting af farna kappingarári.

Dánjal Andreasen, formaður í kappingarnevndini, legði fyri at svara spurningum, sum feløg høvdu sent til fundin.

Til spurningin um, hvør haldgóð orsøk er ikki at møta til dyst, fer kappingarnevndin eisini í framtíðini at meta um í hvørjum einstøkum føri. Hví skulu allir leikarar revsast, av tí at ein persónur hevur hugt skeivt í ferðaætlanina? Hetta er komið fyri eina ferð í 12 ár!

Endamálið fer altíð vera at avgreiða dystir á vøllinum.


Gul og reyð kort

Skipanin við gulum og reyðum kortum bleiv fyri nøkrum árum síðani broytt. Núverandi skipan áleggur feløgunum at fylgja við, hvør leikari hevur leikbann. Dánjal legði áherðslu á, at tað var ábyrgdin hjá feløgunum at fylgja við, tí FSF ikki kann, av tí einfaldu orsøk, at dómaraseðlar ofta ikki koma inn fyrr enn tríggjar til fýra vikur eftir dystarlok.


Samskiftið við landsliðsleikarar

Eitt av feløgunum fíltist á samskiftið millum FSF og landsliðsleikarar. Jens Erik Magnusen, ið er formaður í Landsliðsnevndini, helt, at tað var keðiligt, at boðini onkuntíð komu gjøgnum fjølmiðlarnar.

? Vit halda, at vit gera alt fyri at boðini til landsliðsleikarar eru so greið sum tilber. Tað er óheppið, at leikarar fáa boðini gjøgnum fjølmiðlarnar, men ofta er tað so, at leikari gerst skaddur stutt undan landsdysti, og tá eru fjølmiðlarnir ofta skjótari úti við tíðindunum, enn vit eru. At U14 landsliðið luttók í kapping niðri í Aberdeen var orsakað av sera góðum tilboði frá Aberdeen, ið vit ikki kundu lata vera við at taka av. Vit høvdu annars meldað avboð. Tíðin gekk undan, og tí settu vit okkum í samband við venjaran hjá HB-smádreingjunum, ið játtaði at taka uppgávuna. Málsetningurin er annars heilt klárt at halda feløgini væl orienterað.


Ein upp- og niðurflytingardyst

Harry Benjaminsen, venjari í LÍF, spurdi um ikki tað var eitt hugskot at leika bert ein upp- og niðurflytingardyst á uttanveltaðum vølli. Petur

Simonsen nevndi møguleikan at leika báðar dystinar sama vikuskifti, leygardag og sunnudag. Magnus á Stongunum úr Eiðis Bóltfelag nevndi møguleikan at fara aftur til gomlu skipanina við tveimum niðurflytarum og uppflytarum.

Eftir svarini frá Fótbóltssambandinum og viðmerkingarnar úr salinum blivu umboðini fyri feløgini býtt í fýra bólkar at viðgera kappingina framyvir. Málini, sum blivu viðgjørd, vóru m.a., at útivallarmál skulu telja meira í steypakappingini, dómaraskipanin, leiðara/venjaraútbúgvingin, fótbóltsskúlin, talið av liðum í ovastu deildunum og reglugerð fyri áhugaleikarar.


Útivallarmál telja meir í steypakappingini

Tað varð hildið at vera gott hugskot, at útivallarmál í steypakappingini skuldu telja meira, um lið vóru jøvn á stigatalvuni. Fekst heldur ongin avgerð av hesum, skuldu innanhýsisdystir avgera og í síðsta enda umdystur. Í landskappingini skuldi ongin broyting vera


Dómaraskipanin

Lassin Isaksen, formaður í Dómarafelagnum, helt tað vera frálíkt hugskot, at feløgini, um tað bar til, tóku dystirnar upp á video og lótu dómaran fáa eintak av dystinum.

? Hetta kunnu vit nýta sum undirvísingaramboð bæði fyri okkum sjálvum, men eisini, tá skeið verða hildin.

Annars tekur Lassin fult undir við, at dómarar skulu loysast frá feløgunum. Hann tekur ikki undir við sjónarmiðinum, tí at hann ivast í, um dómarar spekulera í fyrimunum fyri sínum egna felag, men tí tað hevði hóskað seg betri, kanska serliga fyri áskoðararnar.


Leiðara- og venjaraútbúgvingin

Menn og kvinnur á fundinum vóru samd um, at venjaraútbúgvingin er nærum so góð sum tilber, meðan spurningurin um leiðaraútbúgving haltar. Hóast venjaraútbúgvingin inniheldur leiðsluspurningar, er hetta ikki nøktandi. Nevnt bleiv uppskot um at fáa leiðara- og venjaraútbúgving sum valgrein í framhaldsdeildini. Jákup Meinhard, LÍF, dugdi ikki at ímynda sær hetta hugskot vinna frama. Hann legði tó afturat, at skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hevði givið 10. flokki rúm fyri skeiðum, og at eitt ungdómsvenjaraskeið møguliga kom upp á tal. Tá verður ikki bert hugsað um fótbóltsvenjing, men eitt breitt grundleggjandi skeið, ið gevur fatan av at arbeiða við ungdómi yvirhøvur, segði Jákup Meinhard.


Fótbóltsskúlin

Jóhan Nielsen, venjari hjá GÍ og limur í útbúgvingarnevndini, helt, at broytingar mugu gerast í sambandi við fótbóltsskúlan. Fótbóltsskúlin má vera á fleiri støðum í landinum. Havnin, Toftir og Klaksvíkin hýsa skúlanum sum er, men Suðuroyggin t.d. átti at havt skúlan eisini. Jóhan segði tað vera sera trupult at fáa venjarar, og serliga tí var tað sera strævið at fáa skúlan at rigga nóg væl. Hann helt, at praktiska ábyrgdin av skúlanum skuldi ligið hjá feløgunum, meðan tann fyrisitingarligi parturin var

FSF?s. Høvuðsinnihaldið er tað sosiala. At fáa vinfólk ymsastaðni frá úr Føroyum, samstundis sum lært verður at spæla fótbólt. Í tí sambandinum vísti Petur Simonsen á, at verður skúlin býttur út á fleir støð, so missa vit kanska júst ta sosialu dimensiónina.


Ongin broyting

í ovastu deildunum

Spurningurin um talið av liðum í teimum trimum ovastu deildunum hevur verið nógv viðgjørdur í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Á fundinum reisti FSF spurningin og vildi hava at vita, hvat feløgini søgdu. Jens Erik Magnussen frá Fótbóltssambandinum segði, at teir onki uppskot hava til, hvussu kappingin skal síggja út. Spurningurin bleiv viðgjørdur í bólkum. Allir fýra bólkarnir førdu fram, at meiriluti var fyri at

varðveita kappingina í verandi líki. Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Gunnar Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið er ov stórt, men hann helt, at tað fór at stabilisera seg.

? Alt krevur sína tíð. Ein fyrimunur við verandi skipan er, at stóru feløgini koma út á bygd. Á Sandi bleiv áhugin rættiliga kveiktur í 1978, tá ið TB og HB leiktu Ísafjarðarsúlufinaluna. Tey stóru feløgini kunnu kanska finna saman í onkrum øðrum høpi, segði HB-formaðurin.

Formaðurin í KÍ, Svend Jacobsen, segði stóra spurningin vera, hvussu vit fáa 10 góð lið. Onki svar bleiv givið.

? Men okkurt er, sum haltar við steypakappingini. Hon er ikki nóg áhugaverd. Kanska skuldu tvær steypakappingar verið? Í yngru deildunum hevði tað kanska verið eitt hugskot at havt økisdeildir. T.d. Suðuroyggin móti B68, GÍ og NSÍ!

Sjúrður Horsdal, formaður í B36, førdi fram, at B36 ikki hevur reist henda spurningin.

? Eg bleiv sera kløkkur, tá ið eg hoyrdi tað. Vit høvdu als ikki viðgjørt málið, men tað hava vit gjørt nú. B36 ynskir fleiri dystir. Hvussu hetta skal gerast, vita vit ikki rættiliga. Ein møguleiki er at spæla dupultkapping við seks liðum, men hetta er ikki ein gongd leið. Ein annars møguleiki er at hava 12 lið. Summarsteðgurin er í so langur, kanska hevði tað borið til at leikt hálvaaðru kapping við 10 liðum?

Sjúrður vildi gjarna spæla dystir mitt í viku, eitt nú mikukvøld. Hann helt, at tað ofta kendist so leingi millum vikuskiftini at bíða eftir næsta dysti.

Jákup Meinhard, umboð fyri LÍF, helt at okkurt mátti gerast við verandi struktur.

? Gera vit onki fyri at bjarga okkum, fara øll at verða taparar. Sum nú er eru dystirnir ikki nóg gevandi, og tí fer landsliðsfótbólturin eisini at svíða. Eitt hugskot hevði verið at gjørt eina yrkisdeild.

Jákup Meinhard legði afturat, at orðini vóru hansara persónligu, og ikki sjónarmið hjá Leirvíkar Ítróttarfelag.

Ongin beinleiðis niðurstøða bleiv gjørd, men tað var helst heldur ikki neyðugt. Bólkarnir høvdu talað greiða talu!


Reglugerð fyri áhugaleikarar

Á síðsta aðalfundi varð litið Fótbóltssambandinum til at gera eina reglugerð fyri áhugaleikarar. Bæði feløgini og FSF ásanna, at neyðugt er við eini reglugerð, sum onkursvegna tryggjar øllum pørtum, at lógloysi ikki valdar í føroyska fótbóltsheiminum. Fleiri feløg hava longu undirskrivað leikarasáttmálar, m.a. fyri at tryggja sær eitt ávíst tal av leikarum, men brúk er eisini fyri greiðum reglum fyri tey, ið spæla fótbólt av »áhuga«. Hvussu farast skal fram, tá ið áhugaleikari flytur frá einum felag til annað, og hvør kostnaðurin skal vera. Somu bólkarnir viðgjørdu hetta mál á fundinum, og niðurstøðan var, at FSF er á góðari leið hesum máli viðvíkjandi, tó at onkrar broytingar mugu gerast í reglugerðini.

Eitt sindur av kjaki stóðst av, hvørt børn undir ein ávísan aldur áttu at verið tikin við? Jóanes Ellefsen, MB, spurdi, um reglugerðin nýttist at galda fyri øll børn? Gunnar Mohr, HB, heitti á feløgini at ansa eftir ikki at svínabinda leikarar undir 15 ár. Formaðurin í B36 helt tað vera burturvið at tosa um krónuupphæddir fyri leikarar undir 18 ár og segði at B36 grundleggjandi er ímóti tí. Harafturat segði Sjúrður Horsdal, at pengaupphæddirnar í uppskotinum fyri leikara, ið flytur í annað felag, skulu munandi niður. FSF førdi fram, at ongin grund var at óttast, at leikarar ikki fóru at sleppa at spæla fótbólt, um ósemja var uppstaðin millum tvey feløg um leysgeving av leikara. Tí kappingarnevndin kann altíð skera ígjøgnum og útflýggja loyvisbræv. Men tað er ivaleyst rætt, at vit eiga at umhugsa, um tað er rætt, at børn eru við í hesi reglugerð, segði Dánjal Andreasen formaður í kappingarnevndini.


Væleydnaður fundur

Fundurin, ið var sera væl eydnaður og á høgum støði bæði í viðgerð og atburði, hevði sum so ikki nakrar ítøkiligar niðurstøður. FSF nýtir fundin sum eitt barometur at vita hvørja kós feløgini ynskja. Í so máta kom nógv áhugavert fram, sum Fótbóltssambandið nú kann arbeiða við fram til aðalfundin, sum verður tíðliga í 1999.