Kvinnufótbóltur til umrøðu í London

Fótbóltur: Tann triðja í røðini av UEFA-ráðstevnum um kvinnufótbólt varð hildin í London í oktober mánaði, varð skipað soleiðis, at nóg mikið at tíð skuldi vera til at umrøða tey ymsu evnini grundiga. Men tað var ikki lætt at viðgera alt til lítar, tí so nógv er hent á kvinnufótbóltsøkinum seinastu árini

Kvinnufótbóltur er í dag ein av skjótast vaksandi ítróttargreinum í Europa, men tá ætlanir skulu leggjast fyri framtíðina, má tað havast í hyggju, at menningin hevur verið ójøvn frá landi til land.

Meðan summi av europeisku fótbóltssambondunum fyrireika teirra landslið til HM-endaspælið, sum verður í USA í juni komandi ár, eru onnur, sum framvegis arbeiða við at fáa eitt landslið og eina landskapping upp at standa.

Meðan summi lond kunnu greiða frá, at fótbóltur er vorðin fremsta ítróttargreinin hjá kvinnum og gentum, royna onnur framvegis at yvirkoma sosiologiskar forðingar.

Av hesum hevur ein støða tikið seg upp, har »menningarlondini« tapa við tvísiffraðum tølum í nýggju U18 EM-kappingini ? úrslit, sum hvørki gagna vinnarunum ella taparunum. Á ráðstevnuni bleiv lagt upp til eina grundiga endurskoðan av styrkismetingarskipanini, so landsdystir kunnu elva til menning heldur enn mótloysi hjá teimum, sum taka síni fyrstu fet á langa vegnum móti toppinum.

Samstundis varð eisini heitt á UEFA um at kanna møguleikarnar fyri eini U16 EM-kapping ? ein tílík kapping er í dreingjafótbólti.

Nógv varð tosað um leiðslu- og fyriskipanarspurningar. Niðurstøðan var, at har ein nevnd, sum bert tekur sær av kvinnufótbólti, og sum skal hoyra undir teimum ávísu fótbóltssambondunum hjá UEFA-limalondunum, er ein góð byrjan, so má endaliga málið vera, at kvinnufótbólturin skal vera umboðaður í øllum nevndum ? nakað sum ráðstevnan helt, kundi rokkið heilt upp til sjálvt UEFA.

Nicole Mouidi og Elisabeth Loisel umrøddu eisini integratión. Nicole Mouidi úr Schweiz, sum er altjóða góðkendur dómari í kvinnufótbólti, greiddi frá, hvussu hon hevði strítt seg upp á tað støðið, hon er á í dag, meðan Elisabeth Loisel gav eina hugvekjandi frágreiðing um trupulleikarnar, sum kvinnur kunnu hava á venjaraskeiðum, sum ofta eru rættiliga mannfólkaorienteraði.

Luttakararnir hildu, at kvinnur, ið eru venjarar, eiga at fáa betri stuðul, ikki minst fyrrverandi spælarar, sum kunnu geva bæði hugskot og royndir til kvinnufótbóltin.

Men tað sum varð undirstrikað á ráðstevnuni var fyrst og fremst, at týdningarmiklasta arbeiðið ikki beinleiðis nýtist at vera á toppinum av ísfjallinum, men heldur frá grundini av, og arbeiðið, sum ensku vertirnir gera í skúlunum og tílíkum stovnum varð tikið fram sum ein góð fyrimynd hjá teimum, sum framvegis ikki eru komin so langt við kvinnufótbóltinum og hjá teimum, sum júst eru um at fara undir skipaðan kvinnufótbólt.

Nógv varð tosað um, nær gentur koma í tann aldurin, har tað ikki longur er gagnligt fyri menningina hjá teimum sum spælarar at spæla saman við dreingjum, men eisini á hesum økinum gera teir stóru munirnir, sum eru millum UEFA-londini, tað trupult at seta nakran felags politikk út í kortið. (Kelda: UEFA Flash)