einki, um satsurin er 0%. Men skipanin eigur ikki at verða avvtikin. Talan er jú um trygdarskipan, sum skal kunna fáast at virka aftur, um viðurskiftini krevja tað, sigur hann. Men ein fyritreyt fyri príshækking [...] máti hevur verið, at til bar at avreiða til teirra, sum keyptu við beinleiðis útflutningi fyri eyga. Men tann møguleikin er burtur við kunngerðini um innviging av fiski til avreiðingar í Føroyum. So má okkurt [...] um á Toftum, Og tað er at gleðast yvir, at teir, sum hava møguleika at selja har, fáa góðan prís. Men teir, sum selja beinleiðis til virkini úti um landið, fáa ikki handan prísin. Chris Jan Michelsen sigur
ein sving-om, hevði tú hug. Eitt fínt, lítið tiltak við einum stórum navni. Men her var ikki bara talan um eitt verðinsnavn, men um livandi tónleik á høgum støði, sum bara ger býarlívið í høvuðsstaðnum [...] marknaðin leygardagin. Á fløguni, sum kallast »Time«, eru níggju løg, og hava tey øll enskan tekst. Men Kjølarnir, sum einaferð í beinleiðis sjónvarpssending vildu vera við, at føroyskt saktans hóskar til [...] til rock?n?roll, vera aftur á fløgu í desember. Hesaferð á stakfløgu, har sungið verður á føroyskum. Men tey, sum ikki høvdu høvi at hoyra filmsstjørnurnar úr »The Commitments«, fingu tó møguleikan sunnukvøldið
nissum, og at jólini nærkast. Onnur ár hevur Jólabýurin havt mestsum alt torgið í SMS fyri seg sjálvan, men umframt Jólabýin er har eisini ein jólahandil við alskynt jólaprýði.
áhaldandi . ³Tað er deyðin sum vitjar meg í svøvni³, sigur Jóhanna. Tað løgna er, at maðurin ressast, men sýninst ikki at lata við seg koma. Sum áskoðari verður tú drigin upp eftir hárunum av hesi byrjan, [...] Jóhann er skelkað og uppøst. Hon er lamin, sigur hon gandakallinum. Hann noyðir hana fram á gólv, men hon fær ikki fótin fyri seg og dettur. Tað fyrsta, sum fellur einum til hugs er, at gandakallurin er [...] sigur Jóhanna fyri gandakallinum. Andreas fyrigevur altíð. Kanska tað var styrkin í húnarlagnum, men tað hevur so avgjørt eisini verið ein veikleiki, skilst. Samstundis sum hann fyrigav, var psykologiska
áhaldandi . ³Tað er deyðin sum vitjar meg í svøvni³, sigur Jóhanna. Tað løgna er, at maðurin ressast, men sýninst ikki at lata við seg koma. Sum áskoðari verður tú drigin upp eftir hárunum av hesi byrjan, [...] Jóhann er skelkað og uppøst. Hon er lamin, sigur hon gandakallinum. Hann noyðir hana fram á gólv, men hon fær ikki fótin fyri seg og dettur. Tað fyrsta, sum fellur einum til hugs er, at gandakallurin er [...] sigur Jóhanna fyri gandakallinum. Andreas fyrigevur altíð. Kanska tað var styrkin í húnarlagnum, men tað hevur so avgjørt eisini verið ein veikleiki, skilst. Samstundis sum hann fyrigav, var psykologiska
viðgerð, so taldust teir neyvan meira enn framsøgumenninir og so onkrar einstakar tingmenn aftrat. Men var uppmøtingin vánalig, so vóru framløgurnar harafturímóti sera greiðar og samdar. Framsøgumaður fyri [...] hesum arbeiði, hava greitt tað sera væl úr hondum. Hann vildi ikki fara inn í smálutir við málinum men nam kortini við spurningin oljuvinna kontra fiskivinnu og segði, at nú vit fara inn í eina nýggja vinnu [...] Føroyar møguliga skulu síggja út langt inni í framtíðini. Lat okkum vera tileiðar til hesa avbjóðing men latið okkum eisini vera varnar og ansa eftir ikki at gera stórar íløgu, áðrenn vit vita nakað veruligt
verður sipað til Toda Jónsson. Tað er eingin loyna, at italsku bløðini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan, at navnið hjá Toda Jónssyni nú er farið at runga í italsku fjølmiðlunum [...] kunnu vit bara gita um. Vit royndu í gjár at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí í nakrar dagar. Tað [...] felagið kennir nakað til søgurnar í italsku fjølmiðlunum. Todi Jónsson er í løtuni sáttmálabundin í FCK, men tað er vanligt, at tey ríku feløgini í Europa gjarna vilja brúka nógvar pengar, fyri at keypa spælarar
árini, men FSF formaðurin hevur eina frágreiðing at verja seg við: ? Vit í FSF hava staðfest, at feløgini hava skift hugburð hesum viðvíkjandi. Vit tóku spurningin fram fyri nøkrum árum síðani, men tá var [...] sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at verið áhugaðir í at mynda framtíðina hjá føroyskum fótbólti, men vit mugu bara staðfesta, at teir vóru ikki har, sum framtíðin varð umrødd, staðfestir FSF formaðurin [...] einari generellari avtalu, og at tað ikki verður ov nógv upplýst um einstakar lutir í sáttmálunum, men sum alt annað, so er hetta ikki liðugt viðgjørt, sigur Torleif Sigurðsson. Rættindini Fyri nøkrum vikum
Havn í døgurðatímanum ein gráan gerandisdag. ? Eg kom til Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag, men at eg nú eisini skal venja landsliðið, ger tað bara eina tonn meiri spennandi. Eg ætli mær at taka [...] kropsliga. Teir fáa góða og fjølbroytta venjing, og eru líka væl fyri sum svimjarar nógva aðrastaðni. Men teir undirmeta seg sjálvar, og tað er nakað, sum teir helst skulu venjast av við. Hvussu er støðið [...] tí tað skal ikki vera lætt at koma á landsliðið. Hetta fer at gera tað truplari hjá svimjarunum, men eg ivist onga løtu í, at teir kunnu klára tað. Teir hava ein góðan hugburð til venjing, og sjálvt um
eisini at halda fram har komandi kappingarár. Men kemur avtala í lag við ísraelska felagið, verður tað ikki fyrrenn 1. mai, at HB fær gleði av Jan Dam. Men tá verður tað so eisini ein spælari í toppform [...] havt sitandi í beinum, úr, og tí hevur hann ikki hildið seg í gongd við fótbóltsspælið farnu tíðina. Men eftir tí, sum vit hava skilt, skuldi hetta ikki forða fyri eini avtalu við ísraelska felagið. Um nakað