Ísakald samlulív førir til glatan

Tað er heldur lagnan enn sjúka, sum bjóðar ungu hjúnunum uppi í fjøllunum í Finnmørkini av, hetta samdøgrið í 1880 árunum.

Havnar Sjónleikarfelag:

Ísblomstrið, eftir Terje Nordby

Umsett og leikstjórn: Eyð Matras

Scenografi og búnar: Marjun Jóanesardóttir

Tónleikur: Stamen Stantechev

Ljóssetari: Niels Nielsen



Í smáttunum búgva Jóhanna (Jytte Joensen) og Andreas Isaksen ( Karlot M. Jacobsen). Tey eru barnleys.

Leikurin byrjar við at konan liggur ófriðarlga og svevur í songini, meðan maðurin situr og snorksvevur fram á køksborðið.

Bráddliga skríggjar Jóhanna anskræmiliga og áhaldandi . ³Tað er deyðin sum vitjar meg í svøvni³, sigur Jóhanna.

Tað løgna er, at maðurin ressast, men sýninst ikki at lata við seg koma. Sum áskoðari verður tú drigin upp eftir hárunum av hesi byrjan, og tað setir rættiliga ferð á søgugongdina.


Skríggini fylla salin

Áðrenn fyrsti partur er av, eru oyrini fylt við skríggunum frá Jóhonnu, og tú heldur, at so stórar líðingar kann einki menniskjað bera, uttan so at hjálp verður veitt tí sjúka.

Hetta er í 1880 árunum, og tá er sjálvandi tann ?hvíta spennitroyggjan³ ikki uppfunnin. Hevði konan livað í okkara tíð, var hon sjálvandi skrásett sum sinnissjúk og innløgdi fyi langari tíð síðan.

Spurningurin er um lívið í hesum føri ger menniskjuni sinnissjúk, ella um tey sjálvi laga sær lívið soleiðis, at tað fær avleiðingar fyri sálarligu heilsuna.

Sum eina seinastu roynd at fáa konuni heilsuna aftur, hevur Andreas sent boð eftir einum gandakalli (Hilmar Joensen), sum býr í bygdini við sjóvarmálan. Hesin kann lekja allar sjúkur, verður sagt. Nú bíða hjúnini eftir, at hann skal koma.

Andreas hjúklar um konuna, gevur henni vatn at drekka, og sissar hana, so sum hann ivaleyst hevur gjørt hvørja nátt, síðani konan fór í seingina, ³at tosa við deyðan í dreymi³, sum hon málber seg.

Við eitt brestur hurðin upp, og gandakallurin kemur sum eitt fok um dyrnar, syftir dýnuna av tí sovandi konuni. Hann biður hana kóka sær kaffi.

Jóhann er skelkað og uppøst. Hon er lamin, sigur hon gandakallinum. Hann noyðir hana fram á gólv, men hon fær ikki fótin fyri seg og dettur.

Tað fyrsta, sum fellur einum til hugs er, at gandakallurin er ein skrøggari, sum heldur ólukkulig fólk fyri gjøldur. So hvørt sum frálíður, vísir gandakallurin eyðsýniliga síni psykologisku evnir, ið saktans tá eins og í dag, fær fólk at trúgva, at hann kann grøða sjúk.


Gandakallurin og skeivleikarnir

Hann leggur eftir teimum báðum í smáttuni, og tað er ikki við mýkindum. Brádliga hevur hann reksað upp allar skeivleikarnar, sum hesi bæði hava sýnt hvør øðrum.

Tá hjúnini ikki vilja góðtaka tað, sum verður hildið upp fyri teimum, um eitt eydnuleyst hjúnarlag, sum byggir á lygnir og fortreingingar, spælir gandakallurin uppá, at hann t.d. ger mannin lamnan í beininum, fær eldin i grúgvuni at loga bjartari o.s.fr., fyri at fáa tey at lurta. Hann heldur so fram við at avdúka og trevsa upp alt tað, sum ikki tolir dagsins ljós.

Jú, Jóhanna varð við barn við Markusi, beiggja Andreas, ein dagin tá Andreas ikki var heima.

Hon segði Andreasi sannleikan, og hann græt og fyrigav, sigur Jóhanna fyri gandakallinum. Andreas fyrigevur altíð.

Kanska tað var styrkin í húnarlagnum, men tað hevur so avgjørt eisini verið ein veikleiki, skilst.

Samstundis sum hann fyrigav, var psykologiska krígsførsla hansara, at seta niður á Jóhonnu, og trútta í hana, at hóast náttúran kring tey blómaði á hvørjum ári, so vóru tey bæði lívssør. Tey fingu einki barn. At enda noyðist hon at lúgva seg uppá vegin, bara fyri at fáa frið. Tá tað sjálvandi ikki kemur nakað barn burturúr, er einasta loysnin at leggjast í seingina.

Leiklutirnir hjá hjúnunum fellur uppá pláss, hon er sjúk og krevur umsorgan, og hann hjúklar um hana, sum var hetta einasti háttur at bjarga samlívinum.

Við at skúgva allar trupulleikar í undirvitskuna, var avleiðingin samstundis, at tey sálarliga píndu hvønn annan til tigandi, livandi deyða.

Tað kemur fram hesa náttina, tá gandakallurin vitjar. Eina løtu er Andreas úti í túninum, og tá letur Jóhanna seg bráddliga úr klæðunum og biður gandakallin taka seg við sær oman í bygdina. Hon vil vera sinnissjúk, tí um alt kemur fyri ein dag, sum hon hevur gjørt, kann hon ikki liva kortini.

Um tá hon gjørdist við barn við beiggja Andreas, Markus, sigur Jóhanna gandakallinum, at tey vóru so ung, tá Markus kom til hennara ein dagin, tá maðurin ikki var heima. ³Markus var øðrvísi enn nakar, og hann hevði allar árstíðirnar í sær³, men eg var bangin fyri tí, sum fór at koma³, sigur hon.


Tók lívið av soninum

Um fimm ára gamla sonin, sum doyði, sigur hon, at hann ?var alt tað, sum Markus ikki var³. Einasta felags teir báðir høvdu, var, at teir vóru einsamallir í verðini.

Sonurin møsnaði um at stinga eyðuni út úr hvørjari livandi veru, og hann dugdi allar eiðirnar o.s.fr., sigur Jóhanna.

Hon helt, at sonurin hevur illar andar í sær. Tí fór hon oman í ánna at vaska illu andarnar burtur úr honum. Tá kom tað á hana, at hon skuldi sleppa honum. Í tí hon ger tað, hyggur sonurin uppá mammuna, og hon sær deyðsóttan í eygum hansara.

Tá kom Jóhanna í tankar um ein ísklump, sum sonurin ein dagin hevði givið henni, við einum ísblomstri í, við mjúkum, reyðum bløðum:

- Eitt deytt ísblomstur í sínum fagrasta blóma, sigur Jóhanna gandakallinum.

Jú, kanska kann lívið verða so vandamikið, at livandi deyðin er ein lætti, tí fólk ikki tora at læra seg at ganga.

Hesin leikur er eitt sterkt, psykologiskt drama, sum verður framført eftir góðum, gomlum leiklistasniði. Hann er ógvuliga orðríkur, og við hvørt fært tú varhugan av, at hetta hevði verið góður útvarpsleikur. Og kortini. Væl gjørdi pallurin, ljós, ljóð og framúr góði tónleikurin, gjørdu sítt til væleydnað úrslit.


Koma væl frá royndini

Serliga hugtakandi er spælið hjá Jytte Joensen, sum so nágreiniliga gongur upp í sín leiklut, at tú hevur hug at blunda og lata oyruni aftur.

Hilmar Joensen er líkur einum gangakalli í sínum verumáta og bragdliga spæli. Hann er royndur sjónleikari, og hevur skálkin bak oyrað, sum er neyðugt fyri at gera henda leiklurin sannførandi.

Karlot H. Jacobsen er stillisligur og inniligur í sínum leikluti, og við sínum dámliga nólsoyarmáli. Torført er at hugsa sær, at hann ikki hevur staðið á palli áður.

Eyð Matras er komin væl frá síni fyrstu leikuppseting. Tað, sum hugtekur einamest er, at leikararnir eru so kensluliga opinskráraðir. Tað krevur vilja og mansmót soleiðis sálarliga at lata seg úr á palli, serliga í slíkum leiki sum hesum, ið spælir á nógvar streingir, í góðum og óndum menniskjansligum kenslum.

Tað er ikki tespiligt í nógvum førum, og kortini koma tey væl frá royndini.