?Vit høvdu ein ógvuliga gevandi fund. Vit løgdu fyri klokkan tíggju, og burtursæð frá hálvum tíma døgurðasteðgi hildu vit á til klokkan fýra seinnapartin. Hýrurin var góður, og uppleggini, samrøðurnar og niðurstøðurnar vóru av sovornum slagi, at hetta er gott grundarlag at fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá.
Hetta segði Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfeløgini leygardagin hittust í høvuðsstaðnum at eftirmeta farna kappingarárið og at tosa um framtíðina.
Týdningarmiklasti spurningurin
Tað er eingin loyna, at spurningurin um pengar og sáttmálar ímillum feløgini og spælararnar er vorðin brandaktuellur. Í fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at nøkur feløg hava verið før fyri at bjóða spælarum fyrimunir av ymsum slagi, um teir valdu at spæla fyri teirra felag. Og nú eru fleiri mánaðir síðani, at vit skrivaðu, at telvingin um FM heitið í 1998 var langt síðani byrjað, og harvið sipaðu vit til, at feløgini gera nógv fyri at styrkja um fólkagrundarlagið.
Sáttmálarnir vóru høvuðsmálið á fundinum leygardagin, og Torleif Sigurðsson heldur, at hesin spurningurin er ein hin týdningarmiklasti, sum feløgini og FSF hava havt á borðinum tey meiri enn fimtan árini, hann hevur sitið við róðrið í FSF.
? Tí skilji eg ikki, at onkur av feløgunum ikki vóru umboðað á fundinum, og at onnur feløg ikki vóru umboðað av teimum, sum sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at verið áhugaðir í at mynda framtíðina hjá føroyskum fótbólti, men vit mugu bara staðfesta, at teir vóru ikki har, sum framtíðin varð umrødd, staðfestir FSF formaðurin. Hann sipar m.a. til, at TB ikki var umboðað á fundinum, og at hægstu ábyrgdarpersónarnir í báðum teimum stóru havnarfeløgunum vóru ikki á fundinum.
Nógv at taka støðu til
Viðgerðin av sáttmálaspurninginum vísti, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss. Í fyrstu atløgu ræður um at fáa málið lýst frá so nógvum síðum, sum tað ber til, áðrenn endaligu orðingarnar verða gjørdar. Feløgini vilja hava viðurskiftini uppá pláss sum skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar.
? Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskiftini skipað. Vit arbeiða víðari við spurninginum, og tað kann gott vera, at tað hevði verið skilagott, um vit í FSF bjóðaðu formonnunum í feløgunum til ein fund bara at viðgera henda spurningin, áðrenn spurningurin verður lagdur fyri aðalfundin, sigur FSF formaðurin.
Innihaldið
Millum mongu spurningarnar, sum støða skal takast til í sambandi við sáttmálarnar eru, um allir spælararnir skulu hava sáttmála, hvussu spælararnir skulu bindast, og nær teir eru leysir av sáttmálunum, og hvussu fíggjarligu viðurskiftini skulu vera ímillum tvey feløg, um ein spælari verður seldur víðari til eitt útlendskt felag stutt eftir, at hann er fluttur úr einum føroyskum felag og í eitt annað.
? Um sáttmálarnir skulu hava nakað virði, so skulu teir góðkennast av Fótbóltssambandinum, og skulu vit góðkenna sáttmálarnar, so mugu vit sjálvsagt vita, hvat tað er, sum vit siga er í lagi. Ein spurningur er, um FSF skal vita, hvørjar upphæddirnar eru í sáttmálunum, og um aðrir ágóðar enn løn eru knýttir at sáttmálunum. Her verður t.d. hugsað um íbúðir, bilar og ferðaútreiðslur. Okkara fatan er, at feløgini eru áhugaði í einari generellari avtalu, og at tað ikki verður ov nógv upplýst um einstakar lutir í sáttmálunum, men sum alt annað, so er hetta ikki liðugt viðgjørt, sigur Torleif Sigurðsson.
Rættindini
Fyri nøkrum vikum síðani boðaði nevndin í HB frá, at teir hava gjørt av at leggja uppskot fyri aðalfundin hjá felagnum, sum verður í komandi viku, um at leggja raksturin av besta liðnum í eitt partafelag.
? Hetta er eitt stórt stig, og sjálvsagt er FSF áhugað í, at viðurskiftini í hesum sambandi eru púra greið. Tað má vera púra greitt, hvør tann juridiski persónurin er, sum eigur rættin til plássið í bestu deildini. Um eitt felag fer av knóranum, so er eingin ivi um, at tað missir rættin til plássið í bestu deildini og skal byrja um aftur í 4. deild, vísir Torleif Sigurðsson á.
Broyttur hugburður
Tað hevur verið víst á, at FSF og Torleif Sigurðsson hava ligið omaná sáttmálaspurninginum seinastu fimm árini, men FSF formaðurin hevur eina frágreiðing at verja seg við:
? Vit í FSF hava staðfest, at feløgini hava skift hugburð hesum viðvíkjandi. Vit tóku spurningin fram fyri nøkrum árum síðani, men tá var tað heilt týðuligt, at feløgini vóru ikki áhugað í, at vit blandaðu okkum uppí viðurskiftini ímilum tey og spælararnar. Eg plaga at sitera mín góða vin, Haldgrím Gregersen, formann í GÍ, fyri at siga, at tað sum gongur fyri seg innanfyri bøgarðarnar í Gøtu, tað skal FSF halda fingrarnar langt burtur frá. Feløgini hava ikki henda hugburðin longur, og tað hava vit tikið til eftirtektar.