Útróðrarmenn hava einki petti í móti, at studningurin lækkar. Hann kann gott vera null krónur, um tað skal vera. Bara teir fáa ordiligan prís fyri fiskin, teir veiða.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, heldur at tað ger einki, um satsurin er 0%. Men skipanin eigur ikki at verða avvtikin.
Talan er jú um trygdarskipan, sum skal kunna fáast at virka aftur, um viðurskiftini krevja tað, sigur hann.
Men ein fyritreyt fyri príshækking, er kapping, sigur formaðurin í MÚ.
Vit mugu fáa kapping um hvønn stert, soleiðis at fiskaprísurin hækkar, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen.
Tað hevði so havt við sær, at studningurin hevði lækkað, sigur hann.
Tað kunnu vera ymiskir mátar at kappast uppá, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.
Ein máti hevur verið, at til bar at avreiða til teirra, sum keyptu við beinleiðis útflutningi fyri eyga. Men tann møguleikin er burtur við kunngerðini um innviging av fiski til avreiðingar í Føroyum.
So má okkurt setast í staðin, og ein avloysari fyri hendan møguleikan kundi verið at havt fleiri avreiðingarstøð.
Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv fæst fyri fiskin í dag. Alt eftir, hvar hann verður lagdur upp.
Tað ljóðar væl frá fiskaprísunum á Fiskamarknaðinum á Toftum, Og tað er at gleðast yvir, at teir, sum hava møguleika at selja har, fáa góðan prís.
Men teir, sum selja beinleiðis til virkini úti um landið, fáa ikki handan prísin.
Chris Jan Michelsen sigur, at á Tvøroyri hava teir, sum avreiða til Fiskavirking, ligið einar tríggjar krónur undir marknaðarprísinum. Og hann sigur seg hava frætt, at í Vágum er prísurin upp aftur lægri. Hetta kemst av, at ikki eru so góðir møguleikar at koma á uppboðssølu.
Chris Jan Michelsen sigur, at tosað hevur verið á fundi um, at rætt hevði verið at fingið skipaðar móttøkur ymsastaðni í landinum soleiðis, at ráfiskakeypararnir í felag kundu tikið í móti fiski á støðum, har krani var, og til bar at fáa ís. Hesum tóku ráfiskakeypararnir eisini undir við, sigur hann.
»Ja, teir hava enntá skrivað undir upp á hetta,« sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen.
Men tað var skjótt, at Fiskavirking legði seg tvørt fyri, og soleiðis er einki komið burtur úr hesum fyribils.
Chris Jan Michelsen sigur, at ætlanin var at viðgera hetta málið aftur á fundi í seinastu viku. Men fyri ráfiskakeypararnar møtti bara Páll Gregersen upp. Umboðið hjá Fiskavirking, Leivur Michelsen, møtti ikki, og tí varð einki burtur úr tí málinum tá.
Chris Jan Michelsen sigur í viðmerking til tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri segði í leygardagsblaðnum, at til ber at fáa meira av virðisøkingini í føroyskar lummar.
Vit eiga at lata nøkur smá specialvirki fáa møguleika at virka í Føroyum, sigur hann. Hesi tradiotionellu virkini duga ikki. Tað, sum um ræður, er, at smá virki, sum framleiða specialvørur, fáa møguleika at keypa smáar nøgdir, tá tørvur er á tí. Tað hevði borið til, um skipaðar móttøkur vóru kring landið.
Hetta hevði eisini verið ein kappingarfaktor, sum aftur hevði fingið prísin at hækka, heldur Chris Jan Michelsen.










