Føroyskir svimjarar eru betri enn teir halda

Svimjing: ? Framyvir fara vit at krevja meiri av føroyskum svimjararum. Teir skulu gera meiri við kravtíðirnar og teir skulu hava størri avbjóðingar, sigur nýggi landsliðsvenjarin í svimjing, David Kravl

Fyri knøppum fjúrtan døgum síðani setti Svimjisamband Føroya nýggjan landsliðsvenjara at taka við eftir René Thomsen, sum hevur havt starvið seinastu árini.

Valið fall á nýggja venjaran hjá Havnar Svimjifelag, David Kravl, og júst sum undanmaðurin, René Thomsen, skal hann nú venja bæði svimjarar í størsta svimjifelagnum í landinum umframt landsliðssvimjararnar.

? Eg søkti landsliðsstarvið, tá Svimjisambandið lýsti eftir venjara, og nú er tað so komið uppá pláss, at eg havi fingið starviði, sigur 25-ára gamli danin, tá vit hitta hann á skrivstovuni hjá Havnar Svimjifelag í svimjihøllini í Havn í døgurðatímanum ein gráan gerandisdag.

? Eg kom til Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag, men at eg nú eisini skal venja landsliðið, ger tað bara eina tonn meiri spennandi. Eg ætli mær at taka bæði størvini í fullum álvara, og eg ætli mær als ikki at gloyma felagið, fyri tað um eg havi fingið eina stóra avbjóðing sum landsliðsvenjari.


Tikið venjaraprógv

Hvussu kom tað í lag, at tú komst til Føroya?

? Havnar Svimjifelag leitaði eftir einum venjara at taka við eftir René Thomsen, og teir settu seg í samband við Dag Stormark, sum so víst teimum til mín. Dag Stormark og eg kennast, og hann helt, at eg var førur fyri at taka uppgávuna í Havnar Svimjifelag á meg.

David Kravl og Havnar Svimjifelag komu ásamt um samstarv fyri kappingarárið 1997/98, og 1. september byrjaði danin í nýggja starvi sínum.

David Kravl, sum er ættaður úr Fredericia, hevur sjálvur svomið nógv, hann hevur íðka triathlon, og hann hevur verið venjari í meira enn trý ár í Danmark. Fyrr í ár tók hann prógv á Ålborg Trænerskole, og tað er ikki minst eftir hesa útbúgving, at hann nú er til reiðar at taka við landsliðsvenjarastarinum í Føroyum.


Skulu flyta mørk

Hvat er títt fyrsta inntrykk av føroysku svimjarunum?

? Generelt vil seg siga, at føroyskir svimjarar eru betri enn teir halda seg vera, og avmarkingarnar hjá teimum eru meiri sálarliga enn kropsliga. Teir fáa góða og fjølbroytta venjing, og eru líka væl fyri sum svimjarar nógva aðrastaðni. Men teir undirmeta seg sjálvar, og tað er nakað, sum teir helst skulu venjast av við.

Hvussu er støðið samanborið við aðrastaðni?

? Teir yngru svimjararnir, teir frá árgangi 1984 og yngru, eru sera væl fyri og eru á einum høgum støði, meðan teir eldru svimjararnir eru á einum miðal støði sammett við svimjarar aðrastaðni.

Hvørji mál hevur tú sett tær nú tú ert vorðin landsliðsvenjari?

? Støðið hjá øllum svimjarunum skal hækkast, teir skulu flyta mørk. Og tað skal millum annað gerast við at krevja meiri av svimjarunum. Vit fara at gera meiri við kravtíðirnar, tí tað skal ikki vera lætt at koma á landsliðið. Hetta fer at gera tað truplari hjá svimjarunum, men eg ivist onga løtu í, at teir kunnu klára tað. Teir hava ein góðan hugburð til venjing, og sjálvt um vit fara at hækka krøvini, eru teir førir fyri at vera við.

? Tað er eisini sera týdningarmikið at finna føroysku svimjarunum nýggjar avbjóðingar, tí bara at luttaka í FM er ikki nóg mikið hjá teimum bestu. Vit skulu halda uppá svimjararnar, sum eru farnir um tey 20, tí teir kunnu mennast nógv afturat. Og einasti mátin at gera tað, er við at geva teimum nýggjar avbjóðingar, sum til dømis í altjóða kappingum, NM og kanska eisini World Cup.


Kunnu vera við

Men kunnu vit yvirhøvur vera við í slíkum luttakarum?

? Ja, tað kunnu vit. Føroyskir svimjarar betri enn teir sjálvir halda, teir venja líka nógv, sum svimjarar aðrastaðni, og so er Kristian Martin Joensen gott dømi um, at tað veruliga ber til at vera við. Kristian Martin vinnur ikki heiðursmerki í altjóða kappingum ? enn ? men hann verður ikki svomin afturúr.

? Og tað er avgjørt ein treyt fyri at vit kunnu luttaka. Tað kostar nógvar pengar at fara til altjóða kappingar, og tí avmarkar tað seg eitt sindur sjálvt. Men velja vit so at fara, er tað ein treyt, at vit eisini kunna verða við, og ikki fullkomiliga detta niðurímillum.

Hvussu eru vónirnar at endurvinna okkurt gullmerki á Oyggjaleikunum næstu ferð?

? Tað er sjálvandi nakað, sum vit fara at arbeiða miðvíst fram ímóti, og eg meti tað avgjørt vera sannlíkt, at føroyskir svimjarar aftur koma millum gullvinnararnar. Halda teir svimjarar fram, sum eru aktivir í løtuni, samstundis sum aðrir svimjarar, sum eru á veg fram, halda fram við at menna seg, kunnu vit avgjørt vinna okkurt gullmerki á Oyggjaleikunum næstu ferð.


Somu svimjarar

á landsliðnum

David Kravl fer um eina fjúrtan dagar at taka út A-landsliðið, sum skal byrja sína miðvísu venjing fram móti kappingum uttanlands og líknandi avbjóðingum. Ætlanin er at fara undir venjingina á A-landsliðnum frá 1. január.

Er tað ein fyrimunur fyri teg, at tú venur nógvar av teimum somu svimjarunum í Havnar Svimjifelag, sum tú fert at venja á landsliðnum?

? Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí. Teir svimjarar, sum eg venji í Havnar Svimjifelag, komi eg ivaleyst at kenna betur enn hinar svimjararnar, og tí veri eg helst betur førur fyri at ráðgeva teimum, tá vit eru til altjóða kapping. Eg venji saman við teimum hvønn dag, og kenni tí neyvt teirra veikleikar og styrki.

? Men ein vansi er, at tað hierakiið, sum er í Havnar Svimjifelag, verður ført beinleiðis yvir á landsliðið, og tí verður eingin munur á at svimja í Havnar Svimjifelag og á landsliðnum. Og tað skal helst ikki henda, tí tað skal verða munur á felagnum og á landsliðnum. Men hatta er nakað, sum eg hugsi um, og sum eg ætli mær at arbeiða við.

Hvussu hevur tú dámt hesa fyrstu tíðina í Føroyum?

? Mær dámar væl her. Eg eri væl móttikin, og fólk eru bæði blíð og positiv. Tað er sjálvandi nakað av muni millum Føroyar og Danmark á tí ítróttarliga økinum, men annars er tað ikki so stórur munur. So eg eri glaður fyri at vera her, og eg vóni at vit fara at fáa nógv burtur úr samstarvinum.