Jólabýurin í SMS tendraður

Klokkan seks fríggjakvøldið í seinastu viku bleiv jólabýurin í SMS tendraður


. Nógv fólk høvdu nýtt høvi at fara niðan at hyggja at, meðan hesin hugnaligi og jólaligi nissubýur fór í holt við at vís øllum, at nú nærkast jólini.

Býurin er í ár gjørdur sum ein hugnarlig bygd við einari vindmillu sum miðdepli, eisini eru nógvar stuttligar smáhendingarm, sum seta ein hunarligan dám á.

Smábørnini halda býin vera ógvuliga vakran og eru fegin um, at SMS nú er fult av nissum, og at jólini nærkast.

Onnur ár hevur Jólabýurin havt mestsum alt torgið í SMS fyri seg sjálvan, men umframt Jólabýin er har eisini ein jólahandil við alskynt jólaprýði.