Jan Dam fingið tilboð úr Ísrael

Fótbóltur: Jan Dam hevur fingið tilboð frá ísraelskum 1. deildarfelag um at spæla við teimum fram til 1.mai

Føroyski landsliðsspælarin Jan Dam er á veg til ísraelskan fótbólt.

Eitt 1. deildarfelag í Tel Aviv hevur vent sær til føroyska landsliðsmannin fyri at fáa hann at spæla við teimum næstu mánaðirnar.

Talan er um eina leiguavtalu, har Jan Dam skal binda seg til ísraelska felagið fram til 1. mai í komandi ári.

Orsøkin til, at ísraelsmenn hava vent sær til Jan Dam er, at vanligi sweparin hjá teimum hevur fingið skaða, og teir vilja tí hava HB?aran at loysa av á sweeparaplássinum til skaddi spælarin kemur fyri seg aftur.

Ísraelsmenn hava fingið eyga á Jan Dam gjøgnum føroyska landsliðið, har júst Jan hevur verið millum mest støðugu spælararnar gjøgnum langar tíðir.

Jan Dam spældi farna ár í barndómsfelagnum HB, og ætlar sær eisini at halda fram har komandi kappingarár.

Men kemur avtala í lag við ísraelska felagið, verður tað ikki fyrrenn 1. mai, at HB fær gleði av Jan Dam. Men tá verður tað so eisini ein spælari í toppform, sum kemur heim úr Ísrael.

Í løtuni er samband millum Jan Dam og ísraelska felagið, og føroyski spælarin er hugaður at taka av avbjóðingini í miðeystri. Ein trupulleiki er, at Jan Dam hevur tikið ein stift, sum hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og tí hevur hann ikki hildið seg í gongd við fótbóltsspælið farnu tíðina. Men eftir tí, sum vit hava skilt, skuldi hetta ikki forða fyri eini avtalu við ísraelska felagið.

Um nakað spyrst burtur úr samráðingunum fæst at vita um nakrar dagar.