The Commitments á vitjan í Útnorði

Í vikuskiftinum vóru »The Stars of Commitments« og vitjaðu her í Føroyum.

Eftir at hava spælt í Íslandi, komu tey hendanvegin og luttóku á gallakonsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har tey frægastu nøvnini úr teimum baltisku londunum eisini vóru við, umframt teir fløguaktuellu Kjølar úr Kollafirði. Teirra fyrsta útgáva kom sum kunnugt á marknaðin leygardagin. Á fløguni, sum kallast »Time«, eru níggju løg, og hava tey øll enskan tekst. Men Kjølarnir, sum einaferð í beinleiðis sjónvarpssending vildu vera við, at føroyskt saktans hóskar til rock?n?roll, vera aftur á fløgu í desember. Hesaferð á stakfløgu, har sungið verður á føroyskum.

Men tey, sum ikki høvdu høvi at hoyra filmsstjørnurnar úr »The Commitments«, fingu tó møguleikan sunnukvøldið. Tá undirhildu hesi átta fólkini, ið tey flestu munnu kenna úr filminum, sum skapti bólkin, í Club 20, og tað riggaði bara heilt væl. Eina løtu helt tú, at tú vart endaður í onkrum hugnaligum skoti í onkrum av høvuðsstøðunum niðri á meginlandinum, men eftir at hava bíðað í nøkur korter, kendi ein ta heimligu timingina aftur. Hóast fólkið hevði goldið ein gulan Hammershaimb fyri atgongumerkið, kom ótolnið ongantíð rættiliga til sjóndar, og teir vælsvingandi soul- og bluestónarnir fingu skjótt lagið nøkur stig upp eftir.

Jú, her var talan um dugnaligar tónleikarar, og tað bilti ikki so nógv, at Andrew Strong ikki var við, hóast hann sum sangari verður tikin av fáum. Her var talan um fólk, sum ikki krógvaðu, at teimum dámdi tað, tey gjørdu, og hetta ávirkaði tey, ið vóru savnað í tí lítla og stemningsfylta hølinum, har tú kundi fáa ein sving-om, hevði tú hug. Eitt fínt, lítið tiltak við einum stórum navni. Men her var ikki bara talan um eitt verðinsnavn, men um livandi tónleik á høgum støði, sum bara ger býarlívið í høvuðsstaðnum hugnaligari!