ar bók. Mitt ímillum hesar borgarar okkara, situr Jóhanna. Hon er heilsurøktari og tað er týðiligt at merkja og hoyra, at hon elskar sítt fak. Her við borðið leggur hon alla sína persónligheit í at vera [...] mikudagin. Við borðið sita nøkur av tí eldra húsfólkinum, saman við starvsfólkunum. Tað er týðiligt at síggja, at tey aftur í dag hugna sær. Á vældekkaða borðinum stendur bæði drekka og góður føroyskur viðskeri: [...] til at vilja fara frá borðinum. Hví skuldu tey eisini tað, - her er jú so hugnaligt. Tí umframt tann góða viðskeran, liggur eisini eitt sanghefti á borðinum. Men tað er í stóran mun ikki neyðugt at brúka
settist at pilka lús. Hann læt seg úr klæðunum og sat og pilkaði, tá nólsoyingar byrjaðu at rulla steinar oman móti honum. Franski sjórænarin gjørdist so skakkur, at hann tók til beins oman at skipinum [...] fekk loyvi at liva. Toftirnar finnast enn. Korndalur eitur staðurin, har bygdin upprunaliga lá, og til ber at síggja hesar toftir tann dag í dag. Tíverri hava nólsoyingar verið so ósketnir, at teir hava [...] er nakað væl farist av tí, sum átti at verið har. Men tað finnast mong onnur fornminni í oynni, og hesi gerast nú ódeyðilig. Nólsoyar Fornminnisfelag hevur latið bók úr hondum, sum Steffen Stummann Hansen
Verde. Skulu vit so í næstum vænta, at tá okkurt verður á vási við Cape Cod, at tíðindamaðurin fer at beríka okkum við heitnum Toskarhøvdi? Livst so spyrst. Onkur heldur at hetta er skemt, men tað er tíverri [...] Hvør er tann logiska frágreiðingin? Toskarhøvdi Øll hesi konstrueraði nýyrði, frá gerandishugtøkum til staðarnøvn, har upprunin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum, tarna smidligari [...] samrøðu við Sjúrð Skaale um ABC’ið. Ógvuliga apropos visti tíðindamaðurin í sendingini eisini at siga, at burturblivna fraktskipið, sum russar leitaðu eftir, var funnið við Grønhøvdaoyggjar. Síðani almenna
Útgávan, sum er frá 1964, sigur um Stevenson, at hann fór undir at lesa løgfrøði, men gavst og fór at reika og skriva ferðafrásagnir og ritroyndir. Árið eftir at hann skrivaði ?New Arabian Nights? í 1882, [...] brennivín og eitt ótolandi harraveldi, sigur Rohde, sum heldur fram, at ferðin hjá Stevenson kveikti hann at skriva fleiri av skaldsøgunum, ið eru at meta sum einki annað enn eskapisma, tó kanska undantikið ?Dr [...] Loynioynna? gav hann út í bók 1883. Tað var í Amerika, tá Stevenson giftist Mrs Fanny Osborne, at hann fyri soni hennara, lítla Lloyd, segði søguna um ?Loynioynna?. Høvuðspersónarnir í hesi søgu eru ógvuliga ólíkir
hann av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Tað, Kristoffur ikki veit, er, at hann eisini kemur at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir [...] m, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta. Sum vilja vera við, at tað bara eru teir, ið duga at skriva í Føroyum, og at kvinnur als ikki áttu at verið limir í rithøvundafelagnum [...] og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. Bókin er 149 síður til longdar og kostar 220,- krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. -- Snorra Edda Í SNORRA EDDU ber til at lesa
Megnarverk Nógv mundu fegnast um útgávuna av hesi sálmabókini. Og X í Klaksvík er einki undantak: - Við at blaða gjøgnum hesa bók, verð ur ein brátt varur við, at hetta er eitt stórarbeiði, ið Victor hevur [...] fyri áður nevnda trúarfelag, duga at síggja, at føroyingar í honum eiga ein vegara, ið slóðað hevur rás fyri máli okkara á slíkan hátt, at tjóðin virðir hann sum ein av sínum trúgvu synum. - Hann byrjaði [...] og eiga landsmenn okkara at vera hon um takksamir fyri hetta megnarverk, ið hann hevur avrikað, skrivar hann. Victor hevur enn einaferð, avrikað eitt slíkt megnararbeiði, at fólk, ið standa uttan fyri
hesum døgum. Kanska er tað einki at siga til, tá helst 2/3 av dønum ? Nyrup, Lykketoft, Jelved, Kirsten Jacobsen v.fl. fyri at takka ? eru mest sum púra sannførdir um, at stórur partur av tí skatti tey rinda [...] tí sjálvandi ikki, at vit skulu krevja endurgjald fyri okkara part av danska risavinninginum uppá Nato. Hin vegin verður ein fullfíggjað uppgerð av ósemjunum millum bæði londini, at mytan um tann neyðars [...] og sýna at tá saman um kemur eru tað danir, ið kunnu takka síni hjálond fyri ein ikki óumvarðandi part av sínari egnu vælferð! ? Bankamálið er »peanuts« í mun til tann veruleika, ið her byrjar at grógva
meg at klippa mær fram móti jólum, mátti eg siga henni, hvussu var. Eg visti, at møguleiki bara var fyri einum lítlum leikluti, men eg boðaði frá, at eg var áhugaður. Hans Jacob fekk síðani boð at koma [...] beinavegin, at her var eingin møguleiki. Spældi maður í ørviti Tá ið tað var hansara túrur, var hann biðin at siga eina huldusøgu. Eg segði beinavegin, at eg dugdi onga huldusøgu. Men so kom eg at minnast [...] hulduheygnum, og hana segði eg. Eg fekk at vita aftaná, at eg ikki skuldi hava tær stóru vónirnar um at sleppa við, men tá ið ein tíð var fráliðin fekk eg boðini, at eg skuldi vera við. Hans Jacob hevði lisið
víst, at tú hevur tíð at bíða, tí tú mást sleppa víðari við verkætlanini, siga tey. Annars undra tey seg yvir, at tað er so dýrt at prenta bøkur í Føroyum. Tað er eisini orsøkin til, at tey valdu at lata [...] kanska er bangin fyri, at ein slík bók fer at fáa eina keðiliga ávirkan á skrivaða málið hjá næmingunum og teimum ungu. Tey minna á, at eftirhondini eru tað fleiri kanningar, sum vísa, at nýtslan av sms- og [...] tað er, at seta sítt egna virki á stovn í veruleikanum. Tað vil siga, at tað til dømis ikki er nokk hjá teimum í Hvista at leggja eina fíggjarætlan, og so vóna, at hon heldur. Tað er eitt krav, at tey megna
uttanbíggjar kommuna hevði heitt á hann um at skriva hetta minningarrit í sambandi við, at 150 ár vóru liðin, síðani Andras Mortansson keypti Argir í 1828. Hendan bók er eitt valaverk, bæði málsliga, søguliga [...] leið út á morgunin, og boðini bórust, at Hans Jakku var farin, lætti mjørkin, og Føroyar opinberaðust í tign og dýrd. Ikki eitt lot og ikki ein einasti skýflóki at hóma tann líðilanga dag. Havið var sp [...] var næstan sum at sita við Gamaliels føtur, tá vit sótu við síðuna av tær í fríkorterum ella í onkrum frítíma. Hetta vóru løtur við hugna, skemti og lívsvísdómi. Hugaligt var eisini at hitta teg aftur