Hans Jakku, lærarin, farin

Á Billutrøð við Sandagerði á syftunsøku 2007

Eina fagra summarnátt í juni flutti okkara góði starvsfelagi og vinur , Hans Jacob Sigvardsen, burtur úr jarðarbústaði sínum og yvir í aðra tilveru.

Hesin sunnudagurin var ein av teimum heilt sjáldsomu dýrdardøgunum í Føroyum. Um náttina og tíðliga um morgunin huldi pollamjørkin firðir og sund. Sum tað leið út á morgunin, og boðini bórust, at Hans Jakku var farin, lætti mjørkin, og Føroyar opinberaðust í tign og dýrd. Ikki eitt lot og ikki ein einasti skýflóki at hóma tann líðilanga dag.

Havið var spegilsblankt og sólgylt. Tað hvítti ikki heimi í Sandagerði, undir Argjahøvda og úti á Argjaboða. Heldur ikki norðuri við Gjógv, føðibygd Hans Jakku. So friðsælt og kyrt í gjónni og kring Búgvan. Einans ”ein varligur dráttur í tara”, sum Christian Matras tók til. Ella ”havið troytt av at berjast við teg, við tínar føtur hvílir seg”, sum Fríðrikur Petersen tók til.

Høgu tindarnir, Sandfelli, Gráfelli, Middagsfjall og Slættaratindur, so hábærsligir í sólarglæmu, eins og syrgdu teir farna son sín.

Ljósavatn, útferðarstað Argja skúla, so sjáldsama silvetnisblankt.


Góði Hans Jakku! Takk fyri árini í Argja skúla! Tað er so trupult at skriva um teg. Tú gavst okkum so nógv, bæði næmingum og lærarum. Nøkur av lýsingarorðunum, sum lærararnir søgdu um teg, eru: dámligur, hugnaligur, fjálgur, fryntligur, fittur, vitugur, lítillátin, skemtiligur.

Tú vart so væl dámdur av øllum. Alt visti tú, ikki bara um føroyskt mál, mállæru og mentan, nei, sjónarringurin var víður. Títt vitanarøki fevndi eisini um støddfrøði, bókmentir, søgu, átrúnað o.s.fr.

”Spyr Hans Jakku”, søgdu bæði lærarar og næmingar. Sjálvt um tú visti so sera nógv, so vart tú kortini ikki hástórur. Tú hartaði ikki við fremstafingri á lofti, nei, spakførur legði tú fólki lag á.

Tú verður saknaður við borðendan á lærarastovuni. Tað var næstan sum at sita við Gamaliels føtur, tá vit sótu við síðuna av tær í fríkorterum ella í onkrum frítíma. Hetta vóru løtur við hugna, skemti og lívsvísdómi. Hugaligt var eisini at hitta teg aftur á lærarastovuni, tá tú onkuntíð hesi seinastu árini vart vikarur í Argja skúla.

Hans Jakku var málmaður, av teimum kønastu. Hvussu nógvar túsundtals próvtøkustílar, og eisini –fyrisagnir, man hann hava rættað í lærarayrki sínum? Hansara partur lá heldur ikki eftir, tá talan var um rættlestur og málsliga vegleiðing, m.a. í stóra ritverki bróðurins.

Væl lá fyri at skriva hjá Hans Jakku. Í sínum yngru árum sum lærari inni á Skálafjørðinum fekst hann við blaðútgávu. Blaðið æt Fjarðbúgvin.

Á Argjum skrivaði hann bókina / minningarritið, ARGIR. Hetta var í 1978. Tórshavnar uttanbíggjar kommuna hevði heitt á hann um at skriva hetta minningarrit í sambandi við, at 150 ár vóru liðin, síðani Andras Mortansson keypti Argir í 1828. Hendan bók er eitt valaverk, bæði málsliga, søguliga

og siðsøguliga. Haraftrat eru myndirnar í bókini frálíka góðar og upplýsandi.

Sera góður upplesari og frásøgumaður var Hans Jakku eisini. Næmingarnir, sum allir vóru so góðir við hann, sótu rúnabundnir og lurtaðu, tá hann las upp ella greiddi frá onkrum. Hann hevur eisini lisið søgur í Útvarpinum. Ungur lærari, sum byrjaði yrkisleið sína í Argja skúla u.l. 1980, minnist væl, hvussu forkunnugt tað var at hitta mannin, sum hevði lisið Robinson Kruso í Útvarpi Føroya.

Ein annar lærari minnist serstakliga væl starvsvenjingartímarnar í kristni hjá Hans Jakku. Hetta vóru serstakir tímar, sum greidliga vístu, at kristnitrúgvin var livandi veruleiki í hansara lívi.

Góði Hans Jakku! Óskiljandi, at tú, sum vart so lívsfúsur og frískur, longu hevur lagt árarnar inn. Omma tín gjørdist 105 ára gomul, og pápi tín er enn á lívi, 102 ára gamal. Tín lívsfjørður var kortini rógvin, áðrenn tú náddi sjeyti ára aldri. Vit standa spyrjandi í sorg og sakni.

Tú vart ferðarbúgvin; hvíldi í trúarvissuni um eitt lív eftir hetta foldarlívið, ja, seinastu tíðina longdist tær eftir at sleppa at síggja dýrdina hinumegin.

Tí kunnu vit siga, sum yrkjarin og lærarin, Tummas Napoleon Djurhuus, segði um himmalfaðirin í sangi sínum:”Hví so stúrin, vinur?”:


Hansar` stóra náði

fylgir tær á fold,

eigur á tær ráðið

til tú legst í mold.

Lyft tí tínum eygum

upp til faðir tín

burt frá heimsins neyðum

- kæri vinur mín.


Okkara tankar leita til Rigmor, Karl Erik, Innu, Róa, gamla pápan og familjuna annars.

Harrin styrki tykkum!

Góði Hans Jakku!

Takk fyri tíðina, okkum untist at samstarva við teg!

Heilsan

Vit í Argja skúla.