Havi mangan hugsað um, hví vit hava eina føroyska stavtalvu, sum hevur avmarkingar, tá vit skulu skriva og lesa føroyskt
Tá eg sjálvur gekk í barnaskúla, høvdu vit eina talvu, sum varð kallað ABC’ið. Hetta at duga sítt ABC, var vanliga ein fortreyt fyri at duga at skriva, lesa og seta orð saman.
ABC, ið varð brúkt bæði í føroyskum, donskum og enskum – tað vóru hesi mál, sum tú kundi læra í barnaskúlanum tá.
Nær nýggju stavreglurnar eru komnar, og hvør situr og avger hesar, veit eg ikki, men viðhvørt eri eg í iva um, at teir/tey, sum sita og smíða orð altíð eru á rættari leið.
Tú mást t. d. ikki brúka c og w, sum var vanligt fyrr. C-ið er heilt burtur í skrivaða føroyska málinum og er avloyst av einum k.
Hetta síggja vit aftur alla staðni í undirvísingartilfarinum í øllum skúlum.
Vit hava dittað okkum at broytt gomul upprunanøvn sum t.d. Cuba, til Kuba, Chili til Kili o.s.fr.v, so ein oftani ivast í, um talan er um somu lond. Eisini síggi eg á kunngerðasíðini hjá ÚF undir andlát, at Christianskirkjan í Klaksvík, verður skrivað “Kristianskirkjan” – ivist bara í, at tað eigur at bera til at broyta upprunanøvn til nakað annað ella skriva tað øðrvísi.
Vit eiga nógv nøvn við C, og dugi eg ikki at síggja grundgevingina fyri, hví C-ið ikki kann brúkast í føroyskum, tá tað kann brúkast alla aðrastaðni.
Vanlig eftirnøvn sum t. d. Christiansen, Clementsen, Wang, Weihe, Winther og fleiri onnur við, eru ikki føroysk longur, sjálvt um tey upprunaliga ikki eru føroysk, so hava tey verið í føroyskum í fleiri øldir, helst longri enn skrivaða føroyska málið. Kanska ættargranskarar kenna tað fyribrigdið best.
Sat við yngstu dóttrini og gjørdu skúlating nú eitt kvøldi. Náttúra og tøkni 2 stóð á bókini. Spennandi og læruríkur lesnaður – eisini fyri meg, sum fekk uppfrískað nøkur ting, sum vóru farin í gloymskuna. Sjálvt um talan var eina føroyska bók, so datt eg fleiri ferðir á bókstavirnar c og w. Helt at hetta var ein villa, men celsius kann nú bert stavast við c og watt kann nú bert stavast við w og kilo-watt-tímar bert við kwh.
Hugsaði við mær sjálvum, hvat er endamálið við at strika c og w úr føroyskum, tá vit noyðast at brúka bókstavirnar allíkavæl.
Børnini verða sett í eina tvístøðu. Fáa fyrst at vita, at c og w eru ikki til í føroyskum fyri síðani í føroyskari undirvísingarbók at lesa fleiri orð við bæði c og w. Her haltar við logikkinum.
Kunnu vit nú heldur ikki fara á wc?
Fyri nøkrum árum síðani vórðu skelti á einum arbeiðsplássi við áskriftini “wc” útskift við skelti “vatnhús”. Tá varð sagt, at wc var ikki føroyskt, og í orðabókini varð víst til vatnhús. Um hetta nøktar tørvin er ógvuliga ivasamt, men tað kunnu onnur meta um. Rúmið er í sama stað, og tað er helst tað, sum ger, at funnið verður fram til tíðina og ikki áskriftin “vatnhús”, sum kann týða nógv annað.
Men hvat siga vit? Fara vit ikki á wc? So hví eru vit so bangin fyri at skriva tað, tá vit gott kunnu siga tað?
Tá upplýsingarskeltini til ferðsluna í Havn vórðu uppsett, varð eisini tingast um eitt C. Sum vanligt er aðrastaðni úti í heimi, so verður C á ferðslutalvunum brúkt til at vísa á Centrum í býnum.
Tað gav trupulleikar fyri teir/tey, sum skuldu standa fyri skeltingini, tí C var ikki til í føroyskum. Ikki kundi brúkast annar stavur, sum ikki kundi misskiljast við endamálið og vísandi til altjóðareglurnar, so var bert møguleiki fyri at brúka C.
Kringvarpið kemur heldur ikki uttanum C-ið. Bæði útvarpið og sjónvarpið brúka tíðindakelduna BBC og nú lesa tey eisini BBC tá tíðindi verða endurgivin haðani.
Vit áttu tí at varðveitt okkara ABC frá barnaárunum og síðani víðkað tað við teimum serligu føroysku bókstavunum sum t.d. ð, í, á.
Eitt annað orð, sum hevur vunnið sær fast pláss í lógarsmíði, er orðið “løgregla”, sum eg sjálvur haldi, er eitt tungt orð, serliga tá onnur orð verða knýtt uppí sum t.d. løgreglustøðin, løgreglubilurin og løgreglumenninir.
Havi sjálvur ongantíð dámt orðið, sum annars bert íslendingar brúka. Sagt verður, at hetta er gamalt føroyskt orð, sjálvt um eg ikki havi funnið orðið í teim ritum, sum eg havi sitið við.
Harnæst er orðið “politi” rættiliga vanligt í gomlum skrivum og hevur eisini verið tað orðið, sum hevur verðið brúkt í talimálinum.
Fyri nøkrum árum síðani segði ein útvarpsmaður: »Løgreglan kom á staðið, og løgreglumenninir settu mannin í løgreglubilin og koyrdu hann á løgreglustøðina«.
Kanska er tað bara eg, sum haldi, at hetta er ein tungur setningur.
Kendi útvarpsmaðurin Ívar Iversen var ein djarvur maður í orðum. Hann brúkti ikki orðið løgregla, men lógverja ella løgverja (veit ikki, hvussu hann stavaði tað).
Í øllum føri dugi eg ikki at síggja, at »løgregla« er meiri føroyskt enn “politi”. Hví tað er so umráðandi at trýsta orðið »løgregla« fram, kann hava eittans endamál, og tað er at sleppa av við heitið »politi«.
Hví ikki brúka politi, tað gera tey snøgt sagt allastaðni í heiminum.
Eitt av børnumum skrivaði ein stíl um bygnaðin hjá politinum. Í stílinum kom orðið »politi« sjálvsagt fleiri ferðir fyri. Tá stílurin kom aftur, hevði lærarin rættað øll orðini »politi« til »løgregla« við tí grundgeving, at løgregla var føroyskt, meðan politi var danskt. Óskiljandi fyri mær, men sigur kanska nakað um, hvussu føroyskt verður undirvíst á Læraraskúlanum.
Tað tykist skilagott, at vit smíða orð, har vit ikki eiga nakað at taka til úr útlendskum og sum falla væl inn í málið.
Hinvegin skilji eg ikki, at neyðugt er at smíða nýggj orð ístaðin fyri tey orð, sum vit vanliga brúka og hava brúkt í talu og skrift gjøgnum nógv ár. Viðhvørt tykist tað sum um, at orð skulu bara broytast fyri at broytast, og her haldi eg, at tað skal vera eitt mark.
Broytingar í skrivaða málinum síggjast aftur. Nakað fyri jól kom út ein uppskriftsbók, sum varð sera væl móttikin og nógv seld. Ein bók endaði hjá føroyingi í Danmark, sum eisini var glaður fyri bókina. Men tá uppskriftin skuldi lesast og týðast, so komu trupulleikar. Nýggj føroysk orð koma inn í málið, og hesin føroyingurin, sum fyri nøkrum árum síðani var fluttur úr Føroyum, hevði nú trupulleikar at skilja øll tey nýggju orðini.
Spurningurin er tí eisini, hvussu nógv skal málið broytast, áðrenn tað verður “føroyskt”.
Tað má vera eitt mark fyri, hvussu nógv verður broytt. Tí hetta er ikki uttan vanda fyri málið, tí gera vit so nógvar broytingar missa vit eisini nøkur virðir:
at skrivaða og talaða málið er hvør sítt
at tey gomlu ikki skilja málburðin hjá yngra ættarliðum
at dialektirnar, sum vit kenna tær millum oyggjar, bygdir og støð, fullkomiliga broytast ella detta burtur og verður avloystar av »slangorðum« (tá verður málið fátækt)
at tey sum eru burtur úr Føroyum eina tíð hava trupulleikar við málinum, tá tey koma heimaftur.
at um nøkur ár kunna vit koma í ta støðu, at bókaútgávurnar hjá Heðin Brú o.ø. mugu umsetast til »føroyskt« og hvar eru vit tá?










