Hóast vit her á klettunum altíð hava snakkað føroyskt, hava havt skrivtmálið í 170 ár og eitt Málráð í 3 ár, so røkist tó enn onki fyri at móðurmálið verður legaliserað og skrásett sum eitt funktionelt samskiftismál.
Ulla Clausén, “Nyord i färöiskan”
Man kann spyrja seg sjálvan: Hvat bagir føroyskum málpolitikki? Eitt eintýðugt svar finst valla, men í doktorritgerðini hjá tí svenska málgranskaranum, Ullu Clausén, Lund, um “Nyord i färöiskan” , sum kom út í bók Í 1978, gevur hon okkum eina ábending um, hvussu hon sær uppá tað málsliga sundurlyndið í føroynginum, við tað at hon býtur føroyingar upp í 4 málpolitiskar bólkar:
Flokkur 1. Puristar: Tey sum eru afturlítandi og taka støði í tí sum var og sjálv-eksperimenterandi menna sítt egna mál.
Flokkur 2. Nationalistar: Tey sum hjúkla um verandi mál uttan fremmanda ávirkan.
Flokkur 3. Pragmatikarar: Tey sum vilja eina meiri fría og funktionella tilgongd til málið sum samskiftismiðil uttan etymologiskar avmarkingar.
Flokkur 4. Internationalistar: Tey sum ongan áhuga hava fyri tí serføroyska, og ynskja at føroyskt skal vera opið fyri ávirkan uttanífrá.
Samanbera vit manningina í Málráðnum við Ullu Clausén’sa uppbýtið , so er niðurstøðan greið: 8 av teimum 11 limunum umboða flokk 1 og 2 og eru (smb. U.C.) national-puristar, bert 3 umboða flokk 3 og eru (smb. U.C.) pragmatikarar, meðan ongin umboðar flokk 4. Vit hava sostatt ein greiðan meiriluta av national-puristum í Málráðnum við afturlítandi málsligum sjónarringi, men tey umboða minni enn 30% av føroyingum (smb. 2 kanningar í 2014).
Tann national-puristiska atferðin kemur serliga til sjóndar í teirra handfaring av stavraðnum, har tey skerja stavraðið við fimm úr móðurmáls-alfabetinum aktivum bókstavum nevnliga: c, q, w, x og z.
C, Q, W, X og Z í fólkanøvnum hjá Hagstovuni
Sambært Hagstovuni vóru í 2014 skrásett 48.653 fólk í Føroyum við 20.877 ymiskum nøvnum ( 1. og 2. navnið er ein eind og eftirnavnið er ein eind ). Niðanfyristandandi vísir hvussu ofta teir skerdu bókstavarnir c, q, w, x og z koma fyri í teimum skrásettu nøvnunum hjá Hagstovuni:
6.023 nøvn høvdu “c“ í navninum, 51 høvdu “q“ í navninum, 1082 høvdu “w“ í navninum, 187 høvdu “x“ í navninum og 1266 høvdu “z“ í navninum.
Flest øll eru føroyingar sum bera hesi - mangan aldargomlu - nøvn og sum nú standa fyri eini mál-etniskari útreinsan. Henda - non dialog – imam atferð hjá meirilutanum í Málráðnum er kanska ein ávegis Sharia-mál-lóg, ið skal slóða fyri einum anakronistiskum føroyskum málkalifatið?
Ólóglig skerjing av stavraðnum
Skerjingin av stavraðnum spennir ikki bert bein fyri aldargomlum fólkanøvnum í Føroyum, men spennir eisini bein fyri allari menning av føroyskum yrkismáli ella fakmáli, og ger tað ómøguligt at fáa skrásett móðurmálið sum eitt funktionelt samskiftismál. Sum er kunnu vit ikki so frætt sum stava til okkara nýggjasta skúlamiðdepil: “Glasir Tórshavn College”, og tað er at bíta høvdið av allari skomm!
Skerjingin av Móðurmáls-alfabetinum við c, q, w, x og z er beinleiðis í andsøgn við viðmerkingarnar til § 5 Stk. 4 í lógina fyri Málráðið. Har stendur millum annað: “at tað er umráðandi at hava eitt væl ment yrkismál, so at samsvar er millum málið, sum fólk í ávísari vinnu nýta, og so tey orð, sum eitt nú orðabøkur mæla fólki til at brúka.”
Umframt at national-puristiski meirlutin í Málráðnum ynskir at beina fyri aldargomlu fólkanøvnunum í Føroyum, so forðar hann eisini fyri einum relevantum yrkismáli, og tað er beinleiðis í stríð vil lógina – altso ólógligt.
Sambært Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, er stavraðið ikki ein málfrøðiligur spurningur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttuvirði heldur enn um ideologiskar sannføringar.
Trý ára eftirmeting av Málráðnum
Vón er tó fyri framman, tí í lógini fyri Málráðið stendur í §10 stk. 3.: “Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan,..”. Áttinda januar í ár vóru trý ár liðin síðani Málráðið bleiv sett, so nú bíða vit spent eftir “eftirmetingini” av Málráðnum, sum landsstýriskvinnan í mentamálum fer at leggja fyri Løgtingið.
Vónandi hevur landsstýriskvinnan omanfyristandandi í huga, tá ið trý ára eftirmetingin av Málráðnum verður skrivað.
Regin Eikhólm,
Málfelagið 05.04.2016