Spenningur til síðsta sekund

Hondbóltur: Eli Müller og Sámal Joensen vóru teir bestu á VÍF-liðnum, sum mundi spælt sær av við sigurin móti Hans á Lag og Kyndli

Fólk sótu á nálum í høllini á Hálsi sunnudagin, tá Kyndil og VÍF spældu enn ein minniligan dyst í longu røðini av slíkum millum hesi bæði liðini.

VÍF vann dystin 24-23 og er nú aftur við, har tað hendir, men tað var nær við, at vestmenningar spældu sær av við sigurin móti endanum.

Tá minni enn níggju minuttir vóru eftir av dystinum, var støðan 22-18 til VÍF, og klokkan sá út til at hava sligið fyri Kyndli. Havnarmenn tóku eitt tiltrongt time-out, og síðani megnaðu teir at minka munin til 22-20, hóast teir hesa løtuna vóru ein færri á vøllinum.

Sámal Joensen, sum saman við málmanninum Eli Müller var klárt tann besti hjá VÍF í seinna hálvleiki, skoraði síðani til 23-20 (hansara fjórða mál á rað fyri VÍF), men hóast Kyndil fekk eina útvísing afturat, megnaðu teir í undirluta at koma heilt upp á 23-23.

Álopið eftir hetta megnaði Hjalmar Klein Olsen, sum ikki spældi serliga nógv og bara í seinna hálvleiki, at skora til 24-23. Hetta var hansara einasta mál í dystinum, og tað skuldi vísa seg at verða sigursmálið.

Tað stóð nógv á seinastu løtuna, og VÍF fekk tveir spælarar útvístar síðsta hálva minuttin. Kyndil fekk brotskast, tá tíggju sekund vóru eftir. Eli Müller, sum hevði tikið eitt brotskast frá Una Wardum tíðliga í dystinum, fór út, og inn í málið kom Bárður Nielsen fyri fyrstu ferð í dystinum. Uni Wardum varð aftur settur at skjóta, og hesaferð rakti hann á stongina. Bólturin fór útaftur í spælið. Har fingu vestmenningar fatur á honum, og so var liðugt.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, sá út til, at VÍF hevði fullkomiliga tamarhald á støðuni. Teir førdu við fýra málum, og Kyndil hevði trupulleikar av útvísingum, sum VÍF serliga í fyrra hálvleiki hevði dugað væl at gjørt sær dælt av.

Kortini eydnaðist tað Kyndli at koma inn aftur í dystin, ikki minst takkað verið Hans á Lag, sum kom inn seinastu minuttirnar og tók fleiri VÍF-royndir.

Hevði Rúni Poulsen, sum vanliga er sera tryggur, tá hann fær hesar opnu kjansirnir, verið meira heppin sunnukvøldið, er væl møguligt, at Kyndil hevði vunnið dystin. Men soleiðis er: Onkrar dagar gongur alt sum tað skal, og aðrar dagar ber einki til.

Hjá VÍF byrjaði Áki Olsen væl, men so líðandi tók Sámal Joensen yvir sum besti spælari úti á vøllinum. Sámal skeyt seks av teimum níggju málunum, VÍF fekk í seinna hálvleiki!

John Zachariasen byrjaði eisini væl úti á høgra vongi, men hann kom heldur ikki so væl við í álopspartin í seinna hálvleiki.

Og so var tað Eli Müller, sum gav Kyndli grá hár á høvdið. Serliga ta einu løtuna tók hann alt, sum varð sent ímóti honum, og tað var langt millum málini hjá Kyndli fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna hálvleiki.


Fingu lítið burturúr

Tá liðini hittust í grundspælinum, brúkti Kyndil nógv nýggju regluna um, at tað ikki er neyðugt at bíða eftir hinum liðnum, áðrenn tú kanst byrja dystin aftur. Tá eydnaðist tað Jacobi Jónsson at skjóta fleiri mál, tá VÍF-verjan ikki var komin upp á pláss, men hetta riggaði ikki sunnudagin. Vestmenningar høvdu lært frá seinast, og Jacob Jónsson megnaði ongantíð veruliga at seta sín dám á dystin.

Tað gjørdi sterkasta vápnið hjá VÍF, Áki Olsen, heldur ikki. Í fyrra hálvleiki skeyt hann fimm mál, men seinna hálva tíman skeyt hann einki. Hann bleiv mansvardur ein part av seinna hálvleiki, og Hans á Lag fekk eisini fatur á fleiri av skotunum hjá honum. Í verjuni tók Áki sær av Jacobi Jónsson í seinna hálvleiki, og tað kláraði hann væl.

Annars er gamli kenningurin Sjúrður Holm komin aftur í miðverjuna hjá VÍF, har hann styrkir væl um. Tað hevur ikki gingið væl hjá VÍF í seinastuni, og tá er altíð gott at fáa royndar menn, sum VÍF ikki hevur havt ov nógvar av í ár, á liðið aftur.

Sigurin hjá VÍF sunnudagin var sum heild uppiborin, og hann var kærkomin. Hevði Kyndil vunnið, høvdu teir grønu farið fimm stig framum vestmenningar, sum hava verið føroyameistarar seinastu tvey árini. H71 kom leygardagin upp á 13 stig og høvdu sostatt eisini verið fimm stig frammanfyri VÍF, um føroyameistararnir høvdu tapt sunnudagin.

Nú er VÍF í staðin komið upp aftur millum tey ovastu. Tað er framvegis langt eftir á mál, og liðini kunnu øll taka stig frá øllum, men týdningurin, sum sigurin hevði fyri VÍF, kann ikki undirmetast.

Kyndil misti eitt fet í kapprenningini við H71, sum nú liggur sera væl fyri í kappingini. Men tað eru nógvir dystir og nógv stig eftir, so tapið sunnudagin var sum so eingin katastrofa ? hóast tað ongantíð er stuttligt hjá Kyndli at tapa móti VÍF?