Bárður bjóðar av

Størsta stakframsýningin í Lisaskálanum í Havn letur upp seinnapartin í dag, leygardagin. Bárður Jákupsson, sum sjálvur var leiðari á Listasavninum í nógv ár, sýnir fram. Hann verður 60 ár tollaksmessudag og í hesum sambandi kemur eisini stórfingin bók út um listamannin leygardagin

Bárður Jákupsson er ein av teimum størstu persónligheitunum í Føroyum, sum er á lívi.
So einføld er forkláringin hjá Erik Fey, stjóra á forlagnum Atlantia, sum gevur bókina »Bárður Jákupsson ? det vertikale landskab«.
? Ígjøgnum mong ár hevur Bárður Jákupsson verið drívmegin í føroyska listaumhvørvinum. Sum stjóri í Listasavni Føroya í mong ár gjørdi hann tað, ið byrjaði sum eitt lítillátið listasavn, til eitt ógvuliga vakurt og vælvirkandi listahús. Bárður gavst sum stjóri á listasavninum síðsta ár fyri burturav at mála sjálvur. Nú hann verður 60 ár um ársskiftið, er tað ein góð løta at gera status yvir hansara listarliga arbeiðið síðstu 40 árini, sigur Erik Fey, forleggjari.
Listaframsýningin, sum letur upp í dag, leygardagin klokkan 16, er ein sera stór framsýning av málningum og vatnlitamyndum. Hon sýnir mangt av tí, sum Bárður hevur fingist við hesi árini, hann hevur teknað og málað. Framsýningin skal eisini setast upp í Randers Kunstmuseum, Vendsyssel Kunstmuseum og Borholms Kunstmuseum í 2004.
Bókin verður á fyrsta sinni løgd fram í Listaskálanum, nú ið framsýningin letur upp.

Fýra høvundar
Nógv klók orð verða søgd um listamannin í bókini, har fýra høvundar skriva søguna um listarliga lívið hjá Bárði.
Gunnar Hoydal, arkitektur og skald, skrivar um upprunan og setir listaavrikini í ein tilveruligan samanhang. Finn Terman Frederiksen, stjóri á Randers Kunstmuseum, skrivar um Bárð og vertikala landslagið. Peter Michael Hornung, listahøvundi, skrivar um innara og uttara landslagið hjá Bárði. Og Erik Fey, bókaforleggjari, skrivar um føroyska landslagið.
Í bókini, sum er á donskum, eru ein ørgrynna av myndum. Av málningum, ið sýna menningina hjá listamanninum. Av tekningum, sum hava prýtt bøkur og frímerki. Av Bárði og vinum, ið hava havt týdning fyri listamannin. Bókin er eisini umfatandi á tann hátt, at høvundarnir fara í djúpdina, granska og greina mannin, myndirnar og upprunan.

Í síni egnu miðju
Sum ein rættur listamaður eigur at gera, hevur Bárður flutt seg nógv, síðan hann fór at mála. Litirnir hava loyst seg úr jørðini, og hann hevur loyst seg frá tí, sum vit kenna aftur.
Gunnar Hoydal orðar tað soleiðis.
? Litirnir eru sterkir og lýsandi. Teir eru komnir langt burtur frá teimum spaku jarðlitunum í teimum fyrstu uppsetingunum og landslagsmyndunum. Tónleikur er í litunum, tú hoyrir eina heila symfoni, har tað áður var blokkfloytan, sum spældi.
Talan er ikki longur um landsløg, men konstruktiónir brotnar úr náttúruni og skiftandi veðurløgum. Hann hevur reinsað tað burtur, sum kundi kennast aftur. Talan er heldur um hansara egnu náttúru, sum hann leitar eftir.
? Nú er hann komin til tað punktið, har hann hevði verið førur fyri at mála hvar sum helst. Men her fær hann tíð og her fær hann frið til endiliga at standa fult og heilt í sínari egnu miðju, skrivar Gunnar Hoydal.

Heilt sín egni
Finn Terman Frederiksen, stjóri á Randers Kunstmuseum, leggur dent á, at Bárður listarliga er í ætt við sínar undangongumenn í føroyskari list. Bæði Mikines, Jack Kampmann og Ingálvur av Reyni hava givið íblástur til tað eyðkenda vertikala landslagið, sum er tittulin á bókini. Thomas Arge er eisini sjónligur í ávísum myndum.
Í Føroyum gongur nógv aftur millum málararnar, tí gróðrarbotnurin er hin sami. Men Bárður er kortini heilt sín egni, leggur stjórin dent á.
? Myndirnar hjá Bárði Jákupssyni líkjast ikki teimum hjá øðrum føroyskum málarum. Tað hevur veruliga eydnast honum at skrætt seg leysan og funnið sína egna málbúna langt burtur frá alfaravegnum hjá føroyskum listamonnum. Og tað hóast hann hevur hildið fast við dialogin við sítt vertikala landslag sum sítt berandi listarliga grundarlag, sigur Finn Terman Frederiksen.

Nógv skrivað
Bárður Jákupsson hevur sjálvur skrivað fleiri rit og bøkur um føroyska list. Mikines og Føroysk myndlist eru tvær perlur, og sjónvarpsrøðin um føroyska list vitnar eisini um stórt innlit og áhuga. Hinvegin hevur hann sjáldan tosa um sína egnu list.
Nú hava onnur gjørt honum tann heiður at skriva eina umfatandi og djúptøkna bók um hansara egnu list. Hon er ikki lættisoppalesnaður, men hon gevur innlit í ein listamann, sum sjálvur hevur gjørt so nógv fyri at geva øðrum innlit í aðrar málarar.
Bókin er 144 síður, og litmyndirnar eru heilar 195 í tali. Bókin fæst í bókabúðunum fyri 250 krónur, tí hon er væl stuðlað. Leygardagin fæst hon fyri 200 krónur í Listaskálanum.