Hans Engell man vera ein tann kendasti fyrrverandi politikkarin í Danmark. Hann er føddur í Keypmannahavn 8. oktober 1948. Pápin var handilsmaður og kallaðist Knud Engell Andersen.
Hans Engell tók studentaprógv í Sorø í 1967. Hann byrjaði ungur í politiskum arbeiði. Hann gjørdist 18 ára gamal formaður fyri Konservative Gymnasiaster í Sorø. Í 1969 gjørdist hann limur í høvuðsstýrinum fyri Konservativ Ungdom, eins og hann gjørdist blaðstjóri á blaðnum hjá KU, Vi Unge.
Hetta gjørdi tað nátturligt hjá honum at fara blaðmannavegin. Hans Engell er útbúgvin blaðmaður á Berlingske Aftenavis og Berlingske Tidende, har hann arbeiddi árini 1971-1978. Eftir at hava virkað fleiri ár sum politiskur blaðmaður á Berlingske Tidende, varð hann av Poul Schlüter biðin um at leiða tíðindavirksemið hjá Konservativa flokkinum.
Hann gjørdist samstundis blaðstjóri á limablaðnum hjá flokkinum Vor Tid.
Verjumálaráðharri 1982-1987
Tá ið Schlüter í 1982 skipaði sína fyrstu stjórn, eftir at Anker Jørgensen legði frá sær, varð Engell heilt óvæntað settur verjumálaráðharri.
Á valinum 10. januar 1984 varð hann eisini valdur í fólkatingið. Tá kom hann rættuliga í eldin saman við uttanríkisráðharranum Uffe Elleman Jensen, har stjórnin ferð eftir ferð kom í minniluta í verju- og uttanríkismálum. Teir máttu liva við einum politikki á teirra økjum, sum var í stríð við teirra egnu sjónarmiðum. Hetta førdu eisini til fólkatingsvalið í 1988 bert nakrar mánaðir eftir, at val annars hevði verið.
Ein onnur hending frá hesi tíðini var, tá ið Engell fekk ábyrgdina fyri sonevnda “hovsamissilið”, tá ið eitt danskt herskip av óvart skjeyt eina rakett inn á eitt summarhúsøki í Danmark. Ein onnur sak, sum skapti Engell trupulleikar, var tøkan av tveimum donskum njósnarum í Polen.
Aftaná valið í 1987 gjørdist Engel formaður fyri konservativa fólkatingsbólkin og fór tískil út stjórnini. Hetta verður ofta roknað fyri at vera ein politiskur uriaspostur, sum krevur eitt serligt hegni at samansjóða ymisk sjónarmið innanfloks.
Løgmálaráðharri 1989-1993
Nú er tað, at Tamilsakin fer at gera um seg í Danmark. Hon snúði seg um, at løgmálaráðharrin Erik Ninn Hansen hevði brotið útlendingalógina við at forða fyri, at tamilsk flóttarfólk av Sri Lanka fingu sínar hjúnarfelagar og børn til Danmarkar.
Eitt úrslit var, at Erik Ninn Hansen mátti leggja frá sær sum formaður í fólkatinginum, sum hann varð valdur til eftir at hava verið løgmálaráðharri. Hetta starv fær fyrst H. P. Clausen og síðan Hans Engell, sum tekur við tann 5. oktober 1989.
Men hetta var ein strævin tíð, tí javnan komu fram nýggjar avdúkingar í tamilmálinum. Spurningurin gjørdist eisini, hvat ið forsætismálaráðharrin visti, tá ið hann greiddi fólkatinginum frá, at her var “intet fejet under gulvtæppet.”
Hetta mál fær avleiðingar fyri fleiri av undangongumonnunum hjá Engell í løgmálaráðnum. Men sjálvur gongur hann fríur, tí alt hetta var hent áðrenn hansara tíð sum ráðharri.
Floksformaður 1993-1997
Í 1993 leggur Schlüter frá sær sum forsætismálaráðharri vegna Tamilgøluna. Eisini leggur hann frá sær sum floksformaður. Tá er tað, at javnaðarflokkurin við Poul Nyrup Rasmussen tekur yvir. Júst hesa tíðina minnast vit sera væl í Føroyum í samband við bankakreppurnar.
Valdið í flokkinum verður nú býtt sundir. Engell verður formaður í tingbólkinum, og Henning Dyremose, sum hevði verið fíggjarmálaráðharri, verður politiskur framsøgumaður. Hetta riggaði ikki væl. Tað var ikki óvæntað, tí hetta hevði konservativi flokkurin roynt fyrr við vánaligum úrsliti. Skjótt tekur Dyremose seg heilt út politikki. Tá verður Engell tann avgjørdi leiðarin í flokkinum.
Hann førir ein miðsøkjandi politikk fyri at fáa sum frægt sum gjørligt burturúr. Hann gjørdi fleiri semjur við stjórnina hjá Nyrup uttan um Vinstraflokkin, sum tók hetta sera illa upp. Tískil vóru viðurskiftini við Uffe Ellemann Jensen, leiðara í vinstraflokkinum, sera kølin hesa tíðina.
Liðugur í politikki
Men so hendir nakað, sum broytir politisku leiðina hjá Engell. Í bili sínum koyrir hann eftir ein góðan døgurða í flokkinum ávirkaðir á ein betongstabba. Hann kundi verið farin til hús og fingið bilin av vegnum. Hann kundi síðan sent boð eftir politinum og sagt, at hann var so skakaður av óhappinum, at hann aftaná fekk sær ein lítlan ella tveir at sissa seg við.
Men hann ringir, sum rætt var, beinanvegin til politiið at boða frá, og tá mátti tað bert fáa tær avleiðingar, sum tað átti at fáa.
Hetta hava fólk ikki gloymt Hans Engell, og hetta ger sítt til ta virðing, sum fólk framvegis hava fyri honum.
Hetta gjørdist byrjanin til endan á hansara politiska lívi. Tað gingu nøkur ár við stríði í flokkinum við fleiri formonnum. Hetta endaði við, at Hans Engell misti sítt vald í flokkinum.
Erling Olsen, sum hevur verið fólkatingsmaður fyri javnaðarflokkin í mong ár, hevur alt gott at bera Hans Engell. Tað var við honum, sum ofta er, at hann var best umtóktur í øðrum flokkum. Í egnum flokkum eru øll jú kappingarneytar!
Tað var eitt eyðkenni fyri Hans Engell, at gjørdi hann eina avtalu, so varð hon eisini hildin. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja í politikki, men slíkt skapar virðing. Hann hevur eisini varðveitt sambandið við sínar gomlu politisku starvsfelagar.
Erling Olsen sigur eisini, at Hans Engell var dugnaligur sum ráðharri. Hann var eisini væl umtóktur av sínum embætismonnum bæði í verjumálaráðnum og løgmálaráðnum. Hetta veit Erling, tí hann var eftirmaður hjá Engell sum løgmálaráðharri. Hans hevur eitt lætt lyndi og var nærum altíð í góðum lag. Hetta gjørdi eisini arbeiðið so nógv lættari hjá hinum á arbeiðsplássinum.
Blaðstjóri á Ekstra Bladet 2000-2007
Tann 16. mai 2000 verður Engell ábyrgdarblaðstjóri á Ekstra Bladet. Hann fer úr fólkatinginum og eisini tí konservativa flokkinum. Sum blaðmaður vildi hann vera púra óheftur politiskt.
Hetta gekk væl inntil 6. septembee 2007, tá ið hann fær sekkin. Avtalan var, at hann skuldi bert sita so leingi, til hildið var, at onkur kundi gera tað betri.
Hann er tó framvegis politiskur viðmerkjari á Ekstra Bladet og eisini í sjónvarpinum. Erling Olsen sigur, at Hans Engell er sera væl umtóktur millum fólk í hesum leikluti. Hann kennir jú politisku skipanina sum nakar, og hann kann greiða frá einum annars torskildum politiskum máli á ein slíkan einfaldan hátt, at fólk duga at skilja tað. Hann fer eisini sjáldan skeivur í sínum metingum.
Góð viðurskifti við Sosialin
Tað hava verið serliga góð viðurskifti millum Sosialin og Politikens Hus, sum eisini gevur Ekstra Bladet út. Serliga er tað Hans Engell, sum vit hava havt samband við. Hans Engell hevur verið góður í ráðum, og hann hevur eisini vitjað Sosialin við serlig høvi.
Í september 2007 var Sosialurin á vitjan hjá Ekstra Bladet, har Hans Engell skuldi vera vertur. Men júst sama dagin, sum farið varð úr Føroyum, varð Engell settur frá. Vitjanin mátti tí vera uttan hann.
Hans Engell hevur skrivað sínar politisku endurminningar. Bók hansara “På Slotsholmen” kom út í 1997. Her greiðir hann frá sínum leikluti í politisku søguni fram til 1993, tá ið Schlüter mátti leggja frá sær. Hetta er ikki hissini bók. Hon telur 450 síður. Her ger hann nógv burtur úr Tamilsakini og roynir at svara spurninginum um, hvussu henda uppá seg lítla sak, kundi fáa so álvarsamar avleiðingar.
Bókin endar við eini áhugaverdari frásøgn um gongdina, tá ið stjórnin fekk handaða Hornsletfrágreiðingina um Tamilmálið. Dómurin var púra greiður í frágreiðingini. Hann samsvaraði ikki við ta fatan, sum Schlüter og hansara ráðharrar høvdu av málinum. Men teir drálaða ikki eina løtu. Eftir at hava lisið niðurstøðuna komu sovæl Schlüter sum Engell til ta niðurstøðu, at Schlüter mátti leggja frá sær. Júst hetta mál skapar virðing fyri donsku politisku skipanina. Her kundu vit kanska havt okkurt at lært.
Sosialurin ynskir Hans Engell tillukku við teimum 60 árinum við tøkk fyri samskiftið, sum hevur verið og við vón um framhaldandi samstarv.
ó.










