TROM. Tí var tað sjálvsagt, millum nógvar aðrar orsøkir, at grannarnir í Eysturkommunu vóru fyrstir at taka spunslið av skríninum, fyri at veita verkætlanini sín stuðul. Munadyggan stuðul. Tað eigur gr [...] hesa filmsupptøkuna eiga at vera í Føroyum. Tað ivast ongin um. Hinvegin eigur ein politisk skipan ongantíð at virka undir trýsti, men í hesum førinum tykist tað sum, at mentanin/vinnan hevur yvirhálað politisku [...] undan kavi hesi seinru árini. Sviar, danir, norðmenn og íslendingar hava rættiliga tikið seg fram, tað sæst á ymsum rásum, og helst er orsøkin til okkara landspolitiska trupulleika, nú við føroysku sendirøðini
kríggið, men tað var tí, at har var ikki friður tá ið tey komu til landið. Uppgávan hjá hesum herliðum er at varðveita frið, sum longu er staðfestur. - Eitt, sum gjørdi stórt inntrykk á meg, var arbeiðið, [...] nógvur peningur til spillis. Í Chinatown var hon inni hjá einum eldri kinesara. Ein heimahjálpari sat inni hjá honum allan dagin og gav hon mat, tá ið hann var svangur. So komu onnur og gjørdu annað fyri [...] einum høsnafarmi. Tað var ein rættiliga løgin kensla at sita í rúminum, har hesin kassarnir, sum eftir øllum at døma hava so stóran týdning, vóru, sigur Lisbeth L. Petersen. Ætlanin var, at donsku luttakararnir
aðrari gongustjørnu! Neyðug gøtunøvn Tað var ikki tað bera spæl hjá einum býarpostmanni at koma til Kollafjarðar. Tað fyrsta, Hallstein noyddist at læra seg, var nøvnini á kollfirðingunum. Har brúkti eingin [...] at hann ikki er í slipsi. - Tað hevði dámað Bergi betur, nú mann skal í bløðini, heldur hann fyri, sipandi til postverksstjóran, Berg í Garði. Bóndasamfelag við lít Tað var ongantíð ætlanini, at Hallstein [...] eitt ár. Higartil hevur hann verið postmaður í nítjan ár. Og nógv er broytt hesi mongu árini. - Tað var eitt gott arbeiði, men nú er trýstið vorðið nógv størri. Hetta er ikki longur nakað lívsstarv, staðfestir
aftur. Kanska var hann ikki so arbeiðsligur, sum tá ið hann var heilur, men hann helt uttan hóvasták allan túrin. ? Longur eystur, vit komu, betur vóru líkindini á sjónum. Sjógvurin var slættari, og lotið [...] við okkum. Matarlystur er eingin ? og bert skiparin er førur fyri at vera inni í húsinum. Sjóverkur er farin at gera um seg. Men tað gongur so dánt við at halda spýggjuni aftur. "Fert tú ikki at fáa tær ein [...] seg. Matarlysturin er komin aftur, og somuleiðis hugurin at festa sær í. Tað er bara ov lítið at taka. Rúgvan veksur nakað, men tað gongur ov seint. Tá ið glúpurin ikki er virkin, liggur hann niður yvir
at tað var sera flovisligt. ? Hon stóð har í einum fýrakanti við ørmunum úti. Hon mátti úr jakka, skóm og taka hálsketuna og oyraringarnar av, sigur Hans Erik. Erna sjálv sigur, at tað var ikki tað ringasta [...] skreytblað, tá tú hevði flogið. Tað fingu vit, sigur Erna og hyggur errin upp á Hans Erik, sum fer at flenna. Onnur upplivilsi Men tað var ikki bara simulatorurin, sum var spennandi á ferðini hjá teimum [...] hon bara um, at buksurnar ikki máttu detta niður. ? Tað var so pínuligt. Har stóð eg við blóðreyðum kjálkum, og øll gløddu at mær, sigur Erna. Tað var tó skjótt yvirstaðið, og so kundu tey fara víðari.
Menninir á miðvøllinum hava gjørt tað øgiliga gott, so tað hevur ikki verið lætt at troðkað teir av, men nú kanska kjansurin kemur, sigur hann. Fyrsti landsdysturin hjá Jann Inga var afturi í 2003, men eftir at [...] færri enn fimm av teimum, sum annars plaga at byrja inni, sita uttanfyri við karantenu. – Eg havi góðar vónir um at byrja dystin, og eg má eisini siga, at tað hevur verið hugaligt at komið inn teir síðstu dystirnar [...] hava roynt seg nakrar ferðir, hvarv hann úr myndini, og tað er ikki fyrr enn nú, at hann aftur fleiri ferðir hevur verið landsliðsaktuellur. – Tað gekk øgiliga væl fyri nøkrum árum síðani, tá eg líkasum
sum sigla við stuttleikabátum at hittast har. Her var hugnaligt, men trupult hjá okkum at liggja við bryggju - Tað var fjarðandi sjógvur, so vandi var fyri, at báturin fór at fjarða turrur. Vit fingu kortini [...] eina flótibrúgv í marinuni, har var gott at liggja. Ætlanin var m. a. at bunkra olju dagin eftir. Har var friðarligt í Stornaway. Leygadagin, tá vit skuldu bunkra, vísti tað seg, at maðurin, sum leveraði [...] frá her heima, tað lovaðu vit at gera. Leygarkvøldið 23. juli kl. 18 fóru vit úr Stornoway í Suðuroyggjum við kós móti Føroyum. Tað var nakað av vindi ímóti, og nakað av streymi, so tað gjørdist eitt sindur
aftanfyri í báðum, taptu tað triðja stórt og vunnu so tað fjórða, sum var sera javnt. - Vit vóru fullar av nervum í byrjanini, og tað sást eisini. Og í triðja setti vóru vit sløvar ? tað er heldur ikki fyrstu [...] Flogbóltur - Hetta var fantastiskt. Tað var fyrsta viðmerkingin hjá liðskiparanum hjá TB, Svannu Nielsen, aftaná finalusigurin móti Mjølni leygardagin. Tær vunnu tvey tey fyrstu settini eftir at hava verið [...] gjørdu nógvar persónligar feilir, og tað var fyrst og fremst orsakað av nervum, helt venjarin. - So taptu vit stórt í triðja setti. Tá høvdu leikararnir kroppin inni á vøllinum, men høvdið uttanfyri. Tær
Prince-pakka í ketildraktalummanum var óskikkur. Nærum skomm. Smiðjumenn, timburmenn, sveisarar og bilmekanikarar royktu bara ball til arbeiðis. Soleiðis var henda tíðin. Tað var ikki enn vorðið so vandamikið [...] spann lystiliga, og bensinið var so mikið bíligt at spleysa til, at eingin hugsaði um at, 3.600 kubikk var í yvirkant. Mobiltelefonin var ikki uppfunnin, men samskiftið var sera gott kortini. Nógvir høvdu [...] Einasti trupulleikin við sendarunum var, at bleiv nakað í ólagið, so máttu vit til Havnar at umvæla, tí tann einasti, ið dugdi tað, var Mikkjal á Húsabrúgv - og tað gjørdi hann væl og bíliga. Elstu bilarnir
Hetta var ein hampiligur túrur til rúgvu, um tað ikki var nakar roktúrur. Men vit seldu fyri 10.500 pund, so tað var ein hampiligur túrur. Tá í tíðini var pundið vert um 19 kr, ella meira enn tað dupulta [...] vit fóru avstað 3. mai. Eg minnist tað av tí, at tá var lembingin byrjað. Hetta var krosmessudagur, og tað var kavi nokk so langt oman í hagan. Eg hevði eina ær, sum var væntað at lemba tann dagin. Eg fór [...] dagin, og tað var heilt gott. Ein dagin vit vóru á Dana Bank, tá kom ísur á okkum. Tað var væl av fiski á línuni. Ísur kom skjótt, og vit royndu at draga tað, sum vit vóru mentir. Manningin var býtt í trý