Við eldi í reyvini

Nýggjársaftan koyrdi liðbussurin hjá Bygdaleiðum bókstaviliga við eldi í reyvini gjøgnum Leynatunnilin. Bussførarin varnaðist eldin beinanveg, hann var komin inn í tunnilin Leynamegin, men koyrdi gjøgnum allan tunnilin, áðrenn hann steðgaði

Eldur

Tað vóru gul blunk afturút, sum fingu bussføraran á liðbussinum at varnast, at eldur var í bussinum. Hann valdi at koyra víðari, hóast hann júst var komin inn í Leynatuynnilin á veg av flogvøllinum til Havnar. Tað hevði tikið longri tíð at steðgað og bakkað útaftur hinumegin, metti hann.

Tann avgerðin var ivaleyst eisini skilagóð á annan hátt, tí vindur var vestaneftir, sum rak roykin fram við bussinum. Og roykur og møguliga onnur eitrandi luft kundi soleiðis komið inn í bussin, um hann bakkaði upp í vindin. Hinvegin koyrdi hann undan, og alt hetta fór tí afturút.

Komin út Kollafjarðarmegin steðgaði hann businum og fór út at royna at sløkkja eldin. Tað eydnaðist ikki, og bussurin fór fyri einki.

Seinnapartin mikudagin var lítil samkoma á Strandferðsluni Yviri við Strond, har millum annað eitt av ferðafólkunum í hussinum hendan dagin handaði føraranum eitt blómutyssi. Hetta fyri at vísa takksemi fyri, at førarin bar seg so skilagott at, at ferðafólkini ongantíð høvdu fyri enyðini at kenna ampa á sær.

Og rólig hava tey verið. Tí eftir, at førarin til fánýtis hevði roynst at løkkja eldin, fór hann sjálvur inn aftur í busin eftir ferðaseðlamaskinuni og oeningataskuni, eins og hannlat ferðafólkið fara inn aftur eftir viðføri og klæðum, sum lá inni á setrunum. Eisini fingur feðrafólini tað viðførið, sum lá í vðførisrúmunum uttanfyri, meðan bussurin brann.

Hóast roynt varð á tíðindafundinum mikudagin at fá at vita, um eingin reglugerð er, sum sigur nágreiniliga, hvussu berast skal at í slíkum føri, og um tað núe r skilagott at lata fók fara inn aftur í ein buss, sum eldur er í, fekst einki greitt svar. Hvørki frá bussfæraranum sjálvum ella frá fólkaflutningsleiðaranum hjá Strandferðsluni, sum eisini var til staðar.

Víst varð á, at tað kundi verið vandamikið bæði av eldi og eitrandi royki, tá soleiðis er, at lata fólk fara inn í bussin.

Men bussførarin metti ikki, at tað var nakar vandi. Edldurin var iki komin inn í bussin, tá hetta hendi, greiddi hann frá. Hann helt, at tað gingu kanska einir tíggju minuttir, áðrenn eldurin var komin inn í sjálvan bussin. Men so gekk tað eisini skjótt við restini.

Hvørki førari ella ferðafólk hugsaðu nakrantíð um, at nakar vandi var á ferð soleiðis. Tey fóru stillisliga fram og kendu ongantíð nakra ótta yvirhøvur, greiddu tey frá á tíðindafundinum mikudagin.

Bussførarin, Rói Ljósheim úr Havn, hevur drúgvar royndir. Hann byrjaði á nýggjárinum 198o sum bussførari hjá HT í Keypmannahavn og hevur sostatt júst í hesum døgum koyrt buss í 22 ár.