Nakrir mmenn, sum tíðliga í morgun brutu inn á ein banka í danska býnum Gjerlev nærhendis Randers, tóku sær eingi óráð fyri.. Teir høvdu stolið eina gummigeit, sum teir rendu inn ígjøgnum bankaveggin. Síðani fóru teir avstað við tveimum bankaboksum, skrivar Ritzau. Løgreglan heldur, at menninir tóku tær báðar boksirnar upp í kjaftin á gummigeitini, sum so setti tær upp á ein lítlan lastbil. Fyrrapartin var ikki heilt greitt, hvussu nógvar pengar tjóvarnir fingu við sær, men helst er talan millum eina hálva og eina millión krónur.