Húsar: Tað er helst ikki á hvørjum degi, at hornblástur er á hoyra á dekkinum umborð á strandfaraskipinum Barsskor.
Men tey fáu ferðafólkini, sum ein hósdag fyrr í mánaðinum fóru við hesum strandfaraskipinum til Klaksvíkar kundu uppliva hesa ráru hending.
Har frammi stóðu nevniliga fýra blásarar og spældu ? tvær trompetir og tvær kornettir ? og royndu at finna eitt felags lag.
Hóast hetta ikki gekk eftir vild, so var eingin orsøk at klaga um tað. Hetta vóru nevniliga komandi spírar á tí tónlistarliga økinum ? fýra ungfólk, sum hava sett sær sum mál at læra seg kunstin at blása luft inn í eitt ljóðføri og fáa reinar tónar út aftur úr hinum endanum.
Hevði tað verið lættari at taka eitt klaver og eina urgu við, so hevði orkestrið verið væl mannað. Hesi ungu lótu hvørki kuldan í luftini ella aldurnar forða teimum í at spæla á dekkinum fyri manning og ferðafólkum.
Enn duga tey ikki til fulnar at knekka kotuna fyri nótalesing, men lítil ivi er um, at tann dagin, tey duga hetta, fær pípan ? ella ljóðførini ? annað ljóð.
Her úti í Guds fría havøki kunnu tey spæla frítt. Eingin forðar teimum í tí, og eingin biður tey spæla spakuligari, tí húsfriðurin er í vanda. Tey spæla, tí teimum dámar tað.
Vælsignaðir spælimenn. Spælið!
Tann svarti kassin
Hvønn einasta hósdag seinnapart vita nøkur av børnunum á Húsum hvat tey skulu gera.
Tey koma aftur úr skúlanum, fáa sær ein góðan døgurðabita og byrja so at gera klárt til ein túr tvørtur um fjørðin til Klaksvíkar.
Tey vita, at Barsskor, sum áður var álitið hjá teimum í so máta, fór av Klaksvík kl. 13:20 og er góðan hálvan tíma seinni við bryggjuna í heimbygdini Húsum.
Lítil friður er á teimum yngstu, tí nú er klokkan vorðin so mikið nógv, at Barsskor longu er farin av Klaksvík.
Løtu seinni síggja tey hann miðskeiðis á fjørðinum, og áðrenn tey vita av tí, so er hann komin tætt at landi. Nú er tíð at fara frá húsum á Húsum. Endiliga.
Tey leypa tó ikki á dyr við ongum í hondini, tí úti í gongini stendur viðførið - ein svartur kassi við einum vøkrum ljóðføri í.
Hjá fýra teirra inniheldur kassin eitt ljóðføri, meðan hini bæði hava einki viðførið við, og tað av góðum grundum, tí ikki ber til at taka sítt ljóðføri við. Tey spæla nevniliga klaver og urgu í Klaksvík.
Hesi seks ungu ferðafólkini við Barsskor á hansara næstseinasta hósdagstúri nakrantíð úr Kalsoynna eru øll á veg til Klaksvík í skúla ? Musikkskúla.
Ein teirra er 14 ára gamla, Sólbjørg Helena Joensen sum gongur í 8. flokki. Hon spælir kornett beint nú.
- Men aftaná summarfrítíðina fari eg at spæla guittara, sigur hon.
Húsaorkestur
Hesi seks ungdómarnir eru millum tey hepnu, sum eru sloppin at spæla við Musikkskúlanum í Klaksvík.
Skipanin er tann, at tey fara við Barsskor ? ella fóru, tí nú røkir Sam hesa siglingina ? henda túrin og fara so aftur til húsa seint seinnapartin.
Hesa tíðina hava tey øll fingið undirvísing frá einum av lærarunum í Musikkskúlanum í ein hálvan tíma.
Sólbjørg er so heppin, at hon sleppur fyrst framat í ein hálvan tíma. Síðani kemur ein drongur úr Klaksvík og so sleppa teir tríggir Húsa-dreingirnir framat at spæla samstundis.
Onkur kallar teir longu nú fyri Húsa-orkestrið. Eingin veit kortini, hvat framtíðin kann bjóða slíkum ungdómum um teir bara halda á við at venja sjálvir og venja saman.
Tvey ljóðføri
Sólbjørg sjálv er rættiliga nýggj innan tónleikaheimin ? ella tónleikavenjingina.
-Eg havi faktisk bara spælt kornett í ein og ein hálvan mánað. So eg eri akkurát byrjað, sigur hon, nú vit tosa við hana umborð á dekkinum á Barsskor.
Tað var kanska meiri tilvildin sum ráddi, at Sólbjørg fór at spæla eitt slíkt ljóðføri sum kornett.
Í veruleikanum ætlaði hon sær at læra seg at spæla eitt heilt annað slag av ljóðføri ? eitt streingjaljóðføri.
-Eg teknaði meg til guittara, men tann tíðin eg fekk til venjing passaði so illa við siglingina hjá Barsskor.
-So eg helt, at eg kundi bara bíða til Sam byrjaði at sigla. Men so varð nóg mikið av næmingum, so nú standi eg á bíðilista til næsta ár. So spæli eg bara kornett meðan, sigur Sólbjørg, sum valdi kornettina, tí hon sá so spennandi út.
Enn veit Sólbjørg ikki um hon fer at halda fram við kornettini. Eftir summarfrítíðina fer hon so guittara í øllum førum at spæla guittara.
So fær hon at síggja, hvussu víðari verður.
- Far út og spæl!
Eitt er at ganga til undirvísing í kornett so langt burtur frá heiminum.
Í Musikkskúlanum eru hølini jú gjørd til at kunna venja í. Men tað munnu vera tey fægstu heimini, sum hava ljóðdoyvdar veggir har ein tónleikari kann venja kornett, uttan at alt húsið hoyrir tað.
Hvussu er heima hjá Sólbjørg ? hvat siga foreldrini til at hon spælir kornett og ikki eitt ljóðføri, ið heldur heldur minni gang?
-Mamma og babba, tey leggja einki í tað. Men beiggjarnir hjá mær ? teir leggja nógv í tað.
-Hvat teir siga? Jú, teir siga, at eg skal spæla, meðan teir eru úti og spæla. Teir hava onkutíð hótt við at keypa trummur, og ætla sær so at spæla, meðan eg sjálv eru inni, sigur Sólbjørg og brosar við.
Handil og børn
Húsar er ikki tann størsta bygdin í landinum. Men hóast fólkini eru fá, so er kortini eitt rættiliga stórt virksemi millum bygdarfólkið.
Sólbjørg er eisini ein teirra, sum er virkin í ymiskum virksemi í bygdini. Umframt sjálva venjingina av ljóðførinum og heimaarbeiðið úr skúlanum, og skótarnar í bygdini, so hevur hon eisini eina fastur í bygdini, sum hon vitjar rættiliga ofta.
-Hon hevur nøkur børn, og teimum dámi eg sera væl at spæla við. Hon hevur eisini ein handil, og har plagi eg eisini at hjálpa henni.
-So spæla vit eisini. Og nei, - eg keði meg so ikki, sigur Sólbjørg.