Profilur
Tað man vera frá ítróttinum, ella skuldi man kanska sagt hond- og fótbóltinum, at navnið, Sigrun Mikkelsen, er vorðið kent millum lesararnar.
Ígjøgnum fleiri ár var hon partur av kvinnuliðinum hjá Neistanum, sum var fullkomuliga einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. Eisini í fótbóltshøpi er tað vorðið talan um fleiri meistaraheitið við HB, tó at sigursrøðin her ikki gjørdist heilt so lang sum í hondbóltinum.
Eisini sum ítróttaleiðari hevur hon havt sítt at takast við, og hevur hon í hesum høpi eisini roynt seg sum formaðu hjá HB, umframt at hon eiisni hevur vant bestu neistakvinnurnar.
Nakað at liva upp til
Sjálv greiðir hon frá, at tíðin í Neistanum byrjaði, tá hon sum 7 ára gomul fór at fáast við hondbólt.
- Eg havi spælt við Neistanum alla tíðina, og lat meg beinan vegin siga, at eg havi havt tað gott í felagnum. Sum venjari gjørdist eg eisini aktiv, og tá eg var eini 15 ár, gjørdist eg venjari hjá gentum 10. Eg vandi so hesar somu genturnar í eini fimm, seks ár, og síðani havi eg so eisini havt stuttleikan av at spæla saman við fleiri teirra.
- At byrja við vunnu vit ikki so øgiliga nógv, og serliga høvdu vit trupulleikar av at basa Kyndli. Hetta broyttist tó, tá vit komu upp móti eldru bólkunum.
- Kvinnurnar hjá okkum høvdu tá eisini vunnið alt í fleiri ár, so tað var nakað at liva upp til, á man umboðaði felagið í kvinnudeildini. Tað vísti seg eisini, at tá vit so komu upp í vaksnamannadeildirnar, so helt hendan sigursrøðin fram.
- Fyrsta lið hevði alla tíðina eina spakuliga útskifting, og hyggur tú t.d. at liðnum, sum vann so nógv í áttatiárunum, so var talan um leikarar í øllum aldursbólkum.
Hini høvdu virðing
Hetta hevur tó sjálvandi ikki verið einasta frágreiðingin til, at Neistin vann alt í somikið nógv ár. Hini liðini hava eisini havt góðar árgangir, so tað hevur kanska ikki bara verið evnini, sum hava gjørt munin.
Vit spurdu eisini Sigrun, um tað bara var soleiðis, at tær vóru nógv betri, ella vóru tað eisini aðrir lutir, eitt nú venjingarstøðan, sum viðførdu hesa sigursgongd.
- Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal siga. Vit mugu í hvussu so er hava verið betri enn hinar, tí í fleiri ár smurdu vit øll liðini av. Akkurát hví vit vóru so nógv betri, er eitt sindur ringt at siga.
- Ivaleyst hevur breiddin í hópinum gjørt sítt. Vit høvdu, sum nevnt omanfyri, fleiri góðar aldursbólkar, og tað vísti seg, at har var altíð onkur at seta við, tá leikarar góvust.
- Til samanberingar kann nevnast kyndilsliðið, sum nú hevur vunnið tvey meistaraheitið. Tær eru so at siga komnar fram í fremstu røð samstundis, men hinvegin ger hetta eisini, at tað verður torført at halda støðið, tí ov nógvar fella frá í senn.
Eftir úrslitunum at døma, var mótstøðan lítil og eingin í áttatiárunum. Fyrst í nítiárunum gjørdist talan ofta um nógv meira spennandi dystir, men í flestu førum eydnaðist kortini at vinna bæði dystir og meistaraheitið. Var hetta kanska eisini orsakað av, at liðið hevði vunnið so nógv, og at virðingin frá hinum liðunum tískil var stór.
- Ja, tað hevur í hvussu so er kenst soleiðis, tá vit spældu. Tað tóktist ofta soleiðis, at mótstøðuliðið longu áðrenn dystin hugsaðu »Náh, vit skulu spæla móti Neistanum«, og so hildu tær kanska ikki, at nakar møguleiki var fyri sigri.
- Sjálvar settu vit okkum eisini høg mál. T.d. fóru vit altíð á vøllin fyri at vinna við minst tíggju málum. Gjørdu vit ikki tað, so vóru vit ikki nøgdar.
- Tað vóru sjálvandi eisini lið, sum megnaðu at spæla upp ímóti okkum, men fyri tey allar flestu var galdandi, at vit vóru førar fyri at vinna stórsigrar á teimum. Serliga var hetta galdandi seinast í áttatiárunum, har mótstøðan var sera lítil.
Setti stór krøv
Hetta at seta sær høg mál er kanska eisini ein partur av frágreiðingini til, at liðið bara helt á fram at vinna. Tað verður jú ofta tikið til, at tað torførasta er at halda sær á toppinum.
- Tað týdningarmesta er sjálvandi, at spælararnir halda tað vera stuttligt at spæla. Gjørdu vit ikki tað, so hevði tað als ikki borið til.
- Tað eru kanska fleiri, sum halda, at eg ikki altíð havi havt tað so stuttligt á vøllinum, tí sinnalagið havi eg altíð havt við inni á vøllinum. Sjálv havi eg tó trivist væl við hesum, tí tað at man leggur alt í at vinna, er jú eisini ein partur av spælinum, og hetta krevur jú eisini, at tú hevur hug til at vera við.
- Eg má siga, at fari við eldhuga inn á vøllin, og brenni eg til dømis ein 100% møguleika, so er tað ikki bara keðiligt. Tað líkist svartasta ongum, fyri at siga tað soleiðis.
- Man kann siga, at havi sett stór krøv. Bæði til mín sjálvs og til viðleikarar, og tað hevur avgjørt ikki altíð verið líka lætt. Hvørki hjá mær sjálvum, ella við- og mótleikarum, har eg ivaleyst onkuntíð havi verið ein sonn plága.
- Sosialt hava vit tó altíð havt tað gott saman, so man kann kanska siga, at eg havi verið ein annar persónur, tá eg havi verið á vøllinum.
Lært frá hinum
Í hesum sambandi leggur Sigrun afturat, at tað sum leikari hevur verið mennandi, at hon hevur havt royndar og góðar leikarar at kappast við.
- Tað hevur ment meg nógv sum leikara, at t.d. Rannvá og Svanna Hanusardóttir hava verið á liðnum. Hetta vóru leikarar, sum man sá upp til, meðan man var i yngru deildunum, og tað var eisin ilæruríkt at spæla saman við teimum.
- Eisini gjørdi hetta, at eg kom at spæla so at siga øll pláss á liðnum, tí meðan tær spældu, var sjálvandi eingin, sum soleiðis uttan víðari kom á mið- ella bakkplássini, har tær spældu. Hetta var annars pláss, sum eg hevði spælt á øll ungdómsárini, men tá eg kom á fyrstalið mátti eg byrja sum vongur, fyri síðani at arbeiða meg inneftir.
- Tað hevur í øllum førum ment meg nógv sum leikara. Bæði tí eg við hesum lærdi, hvussu leikluturin hjá øðrum spælarum er, og ikki minst tí eg við hesum lærdi, hvussu tær røktu sentralu uppgávurnar.
Ikki bara hondbóltur
Sum nevnt omanfyri, so hevur Sigrun eisni gjørt vart við seg í fótbóltshøpi
- Eg byrjaði faktist í B36, fyrsta árið at kvinnufóbtóltur varð leiktur í Føroyum. Eg var tó ikki við til at vinna FM við teimum, tí ein mánað áðrenn kappingin endaði, skifti eg til HB. Tað var eins og eg kendi, at tað var har, sum eg átti at vera. Vinkonurnar hjá mær spældu í HB, og tí kendist hetta meira náttúrligt.
- At eg skifti viðførdi, at eg ikki slapp at spæla við í finaluni, so henni mátti eg fylgja frá áskoðaraplássunum, og eg minnist eisini dystin sera væl.
Hóast tað sostatt ikki gjørdist talan um gull fyrsta árið í HB, so komu tó fleiri gullmerki seinni.
- Vit vunnu einar tríggjar ferðir í 80?unum, og so vórðu aftur nøkur FM-heitið miðskeiðis í 90?unum. Eg var ikki við øll árini, tí fyrst í nítiárunum var eg í Danmark í útbúgvingarørindum. Eg fekk tó altíð verið við í onkrum dystum, tá eg var heima og ferðaðist, so eg kendi meg kortini sum ein part av liðnum.
- Eg veit ikki akkurát, hvussu væl vit dugdu at spæla fótbólt. Vit byrjaðu jú ikki, fyrr enn vit vóru á leið 18 ára gamlar, so tað var sjálvandi avmarkað, hvussu nógv vit høvdu lært.
- Viljin var tó altíð til staðar, og tað var kanska serliga hetta, sum gjørdi, at vit vunnu. Nógv av teimum liðunum, sum vit møttu seinni, høvdu leikarar, sum vóru yngri enn vit, og sum veruliga høvdu vant fótbólt frá barnsbeini. Tær vóru kanska betri fyri enn vit, men kortini høvdu tæ stóra virðing fyri okkum, og hetta gjørdi helst eisini mun.
- Hetta havi eg onkuntíð tosað við onkra teirra um. Eitt nú, tá vit hava verið á landsliðnum, har eg so hoyrdi til eldra endan. Tá vóru vit jú allar í sama báti, og onkur teirra tóktist nærum skelkað, nú tær sóu, at vit sum so bara vóru eins vanligir persónar sum tær.
Alt hongur saman
Sjálv ivast hon eitt sindur í, hvat hevur gjørt, at hon eisini í fótbóltinum kom at verða partur av einum vinnandi liði. Spurd, um hetta ikki eisini hongur saman við avrikunum í hondbóltinum, tað at vera von við at vinna, sigur hon, tað so avgjørt er ein partur av frágreiðingini. Tað, at man ikki er von við, og heldur ikki góðtekur, at gerast nr. 2.
- Jú, tað hongur saman. Eg havi ongantíð á nakran hátt góðtikið at verða nummar tvey. Tað kundi eg ikki funnið uppá. Um eg ikki vinni, so fái eg gron.
Líkamikið um talan er um Ludo, ella hvussu?
- Ja, eg kann væl funnið upp á at runnið eina sigursrundu, um eg vinni í Ludo, ella backgammon, sigur hon flennandi.
Nei, tað er bara soleiðis, at tað at tapa, tað klári eg ikki serliga væl. Hatta har við »tap og vinn við sama sinn« tað er so avgjørt ikki eg.
- Tað er jú heldur ikki soleiðis, at tú við vilja letur onnur lið vinna. »Nei, nú hava vit vunnið so ofta, lat heldur onkran annan vinna í ár«, tað kann ikki siga. Ert tú vanur við at vinna, so er einki annað nóg gott. Tað ringasta er kanska at síggja, tá onnur taka ímóti einum steypi, sum man heldur vildi átt sjálv.
Gjørdist fótbóltsbossur
Umframt aktiva leiklutin, so hevur Sigrun sum so eisini verið við til at skriva ein part av føroyskari fótbóltssøgu. Hetta var, tá hon gjørdist fyrsti kvinnuligi fótbóltsformaðurin í Føroyum.
- Tá eg var liðug at lesa, flutti eg sjálvandi heim, har eg í fyrsta umfari fekk starv í Klaksvík. Eg var tó framevgis aktiv í bæði hond- og fótbólti.
- Gunnar Mohr ætlaði so at fáa sær eitt sabbath-ár frá nevndararbeiðinum, og hann spurdi so meg, um eg ikki kundi fara upp í nevndina. Tað byrjaði so avgjørt ikki við tí, at eg skuldi verða formaður. Hetta kom ikki upp á tal, fyrr enn eg var komin í nevndina, og vit skuldu skipa okkum. Eg haldi, at teir langt síðani høvdu tosað sína millum um hetta, uttan at eg tó hevði fingið so nógv at vita, og tá sessurin so stóð mær í boði, ja, so hví ikki. Tað hevði eg so einki ímóti at royna.
Sigrun sat so sum formaður í nærum trý ár. Spurd, um tað kanska var nakað serligt, at sita so høgt í eini mannfólkaverð, sigur hon, at sjálvandi var tað ett sindur serligt.
- Eg minnist serliga, tað einu ferðina, at ein spurdi ,um tað nú var rætt, at eg skuldi vera formaður í HB. Kanska ikki so nógv, tí eg var konufólk, men tí pápi mín var úr B36. Eg haldi tó ikki, at man kann siga, at tað var nakar ivi um, hvønn eg arbeiddi fyri,
Kostaði
Annars heldur Sigrun, at starvið, sum fótbóltsformaður var við til at stytta aktiva lív hennara.
- Tað var eins og alt kom at ganga upp í røkur hjá mær. Eg var formaður í HB, venjari hjá Neistanum, venjari hjá einum U-16 liði, umframt at eg spældi bæði hond- og fótbólt, so tíðin til onnur ting var ikki hin stóra. Sæð í bakspeglinum, so veit eg ikki, um eg hevði tíma at gjørt tað sama eina ferð aftuar.
- Tað viðførdi eisini, at man líka sum troyttaðist, og tá ferðin so fyrst varð sett niður, var tað sera torført hjá mær at koma í gongd aftur.
- Man skuldi kanska havt sagt nei til okkurt av hesum, men tað bleiv bara soleiðis. Neistin stóð í august og tørvaði ein venjara, og so játtaði eg at taka við. Landsliðið helt eg meg heldur ikki kunna siga nei til. Eg hevði ongantíð sjálv fingið hendan møguleikan, og eg kundi líka sum ikki taka møguleikan frá hesum leikarunum, tí eg visti, hvat tað merkti hjá teimum.
Hendir ikki aftur
Nú er aktivi leikluturin hjá Sigrun so av, men framvegis er hon at síggja sum áskoðari, tá dystir eru í Gundadali og uppi á Hálsi.
Seinnu árini hevur einki av liðunum havt sama einaveldi, sum kvinnuliðið hjá Neistanum hevði, og spurd, roknar Sigrun ikki við, at hetta fer at henda aftur.
- Nei, tað rokni eg ikki við. Fyrst og fremst tí tað nú eru komnir pengar í bæði hond- og fótbóltin, og einki felag sleppur at hava ein so støðugan leikarahóp í eitt somikið drúgt áramál.
- Onnur feløg fara altíð at taka leikarar frá, soleiðis at stamman á liðnum verður brotin. Hjá monnunum hevur VÍF verið samanlagt nógv besta liðið seinnu árini, men onnur lið hava eisini stungið seg fram. Nøkur ár var tað Kyndil, onnur StÍF. Í fjør spældi Áki Olsen so við Neistanum, og var viðvirkandi til, at teir gjørdust meistarar. Hetta er eitt dømi um, at liðini ikki sleppa at halda eins væl upp á leikararnar, sum tey hava gjørt.
- Tað er kanska heldur ikki rætt fyri ítróttina, at eitt lið er so einaráðandi, men tað var kortini ótrúliga stuttligt at vera partur av einum slíkum liði.Profilur
Sigrun Mikkelsen
fødd 22.05.66
Spælt í Neistanum síðani hon var á leið 7 ára gomul, har hon spældi øll ungdómsárini.
Kom í 1985 á besta kvinnluliðið hjá Neistanum, har hon hevur verið við til at vunnið í alt ellivu meistaraheiti. Onkur av árunum sum leikandi venjari.
Spælt vi HB síðani 1985, og var her við til at vinna seks FM heitið
Gjørdist fyrsti kvinnuligi fótbóltsformaðurin í Føroyum, og var formaður í HB í nærum trý ár.
Er útbúgvin fysioterapeutur, og starvast í dag á verkhúsinum, Virkni.
Býr saman við Hans Jákupi Mikkelsen, og eiga tey bæði fýra mánaða gamla Trónd.










