Ein vaksin kvinna spurdi abba sín, um hann nakrantíð hevði sæð ommuna nakna. Hóvliga svarar hin gamli: Nei, eg havi ongantíð sæð, bara nortið. Og tað var tann beri broddur!
Mótin er ikki bara uttan á klæðunum. Eisini undir klæðunum ræður eitt ávíst rák. Og sum vant gongur yngra ættarliðið undan, meðan tey meiri tilkomnu rista á høvdinum og skilja púrt onki.
Síðan einaferð í 90’unum hevur verið vanligt, at fólk ganga høgt upp í at snøgga sær hárið á kroppinum, eins væl og á høvdinum. Javnan hoyra vit orð sum »brasilian wax«, bikinilinjan og duskurin.
Seinasta skotið man helst vera nýggja vakurleikarøðin »Under Your Belt« til »blankar kúlur«, sum fyrr¬verandi fótbóltsleikarin Hans Fróði Hansen leggur navn og rygg til.
Vit á Rákinum hava prátað við eina rúgvu av fólkum um hárið á kropp¬inum og í neðra. Á óvísundaligu rannsóknarferð okkara í innasta urskóginum hava vit sogið til okkum vitan og meiningar um kyns- og kropshár føroyinga.
Eitt evni, sum eftir øllum at døma er somikið pikant ella privat, at ongin vil standa fram við mynd og navni, og heldur ikki finna vit tilfar um tað á bóka¬savninum ella á netinum. Sjálvandi kunnu vit lesa um danskar duskar. Men hvør sigur, at vit føroyingar eru líka sum danir millum beinini og undir hondunum?
Tey ungu eru ber
Ná, men til sakina: Vanligt er, at ungar kvinnur antin raka alt hárið av ella snøgga sær við einum trimmara millum beinini. Eisini raka tær alt annað hár av kroppinum. Hetta er eisini galdandi fyri fleiri ung mannfólk. Vit hoyra til dømis um heili ítróttarlið, har tú ikki finnir eitt einasta kropshár í baðiristini í skiftingarrúminum. Snøgt sagt tí teir raka alt av, bæði av beinum, bringu, undir hondunum og í neðra. Tó hava vit varhuga av, at flestu ungu mannfólkini lata hárið vaksa á kroppinum, og so snøgga teir sær nakað í neðra.
Trýst frá øðrum
Fleiri ungar kvinnur, sum vit hava tosað við, siga, at tær hava onki ímóti at hava hár, men at tað líkasum er eitt trýst frá mótanum, pornoídnaðinum ella sjeikinum, at tær eru naknar í neðra. Tó eru fleiri, sum bara trimma sær, tí tær vilja ikki líkjast smágentum, siga tær. Hinvegin eru eisini tær, sum vilja vera við, at nakinleikin ger sexlívið betri, tí alt verður meira følið. Ungu mannfólkini siga eisini, at teimum dáma best um gentan rakar hárið av. Hjá báðum kynum er afturvendandi argumentið fyri at raka sær í neðra, at tað er ólekkurt at fáa hár í munnin! Tey flestu halda eisini, at kvinnur skulu hvørki hava loðin bein ella hár undir hondunum, tí tað virkar maskulint.
Tey eldru eru lodnari
Venda vit speglinum móti teimum meiri tilkomnu, tað vil siga úr 30-35 árum, er myndin eitt sindur øðrvísi. Her er meirlutin av báðum kynum loðin ella eitt sindur snøggaður í neðra. Mannfólkini hava hár á kroppinum, beinunum og undir hondunum, meðan flestu kvinnurnar siga seg raka hárið av beinunum og undir hondunum. Og serliga fær bikinilinjan vitjan av rakiblaðnum, tá ferðaseðlarnir til útlandið eru bílagdir.
Tilkomnu mannfólkini hava onki ímóti, at kvinnan hevur hár í neðra. Fleiri teirra siga harafturímóti, at tað er vakurt, mjúkt, kvinnuligt og natúrligt.
Reinføri
Eitt, sum gongur aftur, er prát um reinføri. Nógv vilja vera við, at tað kennist reinari at vera rakað. Summi siga tó, at hárini júst hava eina uppgávu í mun til reinføri, nevniliga at verja móti skitti. Eisini verður sagt, at hárini halda sveittanum frá húðini, til dømis undir hondunum.
Knubbar og skriði
Annað, sum fleiri nevna, er trupulleikar av knobbum, skriða og eymleika aftan á, at tey hava rakað sær. Sambært einum lækna, sum vit hava tosað við, ávirkar tað húðina og hárini, um økið verður rakað ofta. Húðin verður tunn og hárini fara lættari at vaksa ”inneftir”, tí bakteriur seta seg við hárrøturnar og so kemur bruni í. Tí er størri vandi fyri, at fáa svullir, sum so skulu skerast burtur, antin hjá lækna ella í ringasta føri undir skurði á sjúkrahúsinum.
--
Ónatúrlig pornofisering
Kvinna 44 ár:
Hvat heldur tú sum heild um hár á kroppinum og í neðra?
– Eg havi í nógv ár verið nokkso for¬dóms¬¬full móti hesum nakna Lolita¬lookin¬um. Eg haldi tað vera ljótt, tá vaks¬n¬¬¬ar kvinnur eru púra berar. Bæði gent¬¬ur og dreingir áttu at mótmælt tí, og viðurkent kroppin sum hann er skaptur.
Serliga haldi eg, at genturnar líða undir einari pornofisering av kyns¬lívi¬num. Tað tykist sum, at sexlívið er eitt projekt, har alt er tann bera útsjónd, og at gentan bara er eitt objekt. Hvar eru kenslurnar og kærleikin? Og hvussu kanst tú geva teg hen og koma, tá tú skalt spekulera upp á, hvussu tú sært út? Tú mást leggja líka í dellur og bøkkar og annað, sum ikki er sum í filmunum, annars verður tú ongantíð nøgd sexuelt.
Tað má vera øgiliga besverligt og tíðarkrevjandi at skula raka sær alla tíðina, tí hárini koma alla tíðina aftur. Heldur skuldu tey brúkt tíðina til okk¬urt fornuftigari, sum til dømis at lisið eina bók.
Hvussu við tær sjálvari?
– Eg vil ikki hava ein risastóran bøkk, so hann verður hampaður eitt sindur. Men eg vil ikki líkjast einari smágentu. Eg raki mær inniundir, mest tí tað kennist reinari. Nú havi eg fingið trupulleikar, tí eitt hár veksur inneftir, og eg havi fingið ein stóran svull, sum læknin má skera. Hetta er triðju ferð, so læknin hevur mælt mær til at gevast at raka mær, tí vandin fyri bruna er so stórur. So eg má nokk gevast.
Hvussu við mannfólkum?
– Mannfólk skulu sjálvandi hava hár. Tað virkar fimsutt, tá menn ganga so høgt upp í útsjóndina. Eg skilji ikki, at ungir menn raka hárið av. Eg havi ikki verið saman við nøkrum manni, sum helt tað vera neyðugt, at vit rakaðu okkum. Eisini halda summar vinkonur, at tað er ólekkurt, tá hann hevur hár á rygginum. Men hár eru jú ikki ólekkurt at nema við. Tá tey eru vaksin út, eru tey mjúk. Men rakað hár eru hvøss, so eg skilji púrt onki.
--
Sagt um hár her og har:
Gud skapti kvinnuna og mannin, IKKI Gillette!
Kvinna, 32 ár: Eg skilji ikki, at vit skulu líkjast 8 ára gomlum í neðra. Sjálvandi hava rættar kvinnur hár millum beinini.
Kvinna, 32 ár: Eg rokni við, at tey ungu raka sær, tí tey brúka porno at saman¬bera seg við, tá tey gerast virkin sexuelt.
Kvinna, 32 ár: At leggja seg undir knívin er eitt tekin um, at ungu kvinnurnar ræðast at gerast vaksnar, tí við vaksnatilveruni fylgir eisini ábyrgd og skyldur. Heldur áttu tær at skilt, at ævigur ungdómur er ikki til.
Maður, 35 ár: Hárini hava eina funktión. Annars høvdu vit tey ikki. Til dømis at verja slímhinnurnar móti skitti, bakterium og fremmandalikam.
Kvinna, 42 ár: Sjálv eri eg púra sløtt. Tað er maður mín eisini. Skilji ikki, hví fólk hava so ilt í reyvini av tí. Tað má vera upp til fólk sjálvi, um tey vilja raka sær ella ikki. Fólk kunnu gera, sum teimum lystir, so leingi ongin annar tekur skaða. Vit eru so ymisk, og tað skulu vit eisini sleppa at vera í neðra.
Kvinna, 25 ár: Eg havi ongantíð hár í neðra. Raki mær undir brúsuni og fari til brasilian wax, tá eg eri niðri. Man fær forbanka ilt, men tað heldur leingi.
Maður í 50’unum: Kvinnan skal vera mjúk og loðin. Tað er natúrligt og kvinnuligt. Tað hevði verið sum at farið í song við einari smágentu, um hon var púra sløtt.
Maður, 24 ár: Eitt loðið lall sær gamaldags út. Nakað sum at fáa hár í matin.
Maður, 19 ár: Eg raki alt hárið av kroppinum. Eisini undir hondunum og á bringuni. Tað kennist reinari og lekrari.
Maður í 50’unum: Eg havi ongantíð nortið hárið á kroppinum við einum saksi ella rakiblaði.
Ger soleiðis
1. Brúka eitt rakiblað, lunkað vatn og kanska barberskúm.
2. Brúka ein elektriskan rakara.
3. Snøgga við einum trimmara.
4. Voksviðgerð uttan¬lands. Við heitum voksi, har hárini fylgja við, tá voksið verður hálað av. Heldur í umleið tveir mánaðir. Kostar fleiri hundrað krónur.
5. Lasaraviðgerð. Ein varandi loysn, har hárrøturnar verða týndar. Kostar fleiri túsund krónur.
Blankar kúlur
Barberingin verður ongantíð tann sama aftur, tá tú hevur brúkt krem frá »Below Your Belt«. Hetta sigur í øllum førum upphavsmaðurin til røðina Hans Fróði Hansen.
Undan jólum kom fyrrverandi landsliðsleikarin á marknaðin við nýggju røðini til kropsrøkt – serliga millum beinini. »Below Your Belt« er eitt krem sum verður nýtt til intimbarbering.
– »Below Your Belt« er til barberingina av tí staðnum, sum eingin tosar um, men sum næstan øll »hampa« um, sigur Hans Fróði Hansen.
Fólk í Føroyum kunnu keypa krem frá »Below Your Belt« til bæði kvinnur og menn á netinum.
--
Bjørk við mikrofonini
Bjørk K. Olsen hevur prátað við nøkur ung fólk um hár her og har
Kvinna, 18 ár:
Hvat heldur tú um, at mannfólk hava hár í neðra?
Eg haldi, at mannfólk skulu í øllum førum trimma sær eitt sindur. Tað er ræðuliga ólekkurt, tá mann kemur niður til eina plantasju og fær hár í munnin. Hinvegin skal alt ikki burtur, tí tað er eitt sindur sum at fara í song við einum smádrongi, og tað er ikki serliga sexutt.
Hvussu við hári aðrastaðni á kroppinum hjá mannfólki?
Teir mugu gjarna gera nógv burtur úr útsjóndini. Men teir skulu varðveita sín maskulinitet. Vit konufólk eru mjúkar og femininar, og vildu vit gjarna hava tað, so høvdu vit fingu okkum eitt konu¬fólk. So nei, teir skulu ikki raka hárini av aðrastaðni á kroppinum.
Hvussu við tær sjálvari?
Tað er eitt sindur ymiskt. Nú eri eg ikki í nøkrum føstum forholdi og havi einki støðugt sexlív. So rakiblaðið fer kanska ikki so ofta oman har, sum tað hevði farið, um eg fór oftari úr trussunum. Men tá eg raki mær, raki eg viðhvørt alt av, so tað er longri ímillum, at eg noyðist at hampa tað aftur. Um eg havi góða tíð og ikki havi rakað mær leingi, havi eg onkuntíð roynt at raka ymisk mynstur.
Hví rakar tú tær?
Tað er helst mótin, sum ger tað. Tað er eitt sindur býttisligt, tá øll vita, at vit hava hár. Hin¬veg¬in, so haldi eg, at tað er nógv penari, um hárini eru hampað – klipt ella tikin við einum trimmara. Bikinilinjan skal eisini rakast burtur. Restin er bara móti og gevur egentliga onga meining.
--
Kvinna, 20 ár:
Hvat heldur tú um mannfólkahár í neðra?
Tað kemur ótrúliga nógv an uppá, hvussu nógv hár talan er um. Tað er altso ikki tað allarlekrasta at fáa hár í munnin. Eg haldi ikki, at tað er so farligt, hvussu nógv teir raka av, men um teir ikki raka sær, mugu teir gjarna hampa sær eitt sindur.
Hvussu við aðrastaðni á kroppinum?
Eg haldi, at drongir skulu ikki raka sær ov nógv. Hár undir hondunum og bringuhár skulu vera har. Tað skal ikki vera soleiðis, at mann liggur við einum smádrongi. Beinini skulu slett ikki rakast – tað er ómaskulint.
Hvussu við tær sjálvari?
Eg raki ikki alt burtur – eg havi eina striku beint nú, men tað er rættiliga ymiskt. Viðhvørt hugsar mann: Nei, hetta riggar illa, so raki eg alt av. Eg haldi tó ikki, at tað er so feminint, um alt er burtur. Tá líkist man einari smágentu.
Hví rakar tú tær?
Eg føli meg reinari og penari, eg dugi ikki ordiliga at siga hví.
Hevur tað nógv at siga, hvat mannfólk halda um tað?
Tað hevur nógv at siga, hvat mann¬fólk halda, ja. Eg kann siga, at um sjeik¬¬¬urin hjá mær dámdi best, at eg var heilt rakað, so hevði eg gjørt tað, og eg hevði ikki havt tann stóra trupulleikan við tí sjálv.
Maður, 20 ár:
Hvat heldur tú um konufólkahár í neðra?
Í modernaða seksualitetinum er tað næstan ein óskrivað lóv, at kvinnur skulu raka sær í neðra. Eg eri ikki so glaður fyri at siga tað, men mær dámar tað betri, at tær eru rakaðar. Vit eru von at verða seksuelt stimuleraði gjøgnum porno, har 99 prosent av kvinnunum eru rakaðar – heilt ella eitt sindur. Tað er blivið óvanligt ikki at raka sær.
So tað er líkamikið, hvussu nógv verður rakað av?
Tað kann henda seg, at ein genta, sum hevur rakað alt av, verður eitt sindur ov smágentuslig. Tað kann vera eitt sindur frástoytandi.
Hvussu við hári undir hondunum og á beinunum – skulu tey burtur?
Um ein kvinna hevur hár undir hond¬unum, hevur tað eina maskulina út¬¬strál¬ing, og tað er tí ikki so eggjandi. Tað kann virka sum um, at hon leggur lítið í seg sjálva og er óhygiejnisk. Beinini eru hinvegin ikki so farlig, men vit eru von við, at kvinnur raka beinini. Um ein kvinna hevur hár á beinunum, er tað nokkso maskulint.
Hvussu við tær sjálvum?
Eg raki mær ikki í neðra, men eg havi hugsað um tað onkuntíð. Eg havi ikki so kraftigan hárvøkstur, og eg havi lisið, at um menn byrja at raka sær, so tvífaldast vøksturin. Eg havi ikki havt brúk fyri tí, men eg veit um nógvar, sum trimma hárini av.
Hvussu við bringu¬hár¬unum og hárini undir hondunum?
Ja, eg havi rakað tað av onkuntíð bara fyri at vita, hvussu tað sá út. Tá brúkti eg fyrst ein trimmara og so eitt rakiblað. Eg haldi tó, at tað er maskulinari at hava bringuhár og hár undir hondunum.
--
Maður, 19 ár:
Hvat heldur tú um konufólkahár í neðra?
Eg haldi, at tær skulu raka sær. Tær kunnnu gott hava eitt sindur – men ikki ein ordiligan afro. Tað sær natúrligt út, um tær hava eitt sindur, og tað er eggjandi. Ein heilt barberað genta hevur eisini sína sjarmu. Har kann vera bara eitt sindur og einki – ein strika kann eisini gera tað. Ein stórur villur duskur er ikki akkurát eg.
Hví heldur tú, at tað er neyðugt, at konufólk raka sær í neðra?
Eg haldi, at tað er neyðugt, tí at tað sær meiri feminint/sexut út, tá tað ikki er ein stórur frumskógur millum beinini á henni.
Hvussu við beinunum og hárunum undir hondunum?
Hárið skal vekk undir hondunum og á beinunum. Tað er maskulint at hava hár, og gentur skulu ikki vera maskulinar.
Rakar tú sjálvur hárini í neðra?
Ja, men tað verður bara trimmað, so tað sær pent út. Eg haldi ikki, at tað riggar so væl við einum feitum duski har niðri, og onkur genta fer niður har. Hinvegin skal tað ikki rakast heilt burtur – bara so tað er hampiligt.
Rakar tú hárini av bringuni og undir ørmunum?
Nei, tað geri eg ikki. Eg haldi, at tað er í ordan, at menn eru menn. Hinvegin fari eg í eina t-shirt við stuttum ermum, so kann eg finna upp at raka tað utt¬asta undir ørmunum burtur, so tað ikki stingur út undan t-shirtini. Beinini hevði eg ikki funnið upp á at rakað. Tá fer tað for langt yvir til tað feminina, so tað lati eg genturnar um.










