Gróðurin í ár hevur verið heilt óvanliga góður. Hetta var eisini størsta orsøkin til, at vestmenningar fóru við seyði í Ásmundarskor annan páskadag ? 21. apríl. Neyvan nakað árið undan er farið so tíðliga við seyði í Ásmundarskor.
Líkindini henda dagin vóru eisini av teimum allarbestu. Sólin skein og gott var at sigla.
Við báti
Ásmundarskor liggur í ein útnyrðing úr bygdini Vestmanna. Ásmundarskor hoyrir til hagapartin Úti í haga á Bjørgum, sum er fimm merkur til støddar.
Komast kann til Ásmundarskor til gongu ella við báti. Lættast er at fara við báti, men ikki ? og serliga um heysti ? liggur altíð so væl fyri við bátinum, tí tað rekur hart við Ásmundarskor.
306 metrar eru til hægsta punktið á Ásmundarskor. Talan er um rættiligt fitilendi, har vektin plagar at vera góð - uttan tó at seta met.
Hendan dagin eru átta mans og fimm heystlomb við bátinum úr Vestmanna. Vanligt er at sleppa smáan seyð í Ásmundarskor. Størru veðragjólingarnir verða oftani koyrdir aðrastaðni í hagan, har tað tað er meira høgligt at fara eftir teimum aftur. Ein maður til hvønn seyðin plagar at vera við. Hendan dagin er eisini ein fjallaklintrari við, sum hevur roynt seg í Himmalaya fjøllunum. Onkur skal sigla bátin, og ein tekur myndir, og nýtir umberingina um, at tær óivað eru betri tiknar frá bátinum.
Áðrenn lagt verður frá landi verða tey fimm lombini savnað saman, og okkurt horn verður við megi tikið av.
Neyðugt er ikki at binda seyðin í bátinum ? hann heldur seg upp á pláss. Meðan siglt verður, verður okkurt av lombunum roytt eitt sindur, tí ullin verður væntandi nakað tung.
Túrurin er leið, sum fólk fegin rinda fyri. Útsýnið er frálíkt, og líkindini kundu valla verið betri. Trý korter eru at sigla.
Hendan dagin er eingin trupulleiki at sigla og leggja at við báti. Tá sagt verður, at vit leggja at, so er tað kanska at taka munnin ov fullan. Heldur verður lagt so frægt at landi, at menninir fáa lopið í land.
Fyrst fara fýra mans á land. Eitt sindur av rópi skal til, sjálvandi. Og báturin skal líka venda einaferð millum bjørgini.
So er klárt at fáa sjálvan seyðin í land, sum tað jú snýr seg um. Royndi seyðamaðurin Hans Johannesen skipar fyri.
Gjørt verður á tann hátt, at seyðurin verður koyrdur í ein posa, og so verður hann hálaður upp á eina hellu. Tað tekur bert eina lítla løtu, so kann seyðurin ganga fyrstu fetini í Ásmundarskor. Tveir mans eru eftir í bátinum fyri fáa seyðin upp. Tá allur seyðurin er komin upp á land, fara tveir teir síðstu eisini á land í Ásmundarskor.
Band er á hvørjum seyði, og nú byrjar strævni túrurin eftir bratta lendinum niðan á. Gott er tó at ganga, og hugurin er óføra góður.
Øll lombini hava staðið á bási í longri tíð, og tá orka tey vanliga ikki so væl. Týdningarmikið er tí ikki at fara ov skjótt fram, tí orkar seyðurin ikki at ganga, kann hann leggja seg, og talan verður um eitt øgiligt baks.
Sum sagt skal tað vera gott at ganga allanvegin, men tað krevur sjálvandi sítt at hála og lyfta seyðin.
Ein rás gongur niðan á, sum mest er lík einari trappu. Fyrsta teinin er tað ber helli. Tað er ikki fyrr enn komið verður niðaná, at tað góða grøna grasið í fitilendinum er at finna.
Royndirnar vísa, at tað nyttar ikki bert at fáa seyðin líka niðan á grasið. Hann skal leiðast allanvegin niðan til eitt ból, sum væl má liggja í 150-200 metra hædd. Í hesum umfarinum verður ikki farið allar 306 metrarnar.
Um heystið, tá farið verður eftir fitaðu lombunum, er oftani neyðugt at fara upp úr skorini við seyðinum.
Fyri teir, sum gera hetta, er hetta ikki nakar trupulleiki, men fyri ein, sum líður á, kann hetta vera ein stuttur vegur til eitt hjartaslag, tí rásin upp ikki gevur møguleikan til stórvegis fet av leið.
25%
Sambært hagtølunum doyggja fimm og tjúgu prosent av seyðunum, sum verða slept upp í Ásmundarskor.
Eru hagtølini eftirfarandi, verða bert fýra dripnir í heyst.
At sleppa seyð upp í Osmundarskor verður eisini gjørt við stórum váða. Men fragdin er kanska tað størri, tá íløgan gevur úrslit. Ikki tí tað finnast skor í sama parti av heiminum, sum geva størri møguleika fyri avkastið fyri íløguna.
Men fyri hesar fimm eigararnar við hvør sínum lambi, er tað bara ikki heilt tað sama. Ikki sami sportur.