Fyrsti kvinnuligi forsætisáðharrin í Japan

Tað eru 237 tjóðartingslimir av 465, sum vilja hava hana til nýggjan forsætisráðharra landsins

Undirhúsið í japanska tjóðartinginum hevur peikað á Sanae Takaichi sum landsins nýggja forsætisráðharra, og hon verður fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri landsins.

 

64 áa gamla, konservativa, Sanae Takaichi, umboðar liberal konservativa flokkin, LDP, og tað eru 237 tjóðartingslimir av 465, sum vilja hava hana til nýggjan forsætisráðharra.

 

Senatið skal eisini atkvøða um hana, men útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at hetta verður roknað sum ein formalitetur, sum tey rópa tað.

 

Væntandi er, at Sanae Takaichi verður tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri av landsins keisara - Naruhito - seinni í dag. Hon tekur við eftir Shigeru Ishiba.