Katrin Dahl Jakobsen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Tað boðar frá góðum og umfatandi samstarvi í nýggja býráðnum, um so er at skrivingarlagið nú upp undir kommunuvalið er eftirfarandi. Og tað er tað helst, mugu vit vóna. Tað tykist vera lættari at finna tað, valevni eru samd um heldur enn tað øvugta.
Øll halda, at tað er út av lagi, so dýrt tað er at útvega sær bústað í Havn.
Øll halda, at tey gomlu eru so skammiliga forsømd. (Allir politisku flokkarnir áttu at hildið, at Tórshavnar kommuna burdi gingið á odda júst á hesum øki, havandi í huga fíggjarliga fyrimunin vit hava við okkara aldursbýti, í mun til smærru kommunurnar, sum uppá seg hava nógv fleiri eldri fólk)
Øll halda, at kommunan skal vera rúmlig antin tú ert barn, ung, gomul, frísk ella sjúk.
Øll halda, at umhvørvið hevur al stóran týdning.
Øll halda, at mentanin skal hava góð kor.
Øll halda, at bøtt eigur at vera um vinnuligu karmarnar. o.s.v.
Jú, semjurnar eru lættar at fáa eyga á, so mikið ítøkiligur sum kommunupolitikkur í veruleikanum er, og so nógv minni sjónligur partapolitiski skilnaðurin vísir seg at vera, enn var tað løgtingsval. Skilnaðurin er kanska heldur størri millum kynini, enn hann er millum flokkarnar. Innast inni hevði býráðspolitikkur helst staðið sterkari, um býráðið í størri mun stóð sum ein maður/ kona.
Og tó. Munur vil altíð vera í raðfestingum. Men mest av øllum, so er lítil nytta í semjum, um so er at tann, ið slóðar fyri kemur øllum í óføri, tí fyrisitið verður ikki eftir lógini, og rættartrygdin hjá borgaranum sostatt hótt. Eisini hesum fer Javnaðarflokkurin at fáa skil á.