minningarorð um okkara høgt elskaðu mammu, sum vit elskaðu yvir alt á jørð og sum so brádliga bleiv tikin heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit hildu, at vit høvdu stóran tørv á henni, og hon fylti so nógv [...] stillfør, hevði ikki nógv orð um alt, var altíð har tá vit høvdu tørv á henni nær á degnum tað var. Í heim okkara komu nógv fólk, sum børn og vaksin høvdu vit altíð vinir heim við, hon tók við gleði ímóti øllum [...] sum á nátt. Á páskum vóru vit øll heima, og tað dámdi mammu so væl, at øll familjan var savnað saman, bæði børn, svigarbørn, ommubørn og langommubarn, tí tá hevði hon tað best. Vit vóru øll saman kvøldið
kæru grannar. Ikki kunnu vit siga, at vit runnu hvønn annan niður, hóast vit búðu lið um lið, bert ein lágur garður var mark, so fór mangt hugnaligt prátið fram, ikki minst tá tey í vakra urtagarðinum [...] vesturskinið ella tá hann tók rabarburnar upp, hagreiddu tær so væl og gjørdu tær klárar til frystiboksina, har kundi vit sita leingið og práta um bæði leyst og fast. Men tær løturnar vit komu á gátt hjá [...] nær sum á fjarleiðum – men best gekk prátið, tá um andaliga lívið var tosa – og saman við einum góðum drekkamunni, var Eivind ein sera góður lærisveinur, tá um Skriftina ráddi. Blíðskapur teirra treyt aldrin
vinkona, og vit eru sera takksamar fyri at hava lært teg at kenna. Vit fara at gera okkara fyri, at Jógvan skal vita, hvussu eitt fantastiskt menniskja og mamma tú vart. Eisini lova vit tær, at vit allar [...] 1999 byrjaðu vit í 1. flokki saman í Argja Skúla, og hetta gjørdist byrjanin upp á okkara vinarband. Julianna var røsk og pligtuppfyllandi í skúlanum, serliga dámdi henni væl støddfrøði, sum [...] ni. Og tað var henni ongantíð nakar trupuleiki at baka okkurt gott afturvið. Vit minnast aftur á barnaárini, har vit ofta komu heim til foreldrini, Didde og Jógvan, og altíð føldi man seg vælkomnan
at vera her til vit blivu gamlar og mettar av døgum Vit høvdu nógvar ætlanir fyri framtíðina, sum t.d. hvat vit skuldu fáa tíðina at ganga við, tá vit góvust sum dagrøktarar. Eitt vóru vit púra samdar um [...] fantastisku evnini, at vit, hvør sær, føldu okkum sum tín besta vinkona. Við tað, at vit allar høvdu teg sum okkara vinkonu, ger, at vit nú kunnu sita saman og deila tey góðu minnini vit hava um teg, og hjálpa [...] keða okkum skuldu vit ikki!. Vit skuldu fara til Klaksvíkar á Húsarhaldsskúla, og so skuldu vit leggja ætlanir víðari harfrá. Nei, lívið skuldi ikki fara afturvið borðinum, og vit ætlaðu okkum ikki bara
og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti út til Jákup at búgva; hann var sjómaður og ofta vóru túrarnir langir. Eg minnist at tú spurdi mammu, um tú kundi hava meg har [...] ja, so vit høvdu nógv okkara millum bæði í álvara og gaman. Tú vart so løtt í sinni og elskaði at spæla býtt, so tú fekst okkum øll at flenna í tárum at tær. Eg minnist tá eg fortaldi tær, at vit skuldu [...] eg bara kunna hoyrt tykkum sagt “Hey”. Pabba segði við meg, tá tú vart farin, at nú máttu vit bara hyggja frameftir og ikki aftureftir, tí vit máttu royna at koma víðari við okkara lívi. Hann vitsti av
saman ? ein stóran barnaflokk ? men vit manglaðu ongantíð nakað. Eg kann minnast, tá tú komst aftur av skipi ? og tað var sum oftast tá eg var farin í song ? og tá eg so vaknaði um morgunin, og sá at tú [...] kærleika. Tað stendur so klárt fyri mær, tá ið eg og børnini komu heim at halda feriu ? tínir útstraktu armar í Kollafjarðardali, tá ið vit komu úr bussinum. Børnini hava altíð staðið tær nær, serstakliga Casper [...] sleppa heim til abba og ommu ? vit vóru ikki meir enn komin úr bilinum, ja so skuldu tú og Casper út til seyðirnar og hønurnar. Eg minnist ta einu ferðina, tá ið vit komu heim, tá hevði tú nýliga fingið hønur
dátt við at hoyra, at tú so brádliga ikki er ímillum okkum meira. Vit báðir hava kent hvønn annan næstan heila lívið, eisini hava vit búð saman eina tíð á Lærlingaheiminum Nørre Søgade 11 í Keypmannahavn [...] spyrst. Minnist sera væl, tá ið tú vart biðin um at halda midnáttarrøðuna á jóansøku í 2000, tú mátti byrja við »Hvar enn tín fótur fjakkar hvar enn tú festur búgv« hann hava vit báðir sungið manga ferðir [...] bara sum at siga tað, vit vóru ikki minni enn 90 næmingar, 43 og 47 í hvørjum flokki, nógv farin víða um knøttin, eisini hettar eydnaðist sera væl, bæði í 1986, 1996, 2000 og 2002, vit tosaðu um at endurtaka
sigldi, vildi hon, at vit døturnar hjá Agnas skuldi sova hjá henni, tá ið Sámal var burtur, og tað gjørdi vit so skiftisvís kanska eina viku ella so í senn. Tað bar við sær, at vit á ein hátt høvdu tvey [...] var sera tungt, tá ið hon ringdi til mín at siga mær tað, men tá ið ringasti skelkurin hevði lagt seg, fór mostir undir at gera alt fyri at basa sjúkuni ella longja sær lívið og vísti hon tá, hvussu lívssterk [...] – og tá ið so gerandisdagurin kemur, verður tað uppaftur verri. Saknurin verður ringur at liva við. Tað at hon ikki ringir og heldur, at tað er langt síðani, at hon sá meg. Eg fari oman, og vit seta okkum
soleiðis skuldi ikki verða. Vit hava mist eina góða mammu, vermammu, ommu og langommu, og tú góði babba hevur mist eina góða konu, men tey góðu minnini um mammu missa vit ongantíð. Tá dreingirnir hjá mær vóru [...] koyra runt, tí mamma arbeiddi heima, meðan vit børn vóru smá. So hetta hevur verið ein strævin tíð hjá teimum báðum. Nú eg siti og skrivi, rennur mær í huga, tá vit sum børn hvørt leygarkvøld fingu nýbakaða [...] nýbakaða kaku og mjólk frá mammu. Hetta gleddust vit yvir tí tað smakkaði so væl. Hvønn sunnudag fingu vit kjøt og sós, sunnudagssós, sum vit plagdu at siga, til døgurða, tí tað skuldi merkjast, at tað var
eg, Leon Gunnar, hava verið ígjøgnum nógv gott saman. Vit blivu bæði doypt og konfirmerað saman í Bønhúsinum í Øravík, vit hava gingið í klassa saman í Tvøroyrar skúla og eisini hava vit spælt saman sum [...] fyri alt tú hevur verið fyri meg og takk fyri tíðina, vit hava havt saman. Vit síggjast einaferð aftur. Jesus pápin veri hjá tær og Jesus pápin veri hjá Irdi, Teddy, Angilie og teimum, ið eftir sita. Hvíl [...] Bert fáar tímar áðrenn vanlukkan hendi, stóðu vit í skúlagarðinum og tosaðu. Vit vóru glað og í góðum lag og væntaðu sum altíð at møtast aftur um kvøldið. Men tá so eg kom til hús, fekk eg tey tungu boðini