Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta.
Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka, tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen, og komst tú at vaksa upp i Tjørnuvík hjá tíni mostur Dinnu og Per. Tey tóku teg til sín sum sín egna son, og sum tú sjálvur greiddi frá, so bleivst tú borin á lógvum alt tað, tú kundi minnast. Tú fórst út at sigla bert 15 ára gamal. 23 ára gamal blivu tú og mamma so gift og tit fingu 7 børn saman ? ein stóran barnaflokk ? men vit manglaðu ongantíð nakað.
Eg kann minnast, tá tú komst aftur av skipi ? og tað var sum oftast tá eg var farin í song ? og tá eg so vaknaði um morgunin, og sá at tú vart komin aftur, skundaði eg mær upp til tín ? og so skuldi tað forteljast søgur ? tær fanst tú altíð uppá sjálvur, men spennandi vóru tær.
Eftir at hava siglt øll hesi árini, fekst tú tær arbeiði á landi í 1981 ? tú bleivst sveisari og arbeiddi á Skála Skipasmiðju til september 1996, tá tú valdi at vera heima fyri at passa tína sjúku mostur. Hana passaði tú inntil hon í apríl 1999 doyði 90 ára gomul ? jú tú hevði eitt stórt hjarta ? eitt hjarta, sum hevði eitt stórt innihald av kærleika.
Tað stendur so klárt fyri mær, tá ið eg og børnini komu heim at halda feriu ? tínir útstraktu armar í Kollafjarðardali, tá ið vit komu úr bussinum. Børnini hava altíð staðið tær nær, serstakliga Casper sum var og er ein ordiligur abbadrongur, og tað var bara tað besta at sleppa heim til abba og ommu ? vit vóru ikki meir enn komin úr bilinum, ja so skuldu tú og Casper út til seyðirnar og hønurnar.
Eg minnist ta einu ferðina, tá ið vit komu heim, tá hevði tú nýliga fingið hønur, og tær vóru ikki byrjaðar at verpa. So fyri at Casper ikki skuldi blíva skuffadur, hevði tú lagt 3 keypt egg út til hønurnar, so hann kundi fáa tey við í sína lítlu spann, sum tú hevði keypt honum til sama endamálið. Ja, tað var so týðuligt, at kærleikin millum tykkum báðar var rættuliga stórur. Heimalamb ? ja tað mátti hann eisini hava, sjálvt um hann fyri tað mesta var í Danmark.
Allar telefonsamtalurnar vit høvdu saman. Eg minnist tey árini, tú passaði ommusysti, tá ringdu vit so gott sum hvønn morgun til hvønn annan fyri at siga góðanmorgun ? og var tað nakað tú hevði brúk fyri ella ivaðist í ? ja so ringdi tú altíð til mín.
Altíð vart tú so glaður, tá beiggjarnir komu at vitja. Kaffi bleiv sett yvir og so skuldi tosast um seyð ? hvør bráðari enn annar ? eg minnist tíðina tá ærnar skuldu lemba ? ja tá svavst tú næstan ikki ? tú mátti út at hyggja, um alt nú gekk sum tað skuldi ? ja alt tað tú fekst við her í lívinum, gekst tú upp í við lív og sál.
Tað er nú skjótt 1 ár síðani, at tú komst til Danmarkar vegna sjúku ? eg minnist tá eg kom inn á Ríkissjúkrahúsið til tín og mammu hvussu glaður tú vart fyri at síggja meg ? og tú tók um meg og segði: ?og vælsignaða hjá mær, tað var gott at tú komst?, ja soleiðis vart tú altíð ? altíð so glaður fyri at síggja ein, og altíð so nógv at geva av til okkum systkin.
Ikki grunaði eg, pápi, at tú hevði eina so álvarsliga sjúku ? eg var saman við tær hvønn dag á Ríkissjúkrahúsinum, tá tú skuldi ígjøgnum operatiónir og nógvar kanningar, men tú vart so fantastiska sterkur og tolin, og tú trúði so fult og fast uppá, at tú nokk skuldi blíva frískur. ? Eg veit, at tú legði alt í Harrans hond - hann sum hevði so stóran týdning í tínum lívi, og hann tú so stoltur boðaði gleðiboðskapin um.
Eftir at hava verið niðri í 3 mdr. fekst tú at vita, at læknarnir einki kundu gera fyri teg meira. Hóast tey ringu boð tú fekst, sló tað teg ikki út, tú útstrálaði so nógva gleði, tá ið eg fríggjadagin 23. februar koyrdi teg og mammu út á flogvøllin ? gleðin at síggja Tjørnuvík og alla tína familju ? børn, abbabørn og svigarbørn aftur, sum tú ikki hevði sæð í so langa tíð - og tú segði vid meg: ?Eg komi aftur í november til føðingardagin hjá Casper ? tað havi eg lovað og tað ætli eg mær at halda?! Ja so gott mót hevði tú ? líka til tú legði tíni eygu aftur fyri síðstu ferð.
Eg eri so glað fyri, at eg náddi at koma heim og vera saman við tær teir síðstu dagarnar ? tú vart klárur líka til tað síðsta, og sjálvt ta álvarsligu sjúku tú hevði, so hevði tú ongantíð merkt nakað til pínu - men bæði tú, eg og vit øll vistu, hvør ið helt sína hond yvir tær ? hann sum var klárur at taka ímóti tær hinumegin ánna.
Sangurin, vit sungu uppi yvir tær fyri síðstu ferð ið sigur:
Mær er sagt um ein stað í tí høga
Har ei sjógvarnir bróta um strendur
Har ei vandar um pínslur meg møða
Um eitt bil ja so eri eg har
Eg má undrandi lovsangir syngja
Tá eg hugsi um himmalska heimið
Um enn mangt man meg møða og tyngja
Tó eitt bil ja so eri eg har
Í tí landi ei tár skulu renna
Eingin pína og sjúka skal níva
Har ei særandi sorg er at kenna
Um eitt bil ja so eri eg har
Ei skal gleðinnar dagur har halla
Ei skal ivin tá tyngja mítt sinni
Aldri meira vit snáva og falla
Tí tá eru vit heima o Gud
Har hvørt guds barn skal standa so fegið
Skrýtt í snjóhvítum búna á himni
Mær er sagt um ta ævigu gleði
Og eg hugsi: O, var eg bert har!
Ta tann frelsti lovsyngjandi skari
Leikar gullhørpum á við Guds trónu
Hoyrist syngjandi samfelda svarið:
Tú vár kongur vár Harri og Gud!
hevur verið ein stór troyst fyri meg, tað var so týðuligt, at tú bleivst tikin heim til tann staðin sangurin fortelur um ? heim til tað æviga lívið, sum tú trúði so fult og fast uppá.
Ja, tað er so nógv eg kundi skrivað, men alt tað eg havi upplivað saman við tær pápi, lati eg vera eitt minni, og minnini kann eingin taka frá mær - tey eru væl goymd í mínum hjarta, og sum eg altíð vil hava hjá mær, til vit ein dag skulu møtast aftur.
Til tín góða mamma ? mínir tankar eru altíð hjá tær - alt tað eg kann minnast høvdu tit tað gott og studlaðu hvørjum øðrum, eisini tá id á stóð ? eftir at pápi var vorðin sjúkur, vart tú um hann dag sum nátt líka til tað seinasta ? og sum hann sjálvur segði, meðan hann var seingjarliggjandi: ?Hvat tað er gott at hava eina góða konu, sum kann taka sær av mær?! ? Tad kanst tú vera stolt yvir. Góða mamma, Elmar, Dagbjart, Jónley, Hallgunn, William og Reidunn við familju. ? Vit hava mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, men tað er gott at eiga vónina um, at vit ein dag skulu møtast aftur ? ta trúgv sum mamma og pápi altíð hava lært okkum: ?Tá lívið er liðugt her á fold, er ein nýggj byrjan fyri framman ? tað æviga lívið, har vit øll skullu møtast aftur?!
At enda vil eg takka tær, góði pápi, fyri allan tann kærleika, tú sýndi mær tey 30 árini, vit fingu loyvi at hava saman, og takk fyri allan kærleikan, tú sýndi Casper og Andreas, og sum teir altíð vilja minnast.
Friður veri við minninum yvir mín høgt elskaða pápa.
Kastrup, tann 12. desember 2001
Elisabeth Herlufsdóttir