Góða omma, nú er rúm tíð farin síðan tú fór her frá, og ikki bar til hjá mær at fylgja tær til gravar, er tað sera tungt at skriva nakrar reglur um teg, tú, sum fylti so nógv í mínum og í okkara lívi.
Eg sat og át nátturða, tá telefonin ringdi og eg fekk at vita, at tú var komin norður á landssjúkrahúsið. Tú hevði verið sjúk nakað frammanundan, men var komin fyri teg aftur. Sjálvur skuldi eg til skips sama kvøldið og tíðin var knøpp. Helt tó, at eg kundi vitja teg, tá eg kom aftur. Men so skuldi ikki verða. Tríggjar dagar seinni fekk eg boðini, at tú var farin her frá.
Omma, sjálvt um tú var 84 ára gomul og mett av døgum og glað fyri tína tíð her á foldum, so var tað sum tíðin eina løtu steðgaði upp og kenslubornir tankar fóru gjøgnum sinnið á einum, ein hevði mest sum brúk fyri at vera fyri seg sjálvan eina løtu. Vit høvdu mist ein av okkara bestu. Men soleiðis er lívið her á foldum. Vit skulu øll ein dag her frá.
Omma, tú var ein sonn trúgvandi, og tann friður í Gudi, sum tú átti, hann fylgdi tær líka til tað síðsta.
Omma, eg kann standa inni fyri, at tú var eitt konubrot. Eg kann minnast sum smádrongur, at tú og abbin høvdu bæði neyt og seyð, og nógv jørð hoyrdi til húsið, so tað var nokk at takast við. Eisini arbeiddi tú nógv á flakavirkinum. Tú var skjót og nærløgd við øllum, sum tú tókst við, og tú spardi teg aldri.
Omma, familjuna átti tú stóra, og eitt, ein kann minnast er, at tit høvdu altíð vitjan, so tað var mangan hugnaligt og stuttligt, og prátið kundi ganga væl. Tú var tolin av lyndi, sjálvt um tað til tíðir kundi vera strævið, men tú var altíð tann sama, blíð og fyrikomandi, tú var nakað serligt hjá okkum.
Góða omma, nú tú ikki er millum okkum meir, er saknurin stórur, men minnini hava vit góð.
Sál mín í trúnni kann síggja Landið, har deyðin ei er, Staðin Jerusalem nýggja, Har er ei sorg sum her, Staðin, har lívskeldan flýtur, Har ei er myrkur og nátt – Her mong ein bylgja brýtur, Har upp tagna tær brátt.
Æra og friður veri um ommu mína Ketty Kjærbo.
Herleif