Mín elskaða mostir er farin frá okkum og heim til Harran. Tað er ikki til at fata, og tað kennist sera ringt nú – og tá ið so gerandisdagurin kemur, verður tað uppaftur verri. Saknurin verður ringur at liva við. Tað at hon ikki ringir og heldur, at tað er langt síðani, at hon sá meg. Eg fari oman, og vit seta okkum at binda, práta um líkt og ólíkt og hugna okkum. Hon lærdi meg m.a. at binda hosur og dugdi sera væl at læra frá sær, og soleiðis var mostir ótrúliga familiukær, hevði umsorgan fyri okkum øllum bæði stórum og smáum. Hon var tann, ið savnaði okkum øll til ymiskt, t.d. jólahald, sunnudagsdøgurða á Hafnia við gomlum ljósmyndum, lærdi okkum at gera rullupylsur og savnaði okkum á hvørjum heysti til at eta blóðpylsu – kallað blóðpylsuball – og tað, ið hoyrir til. Jórun og Ragna matgjørdi í dagavís, so vit øll (eini 20 – 25 fólk) kundi eta okkum mett, síðan okkurt gott omaná og vit hugnaði okkum til langt út á kvøldið – familian er sera løtt sint.
Eisini havi eg nógv sera góð barnaminnir saman við mostur. Av tí at Sámal sigldi, vildi hon, at vit døturnar hjá Agnas skuldi sova hjá henni, tá ið Sámal var burtur, og tað gjørdi vit so skiftisvís kanska eina viku ella so í senn. Tað bar við sær, at vit á ein hátt høvdu tvey heim, og tað kendist sera gott og var eitt sterk band millum heimini. Vit høvdu eisini húsligar uppgávur, best minnist eg tað at fara eftir mjólk, fara við tómari spann og koma heim við fullari spann – ein drúgvur túrur helt eg sum barn, og tað kundi taka sína tíð. Um veðrið var gott, møtti eg kanska einari fittari kettu ella sá okkurt áhugavert í ánni. Komin heim aftur høvdu tey verið bangin um meg, tí eg hevði verið vekk í tríggjar tímar, men eg hevði jú onki ur so... Jú, gott er at hava góð barnaminnir. Takk fyri tað mostir.
Mostir mín var nakað serligt. Hon var sera góð í ráðum, nærverandi, umsorgarfull, umhugsin, gestablíð, gávumild, røsk og segði ongantíð nei, um hon var biðin um okkurt. Hon var klók og las nógv, hevði stóra vitan, og eg trúgvi, at um hon hevði verið ung í dag, hevði hon haft onkra hægri útbúgving. Hon var eisini sera glað fyri lívið og viljasterk sum fá.
So kom dagurin, har mostir fekk tey ringu boð, at hon hevði fingið krabbamein, ið hon ikki kundi vera lekt fyri. Tað var sera tungt, tá ið hon ringdi til mín at siga mær tað, men tá ið ringasti skelkurin hevði lagt seg, fór mostir undir at gera alt fyri at basa sjúkuni ella longja sær lívið og vísti hon tá, hvussu lívssterk hon var. Hon vildi liva og gjørdi alt, ið hon megnaði, gekk túrar á rennibreytini og annað saman við Jórun mostur. Tær vóru jú næstan sum eitt, og var Jórun mostir sera nógv um mostur hetta hennara seinasta ár. Eisini fór mostir at ferðast til Samsø í Danmark fyri at vera saman við døtrunum og ommubørnum, og var tað ein góður túrur. Henni dámdi væl at ferðast og at uppliva – hon livdi lívið fult út hvønn dag og var positiv og glað og vónaði at gerast frísk, men so við og við bleiv sjúkan verri, og hon hevði dagar so ringar, at hon ikki kom út úr songini. Tað løgna var bara, at mostir so gott sum als ikki tosaði um, hvussu ringt hon hevði tað, men heldur vildi hoyra um, hvat eg upplivdi og spurdi eftir Gvøðny dóttur míni. Mostir hjálpti henni at sleppa á háskúla í Svøriki, og vóru tær eisini sera væl.
Tá ið so jólini nærkaðist, og øll familian kom úr Danmark at halda jól saman við mostur og Sámal, mannaði hon seg upp, og jólini vóru dagar saman við teimum, ið stóðu henni allar nærmast – Sámal, døturnar og øll ommubørnini, og jólaaftan fór hon ikki til songar, fyrr enn tað leið ímóti morgni og nýtti løtuna saman við sínum elskaðu. Tá ið so jólini vóru farin afturum, var tað sum maktaði hon ikki at stríðast meira og var enn einaferð innløgd á landssjúkrahúsið. Hon hevði tó vón um at sleppa heim aftur, men so skuldi ikki verða, og tann seinasta tíðin var bæði drúgv og pínufull, og tað er so sera ringt at síggja ein, tú elskar so, hava tað so ringt. Tá ið Harrin at enda tók hana heim til sín, var hon so púra klar til tað og bað Gud um at koma eftir sær. Dánjal systkinabarnið og mostir høvdu biðið, og Dánjal las úr Bíbliuni fyri henni, og høvdu tey bæði nógvar løtur saman. Vit sótu øll har og royndi at syngja fyri henni og ugga hana. Hon fór heim til øll tey, ið eru farin undan henni – mamma og pápi hennara, Elsuba og Dánjal á Dul, Gvøðny systir, Katrin mostir og tvíburðarnir Luka og Mika. Tey verða glað at síggja hana, men tað verður ein ótrúligur saknur hjá okkum – eisini hugsi eg um Rúnu systur, Sigrit svigarinnan og Doris besta vinkonan hjá mostur – men serliga hjá døtrunum Helenu, Elsbu og Sólva, Sámal, Rannvá, Jórun mostur og mammu. Vit mugu styrkja okkum og standa saman í hesu stóru sorg, tað hevði mostir viljað. Hon, ið elskaði okkum so. Tí er gott at minnast á, at størstur av øllum er kærleikin. Ærað veri minnið um mína elskaðu mostur.
Heilsan
---
Piddan og systrarnar Elsebeth, Guðrið, Sunrid og Rúna