Minningarorð um okkara kæra vin og granna Eivind Niclasen

 

f. 16. juli 1918  d. 14. august 2014

----

 

Eftir at hava rógvið fjørðin í góð 96 ár, fór hann stillisliga um - “lívsvatnsánna, sum renn­ur skínandi sum krystal; út frá hásæti Guds og lamb­sins” (Op 22,1) -  og inn í stað teirra livandi hósdagin tann 14 august.
Eivind var Sørvingur við stórum S, og eisini eyðkenda og vælklingandi málið segði frá hesum, og hóast hann flutti til Klaksvíkar og giftist Elly, fødd Joensen úr Gerðum, fyri meira enn 70 árum síðani, so vóru tankarnir framvegis mangan og týtt í heimbygdini Sørvági, har hann hegnisliga og áhugavert segði frá for­eldrum – systkjum og mong­um sum fór fram har í ung­dóms­árunum.  Tey settu búgv á Heygum og komu so­­statt í slaka hálva øld – sam­an við øðrum - at vera okkara trúføstu og kæru grannar.
Ikki kunnu vit siga, at vit runnu hvønn annan niður, hóast vit búðu lið um lið, bert ein lágur garður var mark, so fór mangt hugnaligt prátið fram, ikki minst tá tey í vakra urtagarðinum sótu og nutu vesturskinið ella tá hann tók rabarburnar upp, hagreiddu tær so væl og gjørdu tær klár­ar til frystiboksina, har kundi vit sita leingið og práta um bæði leyst og fast. Men tær løturnar vit komu á gátt hjá hvørjum øðrum, vóru gevandi og góðar løtur, tosa var um alt sum rørdist í samfelagnum – um vinnulívið á landið sum á sjógvi, um hvussu tað gekk við fiskiskapi bæði á nær sum á fjarleiðum – men best gekk prátið, tá um andaliga lívið var tosa – og saman við einum góðum drekkamunni, var Eivind ein sera góður lærisveinur, tá um Skriftina ráddi. Blíðskapur teirra treyt aldrin og Elly var honum ein trúfastur stuðul og ein fyrimyndarlig kona – og so hetta gleðiliga sum hann mangan hevði á munni:  “Aldrin eitt øvugt orð tvørtur um garðin.” Á sínum eyðkenda Vágamáli sum eyðkendi hann alt lívið -   Ja, tað er nógv at takka fyri, tá man eigur slíkar vinir. Eivind fekk mong ár saman við Elly, og eisini náddu tey at halda jarnbrúdleyp sum er 70 ár, tað er ikki unt teim­um mongu, men her í granna­lagnum hava verið ikki minni enn 3 slík og man tað vera sera sera sjáldsamt.
Sum eg siti og hugsi um tað farnu tíðina, so renna mær hesi orð Sámuels í huga har hann sigur við Saul: “Harr­in hevur valt Sær út mann eftir hjarta Sínum.”  Tí hesi orð hóska so sera væl til Eivind og lív hansara, bæði í dagligdegnum og í sam­komuni, har hann ongan­tíð legðist á boðini – ein bønar­innar maður fyri øllum sum tørvaði at biði var fyri – og hvørjum tørvar ikki tað?  fyri øllum andaligum verki her á landi og víða um, fyri teimum sum á sjónum baldust, fyri trúboðanini um víða heim eins og her heima, fyri teim ráðandi lokalt eins og fyri Løgtingi og Landsstýrið. Hans­ara bøn­ir inn fyri Hásæti náð­inn­­ar fevndu víða. Og so ikki at gloyma minnis máltíð Harr­ans sunnu­­morgun, sum av sonn­­um er ein løta, sett av til til­biðjan og takkar­gerðir. Eisini her hoyrdist trúfasta rødd hansara floyma við tøkk inn fyri ásjón Guds.
Og sjálvsagt hevði hann eisini ofta ein góðan upp­byggjandi og evangelisk­an boð­skap. Minnist einaferð hann talaði um sjóferð Paulus­ar, hvussu livandi hann dugdi at siga frá baldr­utu ferðini, har teir við stríð og strev akkurát vunnu upp land og komu til stað, ið kallaðist “Góðuhavnir.”  Tað var sum um hann sjálvur hevði veri við á ferðini – legði dent á hvussu umráðandi tað er, at menniskju leita upp góðu havnina, sum Gud hevur gjørt øllum teimum tilreiðar sum elska Hann.
Nú gamli Salurin var niðurtikin, var hann sum so mong onnur sera spentur, um hvussu tað gekk við bygg­ingina av nýggja Betesda, og tosaðu vit oftani saman um hetta stóra verk, hvussu arbeiði fór fram og nær klárt mundi fara at vera, inntil vit kundu taka nýggja húsið í nýtslu, jú, hann var áhugaður og fylgdi væl við í øllum, og var tað honum ein stór gleði  at vera við til fyrsta fundin í nýggja Salinum og ein gleði fyri hann, at vera biðin  at byrja fyrsta møti við bøn, takka og leggja alt sum fara skuldi fram – í og út frá Salinum, í Guds almáttugu hendur.
At Eivind var ein kendur og virdur maður, prógvaði stóri skarin, sum í Betesda fylgdi honum til seinasta hvíldarstað hansara her á fold – (tjaldbúðin) “dustið er fari aftur í moldina og verður sum tað var áður, men Andin er farin til Gud, sum gav hann.”(Prædikarin: 12,7)
Við hesum orðum vilja vit æra og minnast okkara kæra vin og granna Eivind Niclasen.
---
Grannarnir fyri norðan