Minningarorð um mammu mína Óluvu Hansen

f. 17-8-1926 d. 9-12-2001

...Hvørt eitt lív er sum grasið, ið følnar,
tað um summarið stendur so frítt.
Kinnin reyða so brádliga kølnar,
deyðin kemur og krevur skjótt sítt?

Mamma varð borin í heim á Skarvanesi tann 17. august í 1926. Hon var elst av átta systkjum, harav sjey vóru dreingir.
Tá mamma var 17 ára gomul, fór hon á háskúla í Havn og arbeiddi síðani á Hvíldarheiminum Naina í eina tíð. Hon fór ongantíð suður aftur til Skarvanesar at búgva, tí stutt fyri krígslok flutti øll familjan til Havnar at búgva. Mortan abbi fekk starv sum hotellvertur á Hotel Djurhuus, og mamma arbeiddi eina tíð í køkinum á hotellinum.
15. januar í 1952 giftust mamma og babba og fingu tey sjey børn, ein drong og seks gentur. Babba arbeiddi á landi, og av og á sigldi hann fyri at fáa hjólið at koyra runt, tí mamma arbeiddi heima, meðan vit børn vóru smá. So hetta hevur verið ein strævin tíð hjá teimum báðum.
Nú eg siti og skrivi, rennur mær í huga, tá vit sum børn hvørt leygarkvøld fingu nýbakaða kaku og mjólk frá mammu. Hetta gleddust vit yvir tí tað smakkaði so væl. Hvønn sunnudag fingu vit kjøt og sós, sunnudagssós, sum vit plagdu at siga, til døgurða, tí tað skuldi merkjast, at tað var sunnudagur. Hinar dagarnar var sum oftast fiskur. Eg minnist eisini tær nógvu ferðirnar babba var á floti. Tá gleddist mamma, tí nú skuldi gerast knettir og frikadellir. Tað vóru nógvir munnar at metta.
Mamma var altíð heima, tá vit komu úr skúlanum. Stákaðist hon ikki í køkinum, so var hon í kjallaranum og vaskaði klæðir.
Tá mamma var 50 ára gomul, fór hon út á Landssjúkrahúsið at gera reint og hevði hetta arbeiði til hon var 67 ára gomul. Hon var sera glað fyri hetta arbeiðið.
Á heysti 1996 gjørdist mamma sjónveik og kom um várið í 1997 at arbeiða á Blindastovninum. Hon arbeiddi í vevstovuni, har hon vav toy til føroysk skjúrt, og eisini vav hon nógv viskustykkir í ymiskum litum. Hetta dámdi henni ógvuliga væl, tí har kom hon eisini saman við nógvum fólki.
Hesi seinastu árini dámdi mammu væl at ferðast, og hetta seinasta árið var hon bæði í Íslandi, Polen og í Danmark. Fjúrtan dagar áðrenn mamma so brádliga varð tikin herfrá, var hon í Danmark og vitjaði eina av døtrunum.
Nú mamma doyði tann 9. desember, var hon byrjað at stákast til jóla. Hon hevði hongt jólagardinurnar upp og hevði eisini fingið nakað av jólapynti upp at hanga. Hon hevði keypt allar jólagávurnar og fingið pakkað tær inn og navnaseðilin settan á.
Kvøldið fyri sum mamma doyði, var hon til jólaveitslu á Blindastovninum.
Í dag 15. januar eru 50 ár síðani mamma og babba blivu gift og kundu hildið gullbrúdleyp, men soleiðis skuldi ikki verða.
Vit hava mist eina góða mammu, vermammu, ommu og langommu, og tú góði babba hevur mist eina góða konu, men tey góðu minnini um mammu missa vit ongantíð.
Tá dreingirnir hjá mær vóru lítlir, dámdu teimum væl at sova uppi hjá mammu. Mamma segði, at teir høvdu lært hana hesa bønina, sum hon bleiv so glað fyri.

Bed, oh Jesus, bed for mig,
bed mig ind i himmerig.
Der at leve der at bo,
i en evig fred og ro.
Lad mig altid elske dig,
du som beder godt for mig.
Gud vær min ven.
Gud hør min bøn.
Og det for Jesu skyld, amen.


Friður veri við minn unum um mammu okkara.

Margit