Í dag 7. mars, hevði Julianna blivið 22 ára gomul. Tað er nógv man kundi sagt um okkara góðu vinkonu, Juliannu. Tað er ikki til at skilja, at hon sum bert 21 ára gomul, so brádliga varð tikin frá okkum.
Í 1999 byrjaðu vit í 1. flokki saman í Argja Skúla, og hetta gjørdist byrjanin upp á okkara vinarband.
Julianna var røsk og pligtuppfyllandi í skúlanum, serliga dámdi henni væl støddfrøði, sum hon eisini dugdi sera væl. Tað eru nógv góð minnir frá fólkaskúlatíðini. Serliga teir mongu túrarnir á bygd, og ikki minst túrurin í Danmark.
Julianna var ein fitt, smílandi og vøkur genta – ein sonn sólstrála.
Hurðin hjá Juliannu stóð altíð opin, og hon dugdi so væl at fáa ein at føla seg vælkomnan.
Kom ein forbí, so var hon altíð klár við einum drekkamunni. Og tað var henni ongantíð nakar trupuleiki at baka okkurt gott afturvið.
Vit minnast aftur á barnaárini, har vit ofta komu heim til foreldrini, Didde og Jógvan, og altíð føldi man seg vælkomnan har. Har var altíð so heimligt og hugnaligt, og tað er tað enn.
Hetta førdi Julianna sanniliga víðari í sítt nýggja heim á Bíggjarvegnum, saman við Bárði og Jógvani.
Julianna var málrættað og visti, hvat hon vildi í lívinum, og hennara størsta ynski var at skapa eina familju. Hetta gjørdu hon og Bárður so væl saman – tað er Jógvan størsta prógvið uppá. Vit eru sera stoltar av øllum tí, hon megnaði í lívinum. Og serliga gleðir tað okkum, at hon fekk sítt ynskibarn, áðrenn hon fór herfrá.
Hon var drívmegin, har hon var. Tað seinasta, vit løgdu til rættis saman, var túrurin til Mykinesar, har vit ætlaðu at fara fáar dagar eftir, hon fór herfrá. Hesum stóð hon eisini á odda fyri. Hevði tað ikki verið fyri hana, hevði hetta allarhelst ikki komið upp á tal.
Julianna var ein íðin fimleikari. Hon bæði vandi sjálv og var venjari. Hetta dámdi henni sera væl, og somuleiðis dámdu genturnar hana væl.
Aftan á summarfrítíðina skuldi Julianna verið byrjað upp á næsta árið á Handilsskúlanum, eftir at hava verið í barsil við Jógvani. Hon arbeiddi á Hvonn í fleiri ár. Byrjaði sum pitsahjálpari, og seinni arbeiddi hon eisini sum tænari.
Hon var eitt selskabsmenniskja. Og var tað upp til hana, so høvdu vit bindiklubb tvær ferðir um vikuna. Hon hevði aldrin ov nógv fólk rundan um seg. Julianna elskaði familjuhugna. Tað var fastur táttur at fríggjakvøld var familjukvøld hjá familjuni Jørgensen, og hetta gleddi hon seg altíð til.
Altíð var hon so løtt av lyndi. Hetta speglaðist aftur í hennara útstráling. Eisini sást hetta aftur í hennara litføgru klæðum, og hár hennara, ið hevði havt allar ælabogans litir.
Góða Julianna, túsund takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Tú hevur verið ein fantastisk vinkona, og vit eru sera takksamar fyri at hava lært teg at kenna.
Vit fara at gera okkara fyri, at Jógvan skal vita, hvussu eitt fantastiskt menniskja og mamma tú vart. Eisini lova vit tær, at vit allar fara at halda saman júst sum tú hevði ynskt tað.
Tú verður goymd í okkara hjørtum. Vit fara altíð at elska teg.
Eitt er so sikkurt og vist, og tað er at himmalin er blivin ein eingil ríkari. Vit síggjast ein dag.
----
Vinkonurnar