Nú tað er ein tíð liðin síðan mamma fór heim til Harran, fellur tað okkum ómetaliga tungt at seta seg niður og skriva nøkur minningarorð um okkara høgt elskaðu mammu, sum vit elskaðu yvir alt á jørð og sum so brádliga bleiv tikin heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit hildu, at vit høvdu stóran tørv á henni, og hon fylti so nógv í lívi okkara.
Mamma var kjarnan í okkara heimi. Babba arbeiddi hvønn dag, so mamma gekk heima og passaði okkum børn og pápa á ein kærleiksfullan hátt. Mamma var rólig og stillfør, hevði ikki nógv orð um alt, var altíð har tá vit høvdu tørv á henni nær á degnum tað var. Í heim okkara komu nógv fólk, sum børn og vaksin høvdu vit altíð vinir heim við, hon tók við gleði ímóti øllum. Øll vóru góð við mammu okkara, hon var eitt serstakt menniskja, sum øll tóku til sín. Hon var so sjáldsama góð, at tað verður torført hjá okkum at liva upp til hennara.
Mamma okkara upplivdi eisini at fáa 14 ommubørn og eitt langommubarn, sum hon var sera errin av. Hon hevði stóra umsorgan fyri teimum, vildi altíð vita, hvar tey vóru stødd, fóru tey av bygdini, hevði hon samband við tey ella okkum, líka til tey vóru heima aftur. Tað var eisini ein tryggleiki hjá okkum at vita, at okkara børn altíð kundu fara til hennara, tá vit vóru til arbeiðis, tí mamma var altíð inni og sat klár at geva teimum okkurt at eta, tí svong máttu tey ikki ganga, segði hon altíð. Tey vóru so sanniliga eisini góð við ommu sína, tey vistu eisini at hon altíð var klár at taka ímóti teimum við opnum ørmum, so saknurin hjá teimum er sera stórur, nú tey hava mist teirra høgt elskaðu ommu.
Vit vita at hjá tær, góði babba, er saknurin sera stórur, nú tú hevur mist hana, sum tú hevði so kæra, hon var perlan í tínum lívi. Ta seinastu tíðina var tú sera nógv um hana, nú hon var blivin veikari, og passaði hana á ein fyrimyndarligan hátt, var altíð um hana á degi sum á nátt.
Á páskum vóru vit øll heima, og tað dámdi mammu so væl, at øll familjan var savnað saman, bæði børn, svigarbørn, ommubørn og langommubarn, tí tá hevði hon tað best. Vit vóru øll saman kvøldið fyri, at mamma bleiv sjúk, hon var í góðum lag, og vit høvdu eina serstaka løtu saman. Vit síggja mammu okkara fyri okkum, hon sat still og lurtaði, sum hon altíð gjørdi og hevði tíð til, meðan vit prátaðu og sungu. At tað skuldi verða seinastu ferð, vit vóru saman við henni, varnaðust vit ei, tí somu nátt bleiv hon sjúk, og samband fingu vit ikki við hana aftur. Hon doyði bert tríggjar dagar eftir.
Tað kom eisini fram í taluni við jarðarferðina hjá mammu, hvussu gott menniskja hon var. Har blivu so sanniliga nógv góð orð søgd um okkara høgt elskaðu mammu og eisini tøkk til tann stóra skara, sum vísti okkum samkenslu við at koma at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð.
Mamma góða, saknað verður tú ómetaliga nógv, tað er so svárt at góðtaka, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Tað er so tungt at koma til babba, nú ongin mamma situr har. Tín stólur stendur nú tómur, men vit vita, at tú hevur tað betur nú, og at vit øll ein dag skulu síggjast aftur, vit sum trúgva á hann, ið øllum ræður.
Góða mamma, takk fyri alt tú var fyri okkum her á fold.
Harrin styrki teg, babba, og okkum øll víðari fram í lívinum.
Ærað veri minnið um okkara høgt elskaðu mammu.
Aldri tey sum Harran kenna
Hittast skulu síðstu ferð,
Tá ið tár við skilna renna
Troyst í hesum orðum er.
Óla Jákup, Elisabeth, Anna Sofía og Daisy