kannað, vísti tað seg, at hetta var følsk ávaring. Her hevði einki innbrot verið, og her var einki óvanligt at síggja, vist vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. - Spurningurin er, um tað kanska [...] handli, og at ein hurð í handlinum stóð opin. - Vit fingu fatur í tí, sum eigur handilin, men her vísti tað seg, at onkur, sum var farin, tá handilin læt aftur, helst hevði gloymt at sløkt og stongt eftir [...] siga, at einki var horvið úr handlinum í Vágum, tó at dyrnar helst høvdu staðið opnar í nógvar tímar og meginpartin av náttini.
- Loftferðsla er danskt málsøki, og tí er tað ikki vist, at Vinnumálaráðið verður eftirspurt, um Sterling ætlar at flúgva upp á Føroyar, sigur Bjarni Djurholm. Føroyskir myndugleikar eru ikki partur av [...] brúkaran, og harvið eisini fyri samfelagið. - Vit mettu tað vera eitt stórt framstig, tá FaroJet bjó?aði seg fram á Føroyarutuni. Nú vísti tað seg tíverri, at felagnum varð ikki lív lagað, og tað er harmiligt [...] burturav. Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálaráðið bara er hoyringspartur, tá tað kemur til koncessiónir, og at teir sum oftast bert eru eftirspurdir, tá tað snýr seg um prísir. - Grovt sagt kann mann siga, at
Suðurafrika er vertur, og síðani verður tað í Suðuramerika, at kappingin skal ganga fyri seg. Tó at avgerðin um heimspartin ikki verður tikin fyrr enn um tvey ár, so verður roknað fyri vist, at Europa tá aftur [...] aftur stendur fyri tørni, og tá ætla bretar sær at vera tilreiðar. Stuðlaðu Týsklandi Tá atkvøðast skuldi um endaspælið í 2006 á sinni, gjørdi Ongland í evstu løtu av, at teir vildu stuðla týsku umsóknini [...] umsóknini. Hetta varð gjørt, tí bretar við hesum mettu seg hava betri kort, um bíðað varð við umsóknini, og tí eru ætlanirnar um 2018 eisini í tráð við løgdu ætlanirnar. Sæð í bakspeglinum, so er tað kanska heldur
Stankovic, hevur verið ivasamur í vikuni, men roknað verður fyri vist, at hann er tøkur, eins og bæði Alexandur Johansen, Bogi Gregersen og Iulian Florescu helst eru tað, hóast eisini teir hava drigist við [...] verður roknað við, at bæði Atli Gregersen og Áslakur R. Petersen verða klárir. Teir noyddust báðir út við skaða seinast, men teir hava vant aftur í vikuni, og tað tykist ikki vera nøkur forðing fyri teirra
UMDØMI Tað er ikki vist, at sumt, sum sagt ella skrivað verður í Føroyum, ikki eisini frættist út um landoddarnar. Stríðið millum Torbjørn Jacobsen øðrumegin og Anfinn Kallsberg, løgmann og Jørgen Niclasen [...] Tíðindamaðurin skrivar, at Torbjørn Jacobsen leggur fiskimálaráðharran undir at hava tikið flakamaskinur og flutt tær yvir á egið virkið eftir at hava burturbeint øll skrásetingarnummur á maskinunum. Um løgmann [...] útvarpið, at um stjórnararbeiði fer fyri bakka av tí, hann hevur ført fram, er orsøkin hon, at Jørgen og Annfinn ikki megna at reinsa seg.
Nýggja Norrøna, sum í løtuni verður bygd niðri í Týsklandi, byrjar at taka skap. Tíðarætlanin heldur, og eftir ætlanini skal hon sjósetast 24. august í ár. Nýggja Norrøna kemur so til Føroya um mánaðarskiftið [...] februar-mars 2003. Fleiri fólk hava longu skrivað seg upp til ?jomfrúferðina? við nýggju Norrønu. Ikki er vist enn nær hon verður, men nógv vilja standa uppskrivað fyri at tryggja sær eitt pláss. Men samstundis [...] vetrarsiglingin hjá Smyril Line munandi. ? Ja, Norrøna fór avstað við umleið 600 fólkum í gjárkvøldið, og vetrarsiglingin í ár er væl betri enn vetrarsiglingin í fjør, sigur Áki Jespersen, deildarleiðari á
Afghanistan. Samstundis hava teir klipt og rakað sær og eru tískil ikki lættir at kenna aftur. Eisini verður sagt, at menninir hava fingið nýggjar pengaseðlar og følsk samleikaprógv. Vesturlensdsku fre [...] at sleppa til okkurt av Norðurlondunum, og ein arabari, sum býr í Hollandi, skal hava játtað at smugla fleiri teirra til eitt av Norðurlondunum. Tað er tó ikki vist, at hesi eisini eru stuðlar hjá Osama
sum ringdi úr Leirvík, ið fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í gekka-spælinum í kvøld. - Ja, eg eri ógvuliga spent. Vit eru øll líka spent, segði hon og gjørdi greitt, at hon vildi deila høvuðsvinningin [...] høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar. Høvuðsvinningurin var á 2,9 miljónir, og tá Eydna Justinussen byrjaði at snara, var ein miljón í hvørjum leypi. Eitt gott útgangsstøði til eina stóra jólagávu! Men [...] royndunum steðgaði hjólið á 20.000 krónum. Í fyrstu royndini var vinningurin faldað við trý 60.000 krónur og í aðru royndini faldað við tvey 40.000 krónur. Eydna Justinussen royndi allar tríggjar møguleikarnar
Í gjár segði bolt.fo seg vita tíðindini fyri vist, og í dag hevur NSÍ á tíðindafundi boða frá, at 43-ára gamli sviin Jens Wedeborg hevur ískrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ. NSÍ skrivar soleiðis í t [...] hørðum arbeiði bæði á og uttanfyri vøllin. Við heimsíðuna hjá NSÍ sigur nýggi venjarin, at hann kann ikki lova at vinna hvønn dyst. Hinvegin kann hann lova, at hann verður málrættaður og eldhugaður í arbeiðnum [...] frá, at hann byrjaði sína venjarayrkisleið á ungum árum. Hann hevur verið venjari hjá bæði kvinnum og monnum í ymsum aldri í 15 ár. Hann segði eisini á tíðindafundinum, at hann sær NSÍ sum eitt av stóru
fyri náttúru og gongutúrum. Men vit sótu til langt út á náttina og prátaðu, og tá lærdi Johannes Jensen meg at skilja, hvussu samansett føroyska mentanin og føroyska søgan eru, og tað gjørdi meg [...] nógvum vøkrum myndum og uppskriftum, sum Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks hevur gjørt. Vildu hava ein uttanveltaðan at skriva Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist fegnaðist sum vera man [...] um tú ikki ert góður við Føroyar, og tað eri eg, segði hann. Hann vísti á, at hann hevur skrivað alt lívið og arbeitt við útvarpi. – Mær dámar sera væl Føroyar, og eg havi møtt so nógvum gestablídni