Hóast hon mangan áður hevur staðið í støðuni, at vera við til at taka ímóti bæði gullheiðursmerki og steypið, helt Marjun Kalsø eftir finaluna leygardagin, at hetta var ein serlig ein av slagnum:
– Ja, hetta er eitt øðrvísi gullmerki at vinna, enn fleiri av teimum undanfarnu, tí nú er ikki vist, at eg fái so nógvar finalur aftrat. Og eisini telur uppeftir, at vit aftur vunnu steypakappingina, nú vit hava bíðað í fimm ár eftir tí, segði hon.
Marjun var nógv royndasti spælarin í finaluni, tí umframt eitt ótal av dystum fyri Mjølnir, hevur hon eisini spælt 101 landsdystir. Landsliðið er søga, men framvegis kann hon gera mun í Mjølni.
– Tað er ótrúliga stuttligt at sleppa at vera við til hetta. Eg segði fyri nøkrum árum síðani, at eg var givin at spæla, men eftir steðg í tvey ár, valdi eg at byrja at venja aftur. Og tað er altso ótrúliga deiligt at vera við aftur, sigur Marjun.
– Eg havi tað stuttligt, tá eg eri saman við hesum ungu fólkunum, og fái eg eitt pláss á liðnum, so taki eg tað, sum eg fái.