Ynskir samstarv við Føroyar

Tað er ikki vist, at fiskiveiðisáttmálarnir, sum Føroyar hava havt við Noreg og ES, hava so lítlan týdning fyri londini kortini, nú Noreg aftur vil samráðast um avtalu. Útvarpið hjá Kringvarpinum visti á middegi í dag at siga, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, eftir øllum døma ynskir, at Noreg og Føroyar taka uppaftur samráðingarnar um nýggjan fiskiveiðisáttmála millum londini.

Samráðingarnar slitnaðu tíðliga í desember, tá Noreg tvinnaði samráðingarnar um býtið av felagskvotuni av makreli upp í samráðingarnar um árligu fiskiveiðiavtaluna, sum londini í fleiri ár hava havt sínámillum.

Føroysku samráðingarumboðini hildu upp á, at býtið av makrelinum einki hevur verið árligu samráðingarnar um fiskiveiðiavtalu at gera, men er ein spurningur fyri seg.

Nú bendir so alt á, at Noreg ynskir nýggjar samráðingar við Føroyar um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011.

Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevur nú sent Fiskimálaráðnum áheitan um nýggjar samráðingar.

Í skrivinum sigur hon ikki eitt orð um makrel, men ynskir, at Føroyar og Noreg framhaldandi kunnu hava eitt gott fiskivinnusamstarv.

Lisbeth Berg Hansen spyr í brævinum, nær tað liggur fyri hjá Føroyum við einum fundardegi, og hvussu ein skrá kann koma at síggja út.