Ferðing
Nýggja Norrøna, sum í løtuni verður bygd niðri í Týsklandi, byrjar at taka skap. Tíðarætlanin heldur, og eftir ætlanini skal hon sjósetast 24. august í ár. Nýggja Norrøna kemur so til Føroya um mánaðarskiftið februar-mars 2003. Fleiri fólk hava longu skrivað seg upp til ?jomfrúferðina? við nýggju Norrønu. Ikki er vist enn nær hon verður, men nógv vilja standa uppskrivað fyri at tryggja sær eitt pláss.
Men samstundis sum Norrøna byrjar at taka skap, so økist vetrarsiglingin hjá Smyril Line munandi.
? Ja, Norrøna fór avstað við umleið 600 fólkum í gjárkvøldið, og vetrarsiglingin í ár er væl betri enn vetrarsiglingin í fjør, sigur Áki Jespersen, deildarleiðari á Smyril Line.
? Tað vísir seg, at føroyingar hava uppdaga, at tað eisini ber til at sigla til Danmarkar, og tá siglt verður, tá hevur tú jú eisin møguleika at taka bil við. Soleiðis sleppur tú eisini frá at hugsa um víðari flutning, tí tú hevur jú bilin hjá tær alla tíðina.
Áki Jespersen heldur, at tað kann væl henda seg, at vetrarsiglingin kann gerast til eina sokallaða ?up-season?, tí ein øking hevur verið øll árini, og heldur han, at hon fer at halda fram.