Upptakt
Skála er framvegis ósigrað í bestu deildini, men hóast teir fegnast um hetta heitið, so iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um tey trý stigini, tá teir seinasta vikuskifti vitjaðu í Klaksvík.
Tað ferðin var liðið nakað skert, tí sterki verjuleikarin, Dusan Jaic, var leikbannaður, men hann er tøkur aftur, nú liðið tekur ímóti GÍ.
Útlendski miðvallarin hjá liðnum, Nenad Stankovic, hevur verið ivasamur í vikuni, men roknað verður fyri vist, at hann er tøkur, eins og bæði Alexandur Johansen, Bogi Gregersen og Iulian Florescu helst eru tað, hóast eisini teir hava drigist við skaðar.
Hjá mótstøðuliðnum, GÍ, tykist tað eisini standa hampuliga væl til við fólki.
Hans Petersen fekk reytt seinast, so hann verður í øllum førum ikki við. Hinvegin verður roknað við, at bæði Atli Gregersen og Áslakur R. Petersen verða klárir. Teir noyddust báðir út við skaða seinast, men teir hava vant aftur í vikuni, og tað tykist ikki vera nøkur forðing fyri teirra luttøku.
So er spurningurin bara, um GÍ verður fjórða offurið á Skála, ella um gøtumenninir loksins skulu venda gongdini, sum bert hevur givið teimum eitt stig seinastu fýra dystirnar.










