Undan kappingarbyrjan í ensku Premier League síðsta vikuskiftið var enska felagið, Manchester City, illa rakt av einum skaða til vanliga fyrsta valið í málinum, Andreas Isaksson.
Felagið hevði júst selt annan málmanninum, og tí royndi Eriksson at finna ein nýggjan avloysara til Isaksson undan kappingarbyrjan. Hetta eydnaðist ikki, og tí fall valið í málinum á 20 ára gamla, Kasper Schmeichel, sum er sonur at legendariska Peter Schmeichel.
Nú Manchester City hevur leikt tveir dystir, hava teir vunnið báðar, og enn hevur Schmeichel einki málið latið ígjøgnum. Sven-Gotan Eriksson er eisini imponeraður av unga málmanninum. - Um Kasper heldur fram at spæla so væl, so gevast vit at leita eftir einum nýggjum málmanni. Eg havi bert kent hann í ein mánað, men hann er ein ungur maður við stórum sjálvsáliti, sigur Eriksson við enskar fjølmiðlar.
Um Eriksson og Mancheser City fáa ein nýggjan málmann er enn ikki greitt, men um hetta ikki hendir næstu 24 tímarnar, so er púra vist, at Kasper Schmeichel leygardagin fer at standa í málinum, tá Manchester City tekur ímóti rivalunum úr Manchester United, har pápin Peter Schmeichel hevði sína stórheitstíð miðskeiðis í 90-unum.