»Korrupsjon truer færøyske ledere«

Soleiðis skrivar norska fiskivinnublaðið, Fiskaren, um politisku støðuna í Føroyum

UMDØMI

Tað er ikki vist, at sumt, sum sagt ella skrivað verður í Føroyum, ikki eisini frættist út um landoddarnar.
Stríðið millum Torbjørn Jacobsen øðrumegin og Anfinn Kallsberg, løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, hinumegin, er eftir øllum at døma kent í fleiri av okkara grannalondum.
Ein grein í norska fiskivinnublaðnum, Fiskaren, bar fyrr í hesum mánaðinum yvirskriftina, sum vit hava valt til henda greinastubban.
Tað er íslendski tíðindamaðurin hjá blaðnum í Íslandi, Magnus Thor Hafsteinsson, sum ber tíðindini úr Føroyum.
Í greinini sigur hann, at »...regjeringen på Færøyene vakler etter, at en lagtingsrepresentant beskyldte fiskeriminister, Jørgen Niclasen, for tyveri. Lagmann, Anfinn Kallsberg bliver beskyldt for økonomiske misligheter...«
Tíðindamaðurin skrivar, at Torbjørn Jacobsen leggur fiskimálaráðharran undir at hava tikið flakamaskinur og flutt tær yvir á egið virkið eftir at hava burturbeint øll skrásetingarnummur á maskinunum. Um løgmann, sigur Torbjørn, at hann hevur »misbrugt økonomiske midler« í starvi hjá einum fiskavirki.
Lagt verður aftrat, at hvørki av málunum er viðgjørt í rættarskipanini.
Sambært íslendska tíðindamanninum, skal Torbjørn hava sagt við íslendska útvarpið, at um stjórnararbeiði fer fyri bakka av tí, hann hevur ført fram, er orsøkin hon, at Jørgen og Annfinn ikki megna at reinsa seg.