Føroyskir myndugleikar eru ikki partur av málinum, tá flogfeløg søkja um loyvi at flúgva upp á Føroyar. Málsøkið er nevniliga danskt burturav.
Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálaráðið bara er hoyringspartur, tá tað kemur til koncessiónir, og at teir sum oftast bert eru eftirspurdir, tá tað snýr seg um prísir.
- Grovt sagt kann mann siga, at vit bert sleppa at tosa, um danir tíma at lurta, sigur landsstýrismaðurin.
Í sambandi við tíðindini um, at Sterling møguliga fer at flúgva upp á Føroyar sigur Bjarni Djurholm, at teirra grundleggjandi støða er, at á øllum økjum, har fleiri enn ein bjóða seg fram, er tað betri fyri brúkaran, og harvið eisini fyri samfelagið.
- Vit mettu tað vera eitt stórt framstig, tá FaroJet bjóðaði seg fram á Føroyarutuni. Nú vísti tað seg tíverri, at felagnum varð ikki lív lagað, og tað er harmiligt. Men vil Sterling bjóða seg fram á Føroyaleiðini, skulu teir verða bodnir vælkomnir frá okkara síðu, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður</dptab></dptab></dptab></dptab>