Upplýsingarnar um teir flýddu stuðlarnar hjá Osama bin Laden stava frá keldum í tí vesturevropeiska fregnartænastusamstarvinum, sum varð skipað eftir atsóknirnar í USA í fjør. Keldurnar hava tó ikki upplýst, um yvirgangsmenninir ætla at sleppa inn í tey vesturevropeisku londini sum flóttamenn ella sum vanligir ferðamenn.
Eftir upplýsingunum hava allir al-Qaeda-menninir fingið nýggj klæði, eftir at teir flýddu úr Afghanistan. Samstundis hava teir klipt og rakað sær og eru tískil ikki lættir at kenna aftur. Eisini verður sagt, at menninir hava fingið nýggjar pengaseðlar og følsk samleikaprógv.
Vesturlensdsku fregnartænastukeldurnar siga, at umleið 500 afghanar, sum eru komnir til Hollands, eru í ferð við at rýma haðani, tí hollendsku myndugleikarnir hava hert treytirnar fyri at geva fólki uppihaldsloyvi. Hildið verður, at fleiri av teimum 500 fara at royna at sleppa til okkurt av Norðurlondunum, og ein arabari, sum býr í Hollandi, skal hava játtað at smugla fleiri teirra til eitt av Norðurlondunum. Tað er tó ikki vist, at hesi eisini eru stuðlar hjá Osama bin Laden.
Norsku myndugleikarnir kunngjørdu í vikuni, at teir hava lagt til merkis, at talið á flóttafólki úr Afghanistan er vaksið í seinastuni.










