snapsirnar. Orsøkin til, at eg haldi við Onglandi, fer helst aftur til 1990, sum var fyrsta HM, sum eg veruliga fylgdi við. Har var okkurt serligt við teimum ensku spælarunum og teirra útstráling. Gary Lineker [...] er eitt liðspæl, men eg haldi, at tað vóru óvanliga nógvir hugtakandi individualistar um hetta mundið. Tað var eisini ógvuliga hugtakandi at síggja røsku sviarnar, sum vóru so nær við at koma í HM-finaluna [...] eg næstan fekk vaml fyri fótbólti. Tað vóru fáir dystir, sum eg ikki sá. Hesaferð fari eg at velja mær dystir burturúr. Eg havi virðing fyri øllum londum, sum hava spælt seg til HM, men eg siti ikki frammanyri
hann gavst í føroyskum fótbólti og á landsliðnum. Ein álvarsamur skaði í knænum helt honum uttanfyri í longri tíð, og hann flutti til Danmarkar. Men hann var ikki leingi burtur frá fótbóltsvøllinum, og í dag [...] Lolland Falster Alliancen, og FC Amager hevur eisini sýnt mær áhuga. Eg eri tó á DBU-sáttmála, og leiðslan í FC Svendborg vildu ikki sleppa mær. Eg havi fingið tilboð at leingja sáttmálan her við einum [...] Fótbóltur Hann gav seg altíð fult út. Um tað so var á Svangaskarði, í Gundadali ella í gamla Jugoslavia. Hann treiskaðist og stríddist eftir bóltinum í samfullar 90 minuttir. Líkamikið, hvørjir mótstø
milt sagt stórliga miskilt. Eg fari ongantíð, sosatt Gud hjálpir mær, at trúgva annað, enn at hon er orð Guds. Var bíblian mannaorð, var hon ikki verd pappírið, hon er skrivað á. So her verið eg noyddur [...] kanska trúð tær. Eg haldi ikki hatta var serliga høviskt, erlig talt. Teir sum hava lisið gjølla, vita jú, at tað havi eg ikki sagt. Sum sagt fari eg aldri at venda mær frá trúnni á tær heilagu skriftirnar [...] Hann segði við teir: ”Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar.” Matt.22,29. Tá ið hann bardist ein andaligan bardaga við freistaran sjálvan í oyðimørkini, rak hann hann aftur tríggjar ferðir, hvørja
ongantíð høvdu upplivað eina líknandi framførslu. Og so var ongin vegur aftur. Árið eftir máttu teir endurtaka beatbrestin á Glyvrum, sjálvsálitið var í topp, og Ólavur hevði rættiliga fingið blóð uppá tonna [...] 1999 tóku teir allan kommunuskúlagarðin, sum hann var, fullkomiliga á bóli á Ólavsøkukonsertini. - Tey ungu vóru púra garvill.Tey skræddu skjúrtuna av mær, og vildu hava okkum at skriva autografar á pettini [...] ímillum Ken Hensley og Boney M vera sera hóskandi. - Tað skuldi ikki verið neyðugt at givið okkum ein upphitara, tí áhoyrarnir byrja at kóka, bara vit eru í nánd, men lat bara Hensley royna. Og so er tað
Esbern Heinesen var skjótur at finna uppá ráð, hann sang og fortaldi søgur, og tá tíðin var komin at ganga yvir í fimleikahølið, sum var í hinum endanum av húsunum, gjørdist gongutúrurin ein partur av søguni [...] skipaði fyri fjallatúrum úr Saksun, yvir til Tjørnuvíkar. – Ein dagin kom ein bólkur, tey spurdu um tey kundu fáa ein kaffimunn onkrastaðni, men har var einki. Næsta dagin setti eg eitt lítið borð í túnið við [...] vaflur út. – Tað gekk, og tvær av teimum søgdu, at hetta fóru tær at minnast. Tvey ár eftir at tey vóru flutt til Tjørnuvíkar, doyði konan Randi, hetta var ein tung tíð. Í dag hevur Hans Esbern nýggja konu
Føroya, kendi eg tað, sum at nú var eg á veg heim. Sunnudagin var eg eisini ein túr á Viðareiði, haðani abbi mín í faðirs ætt kemur. Eg sá húsið, har hann hevði búð. Hetta var sum at koma aftur á slóðina. [...] Majken á Grømma - Málarí og keramikk? Navnið ljóðaði so føroyskt, og eg mátti finna útav, hvør hetta var, sigur Guðrið Polusen. Av hesum byrjaði kennskapurin millum Majken og Guðrið. Majken er, sum eftirnavnið [...] øðrum. Hetta er jú fyrsta reina keramikk framsýningin. Tað er sum at seta hol í sjógvin. Tað verða sett spor, samstundis sum leirið eisini vanliga setir spor eftir seg. Fyri Majken liggur eisini ein annar
eina stóra savning av portrettmálningum. Jóannis Kristiansen var ein sera íðin portrettmálari, og vit eru eisini so heppin at hava fleiri góð sjálvsportrett av honum, sigur Tummas E. Justinussen. ##med2## [...] Jóannis Kristiansen var føddur 12. februar 1918 í Leirvík. Hann var yngstur av fýra systkjum, og foreldrini vóru Svend Edvard K. og Inger Anne Christiansen. Mamman doyði, tá ið Jóannis bert var tvey ára gamal [...] minnist eg sera væl Jóannis; hann var jaligur av lyndi, og tað sæst eisini aftur í listini. Flest allir málningarnir hjá honum eru sera litríkir og lætthugaðir, tað er nakað mær dámar ómetaliga væl við honum
Sp/F Sisero var Hannis Egholm í Havn, nevndarformaður var Kaj Leo Johannesen, núverandi løgmaður. Stjóri í móðurfelagnum, P/F KRK Holding, var Rói Egholm, og nevndarformaður var Kaj Leo J [...] gini, at bruttovinningurin var 986.000 krónur, og at ársúrslitið var 56.000 krónur, sum var 361.000 krónur betri enn ársúrslitið fyri 2004. Eginognin var tó negativ við 42.000 krónum. Sagt [...] fór smápartafelagið Sisero í Havn konkurs. Sp/F Sisero var eitt felag, sum rak vinnu í sambandi við lýsingarvirksemi. Felagið var eitt assosierað felag hjá P/F KRK Holding, sum átti helmingin
uppskot til eina umsitingarskipan. Uppskotið var ikki stórt í vavi og var helst ætlað sum grundarlag fyri okkara egna fólk at útvikla víðari á. Nøkur bíblia var tað ikki, og tá tað nú verður nýtt sum ?av [...] kann vera eitt sindur ivasamt, men tíðin vil væl vísa gongina har. Vinnumálastýrið var altíð ein ?geykaungi?. Har var eingin skipað deild áðrenn, í hvussu er einki av týdningi. Tá FNC er komin við uppskotinum [...] dagarnar, at Landsverkfrøðingurin var uppsagdur, tí hann ikki góðtók bygnaðin hjá Finn Normann Christensen, og at hann mótarbeiddi hugmyndini um, at LVS skuldi blíva ein integreraður partur av Vinnumálastýrinum
dystin má sigast, at hetta mundi vera ein av teimum heldur friðarligaru hjá Jens Martini í føroyska málinum, og burtur sæð frá báðum málunum, var tað sera sjáldan, at nakað veruligt trýst var á málverjanum. [...] Fótbóltstos Eftir fýra ár á landsliðsbeinkinum var Jens Martin Knudsen aftur at síggja millum stengurnar, tá Føroyar spældu móti Skotlandi. Hetta merkti eisini, at Jens Martin fekk løn fyri tolsemið, sum [...] meg fult út til hvønn dyst, so var tað ov lítið, um eg bara hevði heimligu kappingina at hugsa um, og síðani eg tók ta avgerðina, so hevur tað ongan tíð verið aktuelt hjá mær at siga landsliðnum farvæl. Nær