Ítróttarredaktørurin hjá Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen, sigur, at hann fer at frávelja sær nakrar dystir í HM fyri ikki at fáa vaml av fótbólti, og hann viðgongur, at hann sum Liverpool- og Ongland-fjeppari ongantíð hevur gjørt tað lætt fyri seg sjálvan.
Hvørjum heldur tú við til HM og hví?
Eg havi ongantíð gjørt tað lætt fyri meg sjálvan. Eg haldi við Liverpool í Onglandi, og tá endaspøl eru eri eg die hard Ongland-fjeppari, so tað er langt ímillum snapsirnar. Orsøkin til, at eg haldi við Onglandi, fer helst aftur til 1990, sum var fyrsta HM, sum eg veruliga fylgdi við. Har var okkurt serligt við teimum ensku spælarunum og teirra útstráling. Gary Lineker, Paul Gascoigne og David Platt blivu allir hetjur hjá tí tá bara 9 ára gamla Leivi. Serliga minnist eg væl málið og gleðina hjá David Platt, tá hann skoraði sigursmálið móti Belgia. Tað sá út til, at dysturin skudi avgerast við brotsspørkum, men stutt fyri leiklok chippar Gascoigne eitt fríspark inn í brotssteigin hjá Belgia, sum Platt heilfluktar í málið. Minnist, at vinmenn og eg royndu at skora líknandi mál, tá vit fóru niðan í Gundadal við bóltinum undir arminum.
Hvussu fert tú at fylgja við HM?
Fyri fýra árum síðan sá eg so nógvar dystir, at eg næstan fekk vaml fyri fótbólti. Tað vóru fáir dystir, sum eg ikki sá. Hesaferð fari eg at velja mær dystir burturúr. Eg havi virðing fyri øllum londum, sum hava spælt seg til HM, men eg siti ikki frammanyri sjónvarpinum tá Marokko spælir ímóti Iran, ella tá Peru spælir ímóti Avstralia.
Hvør væntar tú vinnur HM?
Er tað nú, at eg skal siga Ongland? :-) Nei, mítt lið fer ikki at vinna. Eg vænti, at tað verður ein av the usual suspects. Týskland og Brasil eru mínir favorittar, men Spania, Argentina og serliga Frakland kunnu eisini vinna HM.
Hvat HM-endaspæl minnist tú best og hví?
Eg minnist nokk best HM í 1994 í USA við Romario, Baggio, Stoichkov, Hagi og sjálvandi Diego Armando Maradona, sum tíverri dopaði seg og bleiv tikin. Fótbóltur er eitt liðspæl, men eg haldi, at tað vóru óvanliga nógvir hugtakandi individualistar um hetta mundið. Tað var eisini ógvuliga hugtakandi at síggja røsku sviarnar, sum vóru so nær við at koma í HM-finaluna.
Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?
Eg haldi, at nógv eru farin at taka hann fyri givið, og tí næstan gloyma hann. Men eg kann væl ímynda mær, at Lionel Messi fer at gera nógv um seg í hesi kappingini, og eg haldi eisini, at Argentina kann koma langt, um teir fáa tað at rigga sum lið.
Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?
Eg dugi ikki at siga, hvør spælari fer at floppa. Summi halda, at Ronaldo er útbrendur, men tað er hann als ikki. Eg ivist tó í, um hann fer at hava líka stóra ávirkan, sum Messi fer at hava fyri Argentina. Portugal, sum er evropameistari, er í vandabólkinum at skuffa. Tað er Frakland eisini. Frakland haldi eg hevur teir bestu spælararnar, og spurningurin er, um teir fáa stjørnurnar at rigga sum ein eind.
Les eisini:
Løgmaður bleiv hugtikin av Maradona
Jóan Símun: Eg haldi við Íslandi – Brasil vinnur HM
Rannvá: Tendri sjónvarpið so skjótt eg komi heim









