Richard Danielsen
Her er sum so einki nýtt í greinini, Dimma nr. 51 frá 13. mars. Her er bara aftur pástandur móti pástandi. Aftur verður trúttað, at Richard má boyggja seg fyri, at evangeliini eru ósamd. Men so er ikki. Richard er ikki samdur við Hans Andriasi í hasum. Tað, sum eg segði, sigi eg aftur, Lukas sigur tað upp á sín máta og Jóhannes upp á sín máta, báðir eru rættir, her er eingin ósemja.
Veruleikin er, at Jesus rópti fyrst, tað er fullgjørt og til seinast rópti hann: “Faðir í hendur tínar gevi eg anda mín.”Soleiðis er hatta. Men at tað so verður fingið til, at eg, tá eg sigi soleiðis, havi ásannað, at bíblian er ikki orð Guds, so er tað milt sagt stórliga miskilt. Eg fari ongantíð, sosatt Gud hjálpir mær, at trúgva annað, enn at hon er orð Guds. Var bíblian mannaorð, var hon ikki verd pappírið, hon er skrivað á. So her verið eg noyddur at rætta teg Hans Andrias, fyri lesarans skuld, serliga fyri teir mongu lesararnar, sum bara lesa yvirskriftirnar, ella skippa skjótt ígjøgnum, teir kundu kanska trúð tær. Eg haldi ikki hatta var serliga høviskt, erlig talt. Teir sum hava lisið gjølla, vita jú, at tað havi eg ikki sagt.
Sum sagt fari eg aldri at venda mær frá trúnni á tær heilagu skriftirnar, allarminst fara Silberman og Finkelstein, sum eg nú eftir hondini kenni nakað til, at gera at so verður. Teir fara einaferð at noyðast at ásanna, at teir fóru stórliga skeivir í sínum niðurstøðum. Teir hava jú longu ásannað, ífylgi Sølvará, at teir hava kanska eina nýggja niðurstøðu í morgin. So er ikki við tí, sum eg trúgvi, Jesus Kristus er hin sami í gjár í dag og í allar ævir. Heb.13,8. Hann sigur ikki eitt í dag og annað í morgin. Til ævigar tíðir, Harri, stendur orð Títt fast í Himli, Sálmur 119,89.
Skriftirnar eru álítandi. Jesus Kristus, sum er prógvaður at vera sonur Guds við uppreisn frá deyðum, trúði skriftunum. Hann hevur sagt: “Skriftin vikast ikki.” Jóh.10,35. Hann brúkti skriftirnar, tá ið hann hevði orðadrátt við teir, sum í samtíð hansara ikki trúðu á uppreisnina, saddukeararnar. Hann segði við teir: ”Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar.” Matt.22,29. Tá ið hann bardist ein andaligan bardaga við freistaran sjálvan í oyðimørkini, rak hann hann aftur tríggjar ferðir, hvørja ferð við einum skriftstaði, Matt.4,1-11. Og tá hann undirvísti tveir lærisveinar, á ferð til Emmaus, útlegði hann frá Mósesi og frá øllum profetunum, Luk.24,27.
Til seinast mín egni vitnisburður. Skriftirnar er tað sum eg byggi alla mína tilveru á her og í ævinleikanum. Tað er ein undurfullur friður at liggja í lívd av krossinum, ikki minst tá ið tann álvarsama stundin upprennur, vandamálið hjá øllum livandi, tá ið flytast skal inn í tað ókenda. Men fyri tí trúgvandi er tað ikki heilt ókent longur. Skriftirnar hava sett dyrnar á glopp, so vit hóma nakað av dýrdini. Vit verða biðin ikki at óttast. Hetta vildi eg, at tú mín lesari eisini skuldi hvílt í. Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur. Áp. 16,31. Tí skriftin sigur jú: ”Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar”, Rómbr. 10,11.
Við tøkk fyri upptøkuna