FINNBOGI ARGE segði í SVF nú um dagarnar, at Landsverkfrøðingurin var uppsagdur, tí hann ikki góðtók bygnaðin hjá Finn Normann Christensen, og at hann mótarbeiddi hugmyndini um, at LVS skuldi blíva ein integreraður partur av Vinnumálastýrinum. Tá SVF spurdi, um ikki okkurt kundi vera galið við VMS, sum sá út til at leggja alt undir seg, svaraði landsstýrismaðurin ?Okkurt mugu teir hava at gera ella er eingin grund til at hava eitt vinnumálastýri?. Áhugaverdar konstateringar.
FINN Normann Christensen gjørdi fyri nøkrum árum síðani uppskot til eina umsitingarskipan. Uppskotið var ikki stórt í vavi og var helst ætlað sum grundarlag fyri okkara egna fólk at útvikla víðari á. Nøkur bíblia var tað ikki, og tá tað nú verður nýtt sum ?avhøvdingarmanual? er helst okkurt misskilt. Veruleikin um uppskotið hjá FNC er, at tað sær út til at hava givið rímuliga góð úrslit á fíggjar-, mentan- og undirvísingarøkinum. Fiskivinnuøkið virkaði áðrenn. Hvussu gongst á heilsuøkinum kann vera eitt sindur ivasamt, men tíðin vil væl vísa gongina har. Vinnumálastýrið var altíð ein ?geykaungi?. Har var eingin skipað deild áðrenn, í hvussu er einki av týdningi. Tá FNC er komin við uppskotinum um vinnumálastýri er tað helst tí, at danir fyri nøkrum árum síðani skipaðu eitt ?erhvervsministerium?. Síðani tað byrjaði hevur VMS gingið, sum maðurin við líggjanum og skaffað sær uppgávur - Menningarstova, Oljufyrisiting, Ídnaðargrunnur - you name it - nógv lík og nú LVF. Um nú alt hetta gav okkum eina betri samfelagsliga tænastu, størri dynamikk og betri útlit fyri framtíðina, so var í lagi. Men tað ger tað ikki. Her eru nógv skaðaárin á veg. Hvar enda t.d. embætisverkið og embætismannaloyalitetur, tá 50 ára aldur sær út til at verða avhøvdingaraldur í VMS? Koma vit at fáa nóg gott fólk til t.d. Oljufyrisitingina uppá hasar premissurnar? Neyvan. Og so er vandi á ferð. Vit hava ofta víst á tað ivasama í, at Oljufyrisitingin er partur av Miðfyrisitingini. Tað er skeivt, tí her er ein tekniskur stovnur, ið arbeiðir ljósár omanfyri Tinganesumsitingina og sum avgjørt kemur í ?miskredit? um hann verður verðandi har.
ALT bendir á, at ístaðin fyri at brúka uppskotið hjá FNC sum vegleiðandi so verður tað brúkt sum ?tað einasta rætta?. Tað sær út til, at tíðin er komin til at umskriva ein part av hesum uppskoti. Umskrivingin má gerast av føroyingum fyri føroyingar og til gagns fyri føroyska samfelagið og ikki fyri bureaukratar ?í skýmaskoti? ið onkur málber seg.
ALT hetta málið er ein sjálvskaptur trupulleiki hjá landsstýrismanni og Vinnumálastýri. Høvdu hesi virt dialogin og eisini tikið við, at í einum dialogi finnast fleiri sjónarmið, og aftanfyri hesi sjónarmið finnast roynd fólk, so hevði verið øðrvísi. Man valdi heldur monologin og uppsøgnina. Tíðin fer at vísa.