Slóða fyri og aftur á slóðina

Leygardagin lat framsýningin ?Slóðir? upp í Listasavni Føroya. Tað eru tær tríggjar Majken á Grømma, Vígdis Petersen og Guðrið Poulsen, sum tann næsta mánaðin sýna fram, nakað av tí, tær hava evnað úr leiri

? Henda framsýningin er á mangan hátt øðrvísi enn aðrar framsýningar, sum hava verið á Listasavninum. Hon er nýskapandi, sigur Vígdis Petersen, ið sjálv er tann nýggjasta av teimum trimum í fakinum.

Guðrið Poulsen, ið hevur fleiri ára royndir og framsýningar aftanfyri seg, greiðir frá, hvat tey meina við nýskapandi.

? Her er tað sjálvt tilfarið, leirið, og tað, sum ber til at skapa burturúr hesum, sum er miðpunktið. Tað er keramikk, sum er at síggja á hesari framsýningini. Á framsýningum, sum hava verið áður, hevur keramikk oftast bara verið ein partur av heildini. Sum oftast eru tað málningarnir, sum hava staðið mest fram. Á hesari framsýningini hava vit valt at geva leirlistini fyrsta pláss.


Liturin og tónin føroyskur

Tað er fyrstu ferð tær tríggjar, Majken á Grømma, Vígdis Petersen og Guðrið Poulsen sýna fram saman. Guðrið og Majken hava roynt hetta í eini 10 ár hvør sær ella saman við øðrum. Majken hevur mest sýnt fram í Danmark, meðan Guðrið hevur sýnt fram í øllum Norðurlondunum. Tvey ár eru síðani Vígdis varð liðug at læra, men hon hevur kortini arbeitt bæði við keramikki og málningum í nógv ár, og nakrar framsýningar eru tað eisini vorðnar til.

Majken á Grømma er óivað tann minst kenda í Føroyum. Hóast hennara brandeggjaða føroyska eftirnavn, skilir og tosar hon ikki føroyskt.

? Tað var mamma mín, sum hevði sæð eitt skelti í Odsherred í útnyrðingspartinum av Sælandi við áskriftini: Majken á Grømma - Málarí og keramikk? Navnið ljóðaði so føroyskt, og eg mátti finna útav, hvør hetta var, sigur Guðrið Polusen.

Av hesum byrjaði kennskapurin millum Majken og Guðrið. Majken er, sum eftirnavnið eisini ber boð um, hálvur føroyingur, men hon hevur ongantíð búð í Føroyum.

? Tað eru fleiri, ið hava sagt, at arbeiðið, sum eg geri, er so føroyskt. Tað er serliga liturin og tónin, eg nýti. Sjálv havi eg ongantíð hugsað um hetta, men eg haldi, tað er stuttligt at hoyra.


Slóða fyri og aftur á slóðina

Framsýningina á Listasavni Føroya hava tær tríggjar kallað ?Slóðir?. Navnið verður millum annað nýtt, tí tær slóða veg fyri øðrum. Hetta er jú fyrsta reina keramikk framsýningin. Tað er sum at seta hol í sjógvin. Tað verða sett spor, samstundis sum leirið eisini vanliga setir spor eftir seg.

Fyri Majken liggur eisini ein annar týdningur í heitinum á framsýningini.

? Tá ið eg sat í flúgvarinum á veg til Føroya, kendi eg tað, sum at nú var eg á veg heim. Sunnudagin var eg eisini ein túr á Viðareiði, haðani abbi mín í faðirs ætt kemur. Eg sá húsið, har hann hevði búð. Hetta var sum at koma aftur á slóðina.

Sjálv hevur Majken bara einaferð áður verið í Føroyum. Tá var hon heilt ung og minnist ikki, um hon eisini var á Viðareiði tá.


Arbeiða við hugskotum

Sjálvt tað at arbeiða við leiri tekur ikki so langa tíð, meta tær tríggjar listakvinnurnar. Mest tíð fer við at fáa fram hugskot, og síðani evna tey til.

? Eg haldi meg fáa bestan íblástur gjøgnum náttúruna. Tað er landslagið og havið, sum ofta gevur mær mest, sigur Guðrið.

Majken arbeiðir tó nakað øðrvísi enn tær heilføroysku konurnar. Hon evnar til meir spontant. Alt er ikki liðugt formað í huganum, áðrenn hon fer í gongd við sjálvt arbeiðið. Tað kemur, meðan hon arbeiðir við tilfarinum, sigur hon.

Framsýningina ?Slóðir? hava tær tríggjar arbeitt við í umleið hálvt ár. Meðan framsýningin er opin verður eisini okkurt innslag við summartónum í Listasavni Føroya. Summartónar vera fram til 4. juli, meðan keramikkframsýningin ?Slóðir? er opin til 19. juli.